Unnamed: 0
int64
0
437k
Text
stringlengths
22
410k
500
Tær tríggjar fyrstu royndirnar, ið drongurin fer ígjøgnum, eru eisini eitt dømi á myndamál í ævintýrinum. Hann skal finna ein vakran fugl, ið hevur ein so sjáldsama vakran fjøður. Hetta kann setast í samband við vælkendu menningina frá at vera ungur til at gerast vaksin, sum oftast er at finna í ævintýrum. Menningin verður ofta nevnd metamorfosa, sum sipar til menningina frá larvu til summarfugl. Á útlendskum nevnir ein hetta fyri "metamorfosa". Tann vakri fjøðurin kann í yvirførdum týdningi tulkast sum summarfuglurin - also at drongurin er vorðin vaksin. Í næstu royndini skal hann finna makan til vakra fuglin, og hetta kann merkja, at hann skal finna ein maka til sín sjálvs, sum hann megnar at enda í ævintýrinum. Í triðju royndini skal hann klára at taka allar ertrarnar, ið eru sáddar, upp aftur, áðrenn kongurin er liðugur í kirkju. Hetta merkir, at hann skal breyðføða sína familju. At enda hevur hann megnað at funnið sín maka, klárað at breyðaføða familju sína og er samstundis vorðin ein búgvin maður.
501
Gud verður ofta nevndur í ævintýrinum. Kongurin fer í kirkju, og hann skal eitt nú biðja Gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka dýrið, ið hann skotið hevur. Hann drepur djórið, og fuglarnir fáa at eta. Men tá ið hann skal heinta allar ertrarnar, ið er fullkomiliga ómøguligt, koma fuglarnir aftur og hjálpa honum afturfyri, at hann hjálpti teimum. Í fjórðu royndini skal hann ikki stýra skipinum, men bara lata tað reka í vindinum inntil tað liggur stilt av sær sjálvum. Her er tað Gud, ið stýrir skipinum, og hann letur tað á ein hátt vera upp til hann. Hann hevur ikki kontrol á tí - tað er nakað annað, ið hjálpir honum. Høgu harrarnir vilja eisini fara avstað, meðan drongurin er í vatninum, men brádliga vil skipið ikki avstað. Hetta undirstrikar tí moraluna í ævintýrinum - nevniliga at drongurin hevur prógvað sítt virði, er vorðin vaksin og hevur uppiborið at sleppa heim við skipinum og fáa kongsdóttrina. Samstundis er boðskapurin í ævintýrinum eisini, at Gud hjálpir. Drongurin hevur ikki kontrol á nøkrum, men tað er Gud, ið hjálpir honum. Man skal lata alt upp í Guds hendur.
502
Við støði í ævintýraeyðkennunum kann Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur samanberast við Trødlið hjá pápaleysa. Snýr seg um ein drong, ið ongan pápa hevur, og tí høvdu tveir brøður valt at taka sær av honum. Tað vil siga, at teir eru tríggir brøður, ið berjast ímóti einum trølli. Tað er yngsti sonurin, pápaleysi, ið megnar at vinna á trøllinum. Her síggja vit aftur, at tað er tann, ið hevur tað verst, ið vinnur á avbjóðingunum. Trøllið kemur tríggjar ferðir til húsið og bankar tríggjar ferðir upp á dyrnar. Leiklutirnir í baumeiklutirnir r vinnur aað hevur tað ringast, ið vinnur skal vera rætt. irning, og hetta sipar, sum sagt, til dydarnir háðum ævintýrunum eru eisini teir somu. Ein hetja, prinsessa, trøll, vinningur o.s.fr. Mótsetningarnir eru eisini teir somu, har tað er ein stættarmunur millum tey ríku og tey fátøku, og millum gott og ónt. Eins og í Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, endar Trødlið hjá pápaleysa við at drongurin fær prinsessuna, meðan beiggjarnir verða settir fastir. Tískil hevur pápaleysi fingið eitt nýtt og betri heim, meðan hann samstundis hevur funnið seg sjálvan. Ævintýrið endar sostatt væl.
503
Ungdómar flyta niður til Danmarkar og onnur lond fyri at blíva til nakað serstakt í samfelagnum - fyri at útbúgva seg. Summi megna hetta ikki og flyta heim aftur, meðan onnur síggja tað sum eina roynd í lívinum, har tú skalt ígjøgnum nógvar avbjóðingar. Hetta er heilt týðiligt eitt tíðarskeið, har ungdómar menna seg sum persónar. Tey læra at taka ábyrgd og læra seg sjálvan at kenna. Tey finna seg sjálvan. Drongurin í ævintýrinum er í einum tílíkum tíðarskeiði, har hann kempar fyri framtíð sínari. Hann vil ikki vera nøkur ónytta, tvørturímóti. Hann berjist fyri lívi sínum, og at enda hevur hann kempað so nógv, at tað gevur úrslit. Hann fær prinsessuna og enntá ríkið, tá ið kongurin doyr. Hetta er nógv meira enn hann nakrantíð kundi ímyndað sær, men um viljin er til staðar, so ber alt til - bæði í veruleikanum og í ævintýrum.
504
Fagra Føroyar, brimbarda Føroyar, djarva Føroyar! 18 oyggjar, ið liggja spjaddar mitt í norðuratlantiska havinum. 260 kilometrar frá nærmasta landi. Isoleraði frá umheiminum. Einsamallar oyggjar. Nakrar so serstakar oyggjar, ið ikki kunnu samanberast við nakað annað. Hvør serstøk á hvør sín persónliga hátt. Í yrkingini Fjøllini standa úti úr yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum frá 2002, av Jóanesi Nielsen (f. , vísur lýriska eg'ið á kærleika hansara mótvegis móðurlandinum, Føroyar.
505
Í yrkingini umtalar Jóanes Nielsen fjøllini, ið hann hevur givið menniskjaligan eginleika. Tað er ein lýriska yrking, tí at hon lýsir eitt ávíst huglag og tykist persónlig. Yrkingin er óreglulig skipað - talan er um tvey ørindir, har hvørgan hevur endarím. Ørindini eru ávikavist 19 og 9 reglur til longdar. Eitt sindur av stavrími verður nýtt, t.d. á reglu 6-7, har bókstavurin s verður nýttur tríggjar ferðir; syngja, sum og stórir, og á reglu 13 har hann spyr ,,Hvussu hevur tú tað?" Tað er ikki tilvildarligt, at orðini byrja við sama bókstavi. Yrkjarin, her Jóanes Nielsen, hevur valt júst hesi orð, við tí í huganum, at tað skal ljóða gott at lesa yrkingina. Tað ber ikki til at býta yrkingina upp í partar, tí at hon er ein samanhangandi lýsing av fjøllunum frá byrjan til enda. Tó kann ein siga, at fjøllini fara frá at standa úti, til at gerast sjúk og í ørviti - altso broytast tey frá einari kensluleysari støðu til eina tunga støðu. Navnorðið fjøll/fjøllini verður endurtikið 9 ferðir í yrkingini, og hetta vísur, hvat høvuðsluturin í yrkingini er. Stíllegan er gerandislig og ger yrkingina lætta at lesa - tó eru nøkur fá orð, ið ein kanska ikki kennist við, eitt nú tám á næstu reglu.
506
Jóanes Nielsen nýtir myndamál í yrkingini og til ber at siga, at øll yrkingin er sum eitt stórt myndamál. Fyri tað fyrsta, gevur Jóanes Nielsen fjøllunum persónligan eginleika - hetta slag av myndamáli kallast sálarkveiking. Fjøllini eru livandi; tey syngja, frysta, eru einsamøll, líða av svøvnloysi, hava fepur og tey hava enntá eitt dukandi hjarta. Hetta ger, at yrkingin verður meira kensluborin. Sum lesari - og kanska serliga sum føroyingur - føla vit við fjøllunum og taka synd í teimum. Vit skilja fjøllini á ein annan hátt, tí tey hava kenslur eins og vit sjálvi. Vit vita hvussu kuldi og einsemi kennist, og tískil kunnu vit seta okkum í somu støðu sum fjøllini eru í. Sálarkveiking verður aftur nýtt á reglu 4; ,,Og lítla ljóðinum frá svongum rótum" - røturnar fáa menniskjaligan eginleika. Røturnar gerast ein mynd av onkrum veruligum, ið býr á fjøllinum. Tað tykist ikki sum at tær hava tað gott, tí tær eru svangar. Tað tykist sum, at Jóanes Nielsen roynir at vísa á, at hóast Føroyar er eitt land við harðari náttúru, har landið líður pínu, (frystir) er eisini lív at finna. Hetta síggja vit í øðrum ørindi, har hann varisliga gevur einum blomstri lív gjøgnum tveir plastikkleidningar. ,,Leggi stetoskopið móti einum blomstri / Gjøgnum tveir plastikkleidningar / Angar klænt lív" eins og tað veika, men vakra lívið, ið kann spretta um okkara leiðir. Tað kann væl hugsast til, at Jóanes Nielsen roynir at vísa á tvær árstíðir í yrkingini; skifti frá heyst til vetur. At byrja við standa fjøllini sum sagt úti í mjørka og vindi, eins og heystveður kann vera. Síðani kemur kuldin og fjøllini frysta - tað gerst vetur. Veturin er harður fyri fjøllini, og tey gerast sjúk og syngja í ørviti. Tað kann hugsast til at tey gerast sálarliga sjúk.
507
Fjøllini eru heilt greitt ein mynd av Føroyum. Eins og fjøllini standa einsamøll úti, liggja Føroyar einsamallar á opnum havið. Áirnar renna úr fjøllunum og út í havið; út í einki, sum hann eisini sigur á reglu Á reglu 6-7 kann hugsast til, at sipa verður til fantastisku sangararnar vit hava her í Føroyum; Rúni Brattaberg, ið enntá er víðagitin operasangari. Nevnast kann tó eisini Teitur, Eivør, Eyðun Nolsøe og fleiri fleiri afturat. Hjartað á fjøllunum er av gróti og vatni, júst sum Føroyar eru skaptar; basaltfláir klæddar í grønum grasi, við fleiri ferkilometrum av havi rundan um seg. Eisini regnar tað nógv í Føroyum (Umleið 2/3 av árinum), og tí kann sigast at hjarta er úr vatni. Í yrkingin standa fjøllini køld úti í myrkrinum (r. og í Føroyum er nógv myrkur um veturin. At fjøllini ikki sleppa inn um kvøldarnar, kann hugsast til at vera mynd uppá hvussu vit í Føroyum eru (rættiliga) isoleraði frá umheiminum. At vit ikki eru partur av EU kann vera eitt dømi. Yrkingin er enntá útgivin í 2002 og tá var støðan enn verri, um ein kann siga so - Føroyar vóru meira isoleraði frá umheiminum. Tað kann hugsast til, at tær surrandi flugurnar, ið vera umtalaðar í reglu, eru mynd fyri føroyingar. Í mun til okkara máttmikla, vakra land, (Føroyar) eru vit (føroyingar) so evarska lítil, eins og surrandi flugur.
508
Yrkingin hevur ikki nakra rytmu, tí hon er so óreglulig. Hóast hetta hevur bólkurin ORKA megna at gjørt lag til yrkingina. Kári Sverrisson syngur, meðan ymisk ljóð/óljóð hoyrist aftanfyri. ORKA eru serliga kend fyri teirra heimagjørd ljóðføri. Eg haldi, at teirra avrik er sera gott; sangurin er, eins og yrkingin, álvarsamur og dramatiskur. Hann tykist eisini máttmikil og stundum sorgarfullur.
509
Huglagið tykist djúpt, dramatiskt og álvarsamt. Veðrið verður lýst í yrkingini, og tað er ikki gott; fjøllini standa úti í toku og vindi. Síðani standa tey køld úti í myrkrinum og frysta. Yrkingin er øgiliga álvarsom, tí at lívið hjá fjøllunum er uppá spæl. Tey frysta, fáa fepur og gerast sjúk. Hjartað á fjøllunum, ið er av gróti og vatni, verður eisini lýst. Tað dramatiska kemur serliga til sjóndar, tá ið fjøllini byrja at syngja sum stórir operasangarar. Tá ið vit lesa henda setningin verður ein serlig mynd teknað í okkara høvdum. Lýriska eg'ið tykist at standa í einari tvístøðu, tí at tað ynskir at hjálpa fjøllunum, men er ikki førur fyri tí. Tað pínir lýriska eg'ið at síggja fjøllini í slíkum umstøðum, men tað fær ikki gjørt nakað við tað.
510
Tema í yrkingini er heilt greitt móðurlandskærleiki. Yrkingin lýsir hørðu og dramatisku náttúruna í Føroyar, har landið bæði gerst sjúkt og frystir. Hóast alt hetta álvarsama og dapra, ið verður umrøtt í yrkingini, verður samstundis tað vakra við landinum lýst m.a. í næsta ørindi: ,,Anga av rósum og villum jarðberum" Okkurt vakurt liggur eisini í seinastu reglu, hóast hon tykist sorgarfull: ,,Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju" Vit, føroyingar, kenna øll til tey vøkru, køldu vetrarkvøldini, tá ið vit kaga upp í klára himmalin og síggja vøkru stjørnurnar. Hóast tað kann vera bítandi kalt í okkara landi, er nógv vakurt at finna í eystri og vestri.
511
Teksturin Føroyar er skrivaður av Sverra Paturssyni (1871- í Hann er útgivin í Fuglar og fólk í Teksturin er ein hugleiðing um Fagra landið, Føroyar. Landið verður lýst uppá nógvar ymiskar mátar; ,,Fría, stolta, tunglynta, fagra, fjallmikla, væna og norðstadda land og heim." Eins og Jóanes Nielsen yrkir, skrivar Sverre Patursson sínar tankar um móðurlandið niður. Báðir tveir koma inn á grasgrønu náttúruna og áirnar: ,,Føgur er tín grøna líð við teim fínu, kláru, reinu keldum, sum stetla til havs ringjandi sum smáar silvurklokkur.", frá tekstinum, kann samanberast við ,,Áirnar stoyta seg út í onki / Fjøllini syngja / Sum stórir operasangarar klæddir í grasi" úr yrkingini. Áirnar, vøtnini og grøna grasið verður nevnt í yrkingini, og í tekstinum verður tað endurtikið fleiri ferðir. Eisini umrøða teir báðir landið og tess einsemi: ,,Langt til havs, úti í villa stórhavinum stendur tú einsamalt - sterkt, djarvt." úr tekstinum og ,,Fjøllini standa einsamøll úti" úr yrkingini. Báðir tekstirnir lýsa kalda veturin og vøkru stjørnurnar. Úr tekstinum: ,,Frískur er vetur tín við glitrandi fonnum, (.) og stjørnuglógvan (.)" og úr yrkingini: ,,Tey frysta / Míni fjøll / (.) Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju" Sverre Patursson og Jóanes Nielsen hava eisini báðir valt at givið landinum hjarta, við tí í huganum at røkka kenslunum hjá lesaranum - teir nýta patos. At geva landinum eitt hjarta, er tað mest livandi ein kann gera ein deyðan lut - tað kann ikki blíva meira livandi, tí at hjartað er tað, ið heldur einari veru livandi. Báðir tekstirnir hava sama tema; móðurlandskærleiki. Tey hava, sum eg havi víst á, nógv felagseyðkennir. Tað kann hugsast til, at Jóanes Nielsen hevur gjørt yrkingina Fjøllini standa úti við atliti úr tekstinum. Men harafturímóti, so er íblástur ikki neyðugur, tá ið ein ynskir at greiða frá sínum persónligu kenslum til sítt land.
512
Yrkingin er ein persónlig yrking hjá Jóanesi Nielsen, har hansara tankar og hugsan um móðurlandið kemur til sjóndar. Tó vil hetta ikki siga, at eingin annar kann seta seg í hansara støðu - tvørturímóti. At lesa hesa yrking, sum føroyingur, er nakað heilt serligt. Vit vita júst hvat hann meinar við, tá ið hann sigur at ,,fjøllini standa køld úti í myrkrinum" og vit skilja hví fjøllini gerast sjúk. Men sum útlendingur kann henda yrking ikki skiljast á sama hátt. Hetta er ein serstøk yrking, ið er gjørd til føroyingar, fyri at vísa okkara móðurlandskærleika til okkara undranarverda land, ið líðir so nógva pínu. Hóast yrkingin ikki hevur nakran beinleiðis boðskap, so rakar hon ein og hvønn føring beint í hjartað. Tí hvør kann ikki vera hugtikin av hesum vakra landi og tess vøkru náttúru? Svarið er einfalt; eingin.
513
At ferðast er sanniliga eitt evni, ið liggur føroyingum nær at hjarta. Forfedrar okkara komu til landið eins og tilflytarar og sleptu tí ikki aftur. Í meir enn 1000 ár hava vit Føroyingar búð á hesum 18 oyggjum, ella klettum, ið fleiri nevna Føroyar við sorgblíðni. Rætt siga tey, at Føroyar bert eru klettar, ið eingin hevði vilja búð á uttan nært tilknýti til tær, men hetta eru okkara klettar. Okkara vakra og harðenda heim, ið altíð hevur staðið opið fyri fremmandum. Enn tann dag í dag tosa føroyingar spentir um, tá nýggj skip ella bátar leggja at kai. Men hvør kemur við hesum bátum og nú á døgum eisini flogførum? Man ikki onkur tilflytari er ímillum, eins og upprunaligu víkingarnir? Nevnt verður í tekstinum, at pláss hevði ivaleyst verið fyri 000 føroyingum, áðrenn trot á plássi hevði byrjað, og hvussu nógv eru vit í dag? Enn eru vit undir 000, so tað burdi als ikki verið ein trupulleiki, at húsa nøkrum tilflytarum afturat og kanska enntá nøkrum flottafólkum. Uttan nýhugsan stagnerar eitt samfelag. Uttan nýggj fólk, nýggjar mentanir, nýggjar ásjónir og nýggjan tøkniligan kunnleika ber als ikki til at flyta eitt samfelag ella eitt land fram ígjøgnum tíðina. Hesar spekulatiónir eru partur av boðskapinum í røðuni.
514
Kinna Poulsen, ið er cand. mag. í donskum og myndlist, ummælari og miðnámsskúlalærari, er sendari av hesi Grækarismessurøðu, sum varð hildin á Vaglinum í Havn mars í Røðan er eisini miðlað í Dimmalætting frá mars Hon er ætlað øllum fólkum í Føroyum, serstakliga teimum ungu, men eisini teimum eldri, og leggur dent á, at vit sum fólk hava brúk fyri at verða opin fyri fremmandum tilflytarum.
515
Teksturin byrjar við einum inngangi, har Kinna miðlar, at vit í Føroyum hava uml 93 ymiskar tjóðir í okkara landi, og tey hava nógv at bjóða uppá. Men veruleikin er so, at hesir nýggju tilflytarar eru næstan ósjónligir, og einasta stað, har man leggir til merkis, at tey yvirhøvur eru til staðar í hesum landi, er í frystiboksunum í handlum, har matvøruvalið er blivið alsamt meira fjølbroytt. Ein deiliga sarkastisk viðmerking. Vit, sum tjóð, hava brúk fyri hesum nýggju fólkum, ikki bert fyri at tynna okkara innannøring, men fyri at fáa eini fjølbroyttari Føroyar, meinar Kinna Poulsen. Á hendan hátt er røðan skipað eins og ein akademiskt uppbygdur tekstur, har inngangur kemur fyrst, síðani bulurin við viðgerðini og síðst tekur hon samanum og kemur við eini áheitandi niðurstøðu. Teksturin er ikki býttur í yvirskriftir og undiryvirskriftir, men er ein samanhangandi tesktur býttur í teigar. Málburðurin er gerandisligur og lættur at skilja, teksturin inniheldur bæði langir og stuttir setningar við løttum orðum. Teskturin er subjektivur og partvíst baseraður á egnar sannroyndir.
516
Poulsen nýtir serstakliga patos, tá hon greiðir frá umstøðunum í Føroyum í røðuni. Hon leggur dent á tjóðskaparkenslu føroyinga, samhuga, felagsskap og víkur frá grammleika.
517
Í tekstinum nýtir Poulsen etos fyri at styrkja útsagnir hennara. Hon tekur dømir frá økjum, har hon hevur ekspertisu, serstakliga leggur hon dent á myndlistina, har hon er cand. mag. og vælkendur ummælari av myndlist. Eisini leggur hon dent á trúvirði hjá Sverra Patussyni, og vísir á hansara kunnleika sum yrkjari og upphavsmanni til útvalda tjóðfuglin. Hon brúkar ikki nógv logos og hevur ongan nágreiniligan statistikk við í røðuni, fyri at stuðla uppundir útsagnir hennara. Hon lítur sostatt ikki á logik ella skil fyri at styrkja útsøgnirnar, og sigur okkum heldur ikki, hvar hon hevur talið 93 av tjóðum frá. Um talið er eftirfarandi veit eg ikki, men dentur verður ikki lagdur á nágreiniliga vitan ella hagtøl, men á hugsanir, kenslur, tíðindi, egnar upplivingar, minnir og á fyrimyndir, so sum Sverra Patursson. Hon nýtir sostatt patos í stóran mun og leggur áherðslu á fríar hugleiðingar og metingar av hendingum og politikki. Hon nýtir nakrar keldur sum t.d. tíðindablaðið Politiken at vísa á ræðuleikarnar í útheiminum, men miðlar finningarnar við patos.
518
Kinna Poulsen vil, at Føroyar skulu verða betri til at lofta útlendingum, og uppáhald hennara er, "at okkara tilflytarar hava nakað at bjóða uppá". Allir tilflytarar hava nakað serstakt frá teirra landi at bjóða uppá, og kunnu verða við til at gera Føroyar til eitt fjølbroyttari og sterkari samfelag, hvør á sín hátt. Hon grundgevur við dømum frá fleiri útlendingum, ið eru komin til Føroyar ígjøgnum tíðirnar. T.d. greiður hon frá tí musikalska Bakar Hansen, ið hevur m.a. verið við til at stovna orkestrið 'Georg Hansens Minni' (GHM). Hon nevnir mammu William Heinesen og amerikonsku Sharon Weiss, ið lærdi Kinnu Poulsen at spæla blokkfloytu, og sum hevur stovnað Frískúlan á Velbastað. Eisini eru tað útlendingar, ið hava lagt lunnar undir myndlistina og eru grundin til, at hon kundi mennast til eina føroyska myndlist. Eingin heimild er, tí røðan byggir á hennara egnu persónligu meiningar um støðuna í Føroyum. Harvið er høvuðsendamálið bæði kunnandi, reflektivt, kensluborið, men eisini ákallandi. Hon vil út við einum samfelagskritiskum boðskapi. Eingin ivi um tað.
519
Samtíðarrákið dámar henni ikki. Til dømis tað, at fleiri føroyingar eru blivnir so høgravendir og sjálvsøknir, lýsir hon við hugleiðingum um tjóðfuglin og tann meiri pragmatiska fuglin. "Hesir fuglar tykjast serliga snildir, tá tað kemur til at lívbjarga sær og sínum, og júst hetta hevur víst seg at vera frammarlaga í huganum hjá okkim føroyingum seinastu árini." Her sipar hon fyrst og fremst til pengasterkir vinnulívsfólk, reiðarar og onnur, ið hava notið gott av yvirskoti innan ávís øki í samfelagnum. Hon generaliserar og átekur sær frælsi til bera fram egnan hugburð og projekterar tann hugburðin á allir føroyingar við at tosa kollektivt, har hon m.a. sigur "(.) í huganum hjá okkum føroyingum(.)". Tað er ein generellur feilur at generalisera, um ætlanin er at vera saklig, men endamálið hjá Kinnu Poulsen er als ikki at verða saklig, men at vera heldur frí og ákallandi. Eitt endamál við røðuni er at ákalla til javnstøðu og opinleika, at venda sær frá høgravongsrákinum og líta á samhaldsfesti. Hon vísir á fleiri andsøgnir í núverandi samfelag og leggur dent á feilin, har hon beinleiðis leggur eftir teimum høgravendu. Fólk arbeiða meiri enn nakrantíð fyrr, pengar streyma inn, men fólk eru strongd og hallið í fíggjarlógini veksur, "(.) ójavnin í samfelagnum økist, og á Landssjúkrahúsinum hava tey eftir øllum at døma ikki ráð til lunkað vatn."
520
Argumentatiónin Poulsen nýtir er sera viðkomandi og samtíðarkend, men ósaklig. Persónliga haldi eg, at argumentini eru sera áhugaverd, og at hon hevur rætt í nógvum. Verðin ella føroyska samfelagið er, í mongum førum, blivið ov egoistiskt til at húsa hvørjum øðrum ella fremmandum. Gomlu sosialistisku virðini fella burtur, og harvið hugburðurin til fremmand sum virðismikil ískoyti til mentanina í einum samfelag. Í hesum slag av teskti, ið er ein Grækarismessurøða, ber til at verða ákallandi uttan at undirbyggja øll argument. Ein tílík røða er altíð litað av tí, ið ber røðuna fram.
521
Kinna Poulsen heldur fram við at siga, at "Onkursvegna er tað, sum sigla vit við mentalum hentleikaflaggi í hesum árum." Her meinar røðarin við, at í altjóða høpi vilja føroyingar bara velja og vraka aftalur og ábyrgd. Føroyingar eru glaðir, tá ein av okkara egnu skarar framúr innanfyri t.d. ítrótt við svimjaranum Pál ella app'um sum t.d. 'Vivino', ið hevur fingið stóra framgongd í síðstuni, men tá vit sjálvi skulu til at taka ábyrgd á okkum og taka ímóti flottafólki, tá lukka flest fólk av, og skumpa ábyrgdina víðari til Danmarkar. Hon staðfestir, at "Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flottafólkinum, stendur einki til hjá okkum, tað mugu danskarar taka sær av"
522
Vit velja og vraka, eins og eru vit kræsin smábørn, ið bert vilja eta tað, sum smakkar væl. Men í altjóða høpi ber hendan hugssjón als ikki til. Til ber ikki bæði at blása og hava mjøl í munninum, sigur eitt orðatak. Hetta orðatak leggur Poulsen dent á við at siga tað mótsatta."Vit blása við mjøli í munninum". Tað hon meinar er, at vit eru ókonsekvent í orðum og gerðum og koyra uppá paradoxir. Summi royna at fáa mestan vinning møguligt uttan at hugsa um, hvussu tað ávirkar onnur. At blaka eina keldu til vinning burtur, tí hon ikki gevur líka nógv sum hin er óamannaverk. "Og sjálvt um prísurin er minni fyri fiskahøvdið enn fyri fiskin, so ber ikki til at tveita høvdini fyri borð." Vit mugu nýta teir møguleikar vit hava, og syrgja fyri, at tað er ein áhaldandi vinningur í hesum, sum ikki endar við t.d. at tøma fiskastovnarnar. Boðskapurin er, at vit mugu hugsa um framtíðina og eftirkomarir okkara, og ikki bert hugsa egnan vinning her og nú. Tilflytarar eru eisini ein kelda til vinning, um ikki annað mentanarligan vinning og hava tí minst líka nógv virði eins og ein og hvør vinningur. Tað hon kritiserar er, at fólk, ið eru ímóti tilflytarum, bert síggja trupulleikar og ikki tað potentialið og tær resursur tey eru fyri samfelagið, um tey verða væl integreraði.
523
Samanumtikið leggur Kinna Poulsen áherðslu á, at vit bert eru á jørðini eina lítla stund, og eitt er sikkurt og vist,"(.) at planetin bara er okkum til láns og at okkara tíð her er avmarkað." Tað avmarkaða tíðarskeiðið vit liva, burdi ikki verði ein byrða fyri framtíðar generatiónir, men heldur ein hjálp. Við at vera sjálvsøkin oyðileggja vit alt rundan um okkum, tí tá er ofta bert eitt fyri framman, og tað er at skava inn undir seg eins og ein grammur dreki. Við ikki at hugsa um onnur og um at menna okkum øll sum menniskju og samfelag, verður ongin bjørt framtíð fyri framman. Hon endar røðuna við einum framskygdum boðskapi um, at um vit sum borgarar og tjóð leggja dent á opinleika og síggja tjóðfuglin sum fyrimynd, fáa øll ein møguleika at breiða veingjur sínar og flúgva eftir egnum førimuni. Við at hjálpa fólki og vera vælkomandi, hjálpir man í felag sær sjálvum og samfelag sínum. Eins og tjaldrið kemur og fer, og nýggj tjøldur leggjast afturat, mugu vit skipa tjóð okkara við støðið í tí veruleika, at ung fólk koma og fara og nýggir tilflytarar leggjast afturat og harvið fjøltátta og ríka okkum sum tjóð.
524
Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er skrivað av Lydiu Didriksen úr "15 føroysk ævintýr". Ævintýrið er útgivið á Bókadeild Føroya Lærarafelag í
525
Ævintýr eru sera gomul og kend runt um allan heim. Ævintýr verða roknað fyri at vera øgiliga eins og tískil er boðskapurin ofta tann sami í teimum øllum. Hetta ævintýrið vísir á, at óansað hvar tú er staddur sosialt osv, so kanst tú altíð berja teg fram á topp hóast alla tína mótstøðu, ið tú møtir í lívið tínum.
526
Í stuttum snýr ævintýrið seg um ein ungan drong, ið fer heimanifrá at finna sær arbeiði, tí pápin klárar ikki at breyðføða hann einsamallur heima við hús meira. Drongurin fer út, og kemur til kongsgarðin, har hann síðani fær arbeiði. Kongurin letur sera væl at hesum unga drongi, ið vísir seg at verða sera klókur. Hinir harrarnir í kongsgarðinum blíva sera øvundsjúkir inná hendan unga drong, ið kongi dámar so væl. Hetta ger, at harrarnir fara at lúgva um dreingin fyri kongi. Drongurin fær 4 avbjóðar, ið hann skal loysa, sum harranir hava logið fyri kongi um, tí annars missur hann lívið. Drongurin megnar at loysa allar avbjóðingarnar, og giftist við prinsessuni. Tey liva lukkuligt og fáa ríkidømi, tá ið kongurin doyr.
527
Hetta er eitt gandaævintýr, tí vit hoyra um eitt sjótrøll, ið heldur prinsessuni sum fanga í sjónum. Eisini fer okkari høvðuspersónur gjøgnum eina menning, frá at verða í einum undirstættii til at enda í hástætti. Eisini kann eitt slag av gandi spæla ein leiklut, tá ið báturin ikki vil flyta seg úti á havinum uttan so, at drongurin kemur umborð bátin aftur. Tað, at báturin sjálvur siglur og steðgar har sjótrøllið býr, er eisini ein gandur í sær sjálvum.
528
Væl kenda hugtakið "heima - úti - heima" kann nýtast í okkara ævintýrið. Drongurin fer gjøgnum eina stóra menningargongd, frá at verða heima hjá pápa sínum, ið ikki fær betalt fyri dreingin og hann sjálvan meiri, og tískil verður drongurin noyddur at fara út at finna sær eitt arbeiði. Síðani kemur parturin, har drongurin er úti. Hann er á kongsgarðinum, har hann skal megna at loysa nógvar avbjóðingar, ið koma til hann. Drongurin fer gjøgnum eina menningarfasu í partinum "úti", har hann upplivir sera nógv, og at enda finnur og reddar prinsessuni. Tá ið drongurin megnar at loysa fjórðu og síðstu avbjóðing, ið er at finna prinsessuna, kemur seinasti parturin "heima". Drongurin fær nýtt heim, ið er saman við prinsessuni á kongsgarðinum. Drongurin og prinsessan fáa kongaríki, og liva lukkuligt restina av lívið teirra. Við øðrum orðum, er drongurin í byrjanini ein antihetja, men við røttu eginleikum av royndum mennist hann til hetju og verður ríkur eydnusamur.
529
Í ævintýrinum verða sera nógv ævintýraeyðkennir nýtt. Tó byrja flest ævintýr við " einaferð var tað.", men i okkara ævintýrið byrjar ævintýri øðrvísi, og ikki við hesari kendu byrjan. Men tó skal sigast, hetta ævintýri er sprotið úr "15 føroysk ævintýr", ið ger, at ævintýrið kann væl byrja á ein annan hátt í tí upprunaliga ævintýrinum. Men aftur til ævintýraeyðkennini, eru tey nógv. Vit hava sum áður brúkt í uppgávuni væl kenda ævintýra bygnaðin "heim - úti - heima", ið er eitt ævintýra eyðkenni. Onnur eyðkenni eru m.a sjótrøllið, ið hevur fangað kongsdóttrina, tær 4 avbjóðingarnir hann fær, tær 3 gøturnar hann kemur til í eini avbjóðingini og tey 3 slottini. Eisini er skipið, ið steðgar og siglur av sær sjálvum eitt eyðkenni, svørið hann má nýta fyri at drepa sjótrøllið og drykkurin, ið hann skal drekka 3 ferð av, fyri at megna at lyfta svørið og drepa trøllið. Eisini eru tað 3 menn, ið hjálpa honum á veg, fulglarnir, endin at fátæki drongurin megnar at vinna prinsessuna og tey liva lukkuligt restina av lívinum osv. Sum sagt eru tað heilt øgiliga nógv ævintýraeyðkennir í ævintýrinum. Eisini eru mótsetningar eitt kent eyðkenni fyri ævintýr, ið eisini kunnu nýtast her. M.a fátæki drongurin og harrarnir, ella teir 3 góðu mennirnir, ið hjálpa dronginum ímun til harrarnir.
530
Eitt sera eyðkent myndamál í ævintýrinum er teir 3 mennirnir, ið eru eitt myndamál fyri teir 3 vísmennirnar í bíbliuni. Teir geva góð og vís rá, eins sum vísmennirnir í bíbluni. Eisini kunnu teir 3 mennirnir vera eitt myndamál á tær 3 feðirnar í Tornurósu, ið eins sum vísmennirnir í bíbliuni, hjálpa høvðuspersóninum í ævintýrinum. Eitt annað myndamál er báturin, sum væntandi í hesum førið blíva stýrdur av Gudi, og tískil steðgar báturin júst har sum sjótrøllið er, og vil ikki fara fyrr enn drongurin er komin umborð á bátin aftur. Her er aftur eitt myndamál um Gud ella fyri so vítt kristindómin, ið hevur ein leiklut í ævintýrinum, tí vit hoyra eisini um at tey fara í kirkju.
531
Eitt annað myndamál er, tá ið drongurin bindur prinsessuna í tað tjúkka bandið og seg sjálvan í tað klæna bandið. Tað kann vera eitt myndamál um hvør hann er sum persónur. Hann vil heldur hava at hon skal koma væl heim og halda sítt lyfti. Fuglarnir í ævintýrinum kunnu á ein ella annan hátt verða ein mynd um einglar. Grundin fyri at eg sigi hetta er tí, at fuglarnir hjálpa dreinginum vð at fullfíggja sínar avbjóðingar drongurin hevur fingið frá kongi. Ein onnur orsøk fyri, at fuglarnir kunnu mynda einglar er tí, at nógv innan kristindóm verður nevnt ella fyri so vítt tulka í ævintýrinum, sum at teir fara í kirkju, teir 3 vísmennirnir og Gud sum stýrir bátinum osv.
532
Okkara ævintýr kann samanberast við ævintýri "Øskudólg", ið er um ein neyðarsligan drong, ið eins sum drongurin í okkara søgu hevur nógvan mótgang ímóti sær, men tó megnar at koma ígjøgnum alt og fáa prinsessuna. Eisini hevur Øskudólgur eins sum drongurin í okkara ævintýrið sínar beiggjari, ið halda hann fyri gjøldur eins sum harrarnir í okkara søgu gera. Bæði Øskudólgur og drongurin í okkara ævintýrið megna at vinna sær prinsessuna hóast alt.
533
Temaðini í ævinýrinum eru kærleiki, menning, øvundsjúka, vón og mót. Grundin fyri at eg sigi hetta er tí, at øvundsjúkan hjá harrunum ger, at hann má finna sær mót og vón um, at hann megnar alt tað, sum hann verður útsettur fyri. Gjøgnum hetta mennist hann og vinnur kærleika og ríkidømi.
534
Tað ævintýrið vil fortelja okkum lesarum er, at alt ber til óansað hvar tú er staddur. Drongurin fer heimanifrá, sum ein fátækur drongur, ið einki hevur og megnar at byggja seg heilt upp á toppin hóast allan mótgangin. Ein annar boðskapur í ævintýrinum er, at øvundsjúka ikki er ein góð sjúka. Víst verður væl og greitt, at øvundsjúka er bert nakað, ið ikki hevur nakað gott við sær. Hvørki tú ella onnur fáa ágóðan av øvundsjúkuni. Sum víst er í hesu søgu, so er tað serliga tann, ið er øvundsjúkur, har endin gerst kaldur.
535
Hetta ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað., sum varð givið út í Ævintýrið er síðani endurskrivað í lættari málbúna av Lydiu Didriksen.
536
Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein sera klókan drong. Pápi hendan drong var fátækur, og hevði tí ikki ráð at breyðføða son sín. Hann var tí noyddur at senda drongin at finna sær eitt arbeiði. Drongurin endar við at fáa eitt arbeiði hjá konginum. Kongur leggur skjótt merki til flogvitið hjá dronginun, og hann setur tí drongin fram um teirr høgu harrarnar. Hesir høgu harrunum dáma hetta einki, og tí gera teir alt teir eru mentir at spenna bein fyri dronginum. Harrarnar lúgva fýra ferðir fyri konginum, og siga att drongurin hevur sagt seg vera føran fyri at megna bæði eitt og annað. Men tá alt kemur til alt, so klárar drongurin at fullføra allar fýra uppgávurnar, við hjálp frá trimum monnum su búgva í skóginum.
537
Ævintýr eru oftani bygd upp av trimum partum, heima-úti-heima/nýtt heim. Hetta inniber, at hetjan í byrjar heima. Hon fær síðani eina uppgávu og má frá heiminum, úti verðina, fyri at loysa hana. Tá uppgávan er loyst vendir hetjan heim aftur, ella eisini fær hann eitt nýtt heim, oftani fær hetjan kongaríkið frá kongi. Har hendir ein menning av hetjuni, og tað sæst tíðiliga í ævintýrinum.
538
Tað sama er galdandi í hesum gandaævintýrinum. Tann klóki drongurin byrjar heima hjá pápanum. Hann fer til kongin at arbeiða, og har fær hann fleiri uppgávur. Eftir at hava loyst uppgávurnar, giftist hann við kongsdóttrini og arvar kongaríkið frá konginum tá hann doyr. Her hendir ein menning av hetjuni, sum fer frá at vera ein fátøk antihetja, til at klára at nýta sínir eginleikar á rættan hátt, og harvið eisini gerast ein hetja, vinna sær eydnu og ríkidømi.
539
Drongurin er ikki ein smádrongur tá søgan gongur fyri seg. Sannlíkt er at hann er stutt síðani blivin tannáringur ella beint undir tannáringaárunum. Hann er klókur, men ikki serliga royndur í vaksnamanna lívinum. Hann roynir at fáa kongin at skilja, tá teir høgu harranar lúgva um hann, hvat sannleikin handan søgurnar er, men hetta riggar ikki hjá honum.
540
Hann býr heima hjá pápa sínum, og er bundin at pápanum, inntil hann fer út og skal standa á egnum beinum.
541
Tað er vanligt í ævintýrum, at persónarnar ikki vera lýstir nágreiniliga, og hetta sæst eisini í hesum ævintýrinum. Persónarnar eru statiskir, og verða ikki lýstir meir enn neyðugt fyri ævintýrið. Hetjan í søguni fer ígjøgnum eina menning, og er einasta broytingin ið hendur hjá nøkrum av persónunum. Eisini hendur eitt lagnuskifti, har drongurin fer frá einari ringari lagnu til eina góða, teir høgu harranar fara frá einari góðari lagnu til eina ringa, kongsdótturin fer frá einari ringari lagnu til eina góða og trøllið fer frá einari góðari lagnu til eina ringa.
542
Um drongin verður sagt, at hann er klókur og at hann er sonur einum fátakum manni. Og um kongsdóttrina verður bert sagt at hon er vøkur. Meiri umfatandi eru lýsingarnar ikki.
543
Ævintýrið byrjar ikki við tí vanliga, "Einaferð var tað.". Tað byrjar við: "Ein fátækur maður átti ein klókan son.". Vanligt er fyri ævintýr at nevna, hvar og nær søgan gongur fyri seg - langt, langt burturi og langt, langt síðani. Sjálvt um hetta verður nevnt, er tað ikki eitt ávíst stað ella ein ávís tíð at ævintýrið gongur fyri seg, men tað er eitt stað og ein tíð, ið er langt vekk frá har lurtarin og forteljarin eru í dag. Men her verður einki av hesum nevnt.
544
Nógv vanlig ævintýrakend tøl verða brúkt í ævintýrinum, kvantifisering. Millum annað teir tríggir menninir, ið búgva í skóginum og sum hjálpa dronginum at loysa uppgávurnar, tær fýra royndirnar, ið drongurin skal loysa, tær tríggjar gøturnar, tey trý tornini, tær sjey tunninar, tær tvær líninar.
545
Tað eru nógvir mótsetningar í ævintýrinum eisini. Tann góði drongurin og teir óndu høgu harrarnar, tann vakra kongsdótturin og ta ljóta trøllið, tann fátæki pápin og tann ríki kongurin.
546
Eisini eru nógv óverulig og yvirnátúrlig fyribrigdi. Eitt nú trøllið, vøllurin undir havinum, drykkurin ið ger soleiðis at drongurin megnar at lyfta svørðið.
547
Øll hesi liðini eru við til at gera eitt ævintýr, og hava ein stóran týdning fyri søgugongdini.
548
Nøkur av temunum í ævintýrinum eru vísdómur, stríðið millum tað góða og tað ónda og so at ein ikki altíð noyðist at ver sjálvbjargin, at tað er í ordan at hava brúk fyri hjálp. Og við hesum hevur forteljarin viljað víst á, hvussu nógv ein kann fáa burturúr, tá man ikki stendur eina, og nýtir eitt sindur av sínum vísdómi uppá rættan máta.
549
Eitt annað ævintýr ið hevur nøkurlunda somu temu og boðskap sum hetta, er Lorkuleggur. Lorkuleggur snýr seg í stuttum um eina vakra mylnaradóttir. Pápi hennara fortelur konginum hvussu dóttir hansara kann spinna hoyggj til gull, hóast hetta ikki er satt. Kongurin vil síðani royna henda sjálvsama eginleika hjá gentuni. Hon fær hjálp frá einum lítlum manni ið spinnur alt hoyggið um til gull, og hann fær okkurt afturfyri hvørjaferð. Fyrstu ferð er tað hálsketan hjá gentuni, aðru ferð ringurin, triðju ferð lovar hon honum at fáa fyrsta fødda barn hennara. Tá hon so skal geva manninum barn sítt, grætir hon so illa, at maðurin tekur synd í henni. Hann gevur henni tríggir dagar, har hon skal royna at gita navn hansara. Um hon klárar at gita tað, skal hon sleppa frá at geva barnið frá sær, og klárar hon tað ikki, skal hon geva honum barnið. Hon sendir fólk út fyri at læra seg øll nøvnini í kongaríkinum, og triðja dagin kemur ein framá ein lítlan man sum syngur, og í sanginum nevnir hann sítt egna navn, Lorkuleggur. Og síðani klárar hon at gita navnið á Lorkuleggi og alt endar lukkuligt.
550
Á sama hátt sum ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum", har drongurin hevur tørv á hjálp, og lýtir á hvat onnur kunnu gera fyri seg, so hevur gentan eisini tørv á hjálp í "Lorkuleggur", og torir at stóla uppá hjálpina sum ein fær. Gentan stólar á fyrstani tíð á Lorkulegg, at hann kann hjálpa henni at spinna hoyggið til gull. Men seinni stólar hon eisini á, at sendiboðini hjá henni skulu hjálpa henni at finna navnið hjá Lorkuleggi.
551
Nógv av teimum somu ævintýraeyðkennunum frá ævintýrinum um sjótrølli ganga aftur í ævintýrinum um Lorkulegg. Eitt nú eru nógv tøl ið ganga aftur. Gentan fær tríggjar royndir, ið skulu klárast, frá konginum, og síðani eina frá Lorkuleggi. Tilsamans eru fýra royndir, eins og í tí fyrra ævintýrinum. Gentan hevur tríggir dagar at gita navnið hjá Lorkuleggi. Eisini eru bæði ævintýrini gandakend, og hava yvirnátúrlig og óveruligar hendingar. Bæði ævintýrini hava eisini góðir endar, har kongsparið liva eydnusæl saman og hava frið.
552
Hóast at hesi ævintýrini eru sera lík, eru eisini ólíkar at finna. Ein tann stórsti munurin er millum hetjunar í søgunum. Onnur hetjan er kallkyn og hin er kvennkyn. Í tí fyrra ævintýrinum er objektið kongsdótturin og eydnan, í tí næsta ævintýrinum er objektið eydna og barnið.
553
Summi vilja vera við, at tað er komin inflasjón í nýggju vørurnar, ið verða mentar nú á døgum. Ein vøra kappast við aðra, og serstøk tiltøk eru neyðug, fyri at fáa tokka frá kundunum. Roynt verður at sannføra kundarnar um, at júst ein serstøk vøra er nakað heilt serligt. Men við tíðini gerst verri og verri at vekja undran og virðing hjá keyparanum, og tískil noyðast ofta heldur víðgongdar ætlanir at setast í verk, til tess at halda fast á kundaskaranum, ella at fáa fleiri kundar at leggjast afturat.
554
Í 2015 byrjaði Stórigarður sum næsta felag í Føroyum at framleiða og selja sushi. Áðrenn Stóragarð var tað einans Etika, ið framleiddi hesa føði til føroyingar. Tað er Miklagarður ið stendur aftanfyri Stóragarð, og sushi úr Stóragarði verður eisini einans selt í handlum, ið eru undir samtakinum hjá Miklagarði, Mylnuni og Bónus. Tá ein vøra er nýggj á marknaðinum, er sum vera man neyðugt hjá fyritøkuni at lýsa við henni, og soleiðis var eisini í førinum hjá Stóragarði. Lýsingin "Ráa freistingin" varð framleidd, og lýsire hon, hvat Stórigarður er og hvør vøra teirra er.
555
Í lýsingini, ið er á akkurát ein minutt, síggja vit høvuðspersónin, ið er ein ung kvinna. Leiklutur hennara verður leiktur av Ragnhild Dam. Hon liggur í eini song inni í einum skýmligum kamari. Við lið hennara liggur ein persónur, ið ikki sæst andlit á, men hómast kann at hetta er eitt mannfólk. Kvinnan reisir seg upp, situr á songarstokkinum, og fer oman einar trappur. Í næsta brotinum sæst kvinnan í einum bili, har hon situr á baksetrinum. Síðani sæst kvinnan inni í einum handli, har hon fer yvir móti kølidiskinum og tekur út ein bakka av sushi úr Stóragarði. Eingin monologur ella dialogur er, men vit hoyra tankar hennara í eini forteljararødd. Tað er røddin á kvinnuni sjálvari, ið er forteljararøddin. Røddin er teskandi og lokkandi, men samstundis innilig. Røddin greiðir frá, hvussu hon tráðar eftir ein hvørjum, ið minnir mest um ein forboðnan longsul, ið kvinnan ber innan í sær. Hendan tráðan verður lýst sum "tráðanin eftir tí nýggja, fríska, ráa". Sushi, ella Stórigarður, verður ikki nevnt, og tað er ikki týðiligt, at tráðanin hjá kvinnuni er eftir hesi eysturasiatisku føðini. Heldur ber røddin brá av sensualiteti, og um ein ikki veit betur, kunnu orðini lættliga tulkast sum nakað seksuelt. Saman við ljósinum og litunum gevur røddin lýsingini ein seksuellan, tølandi undirtóna. Litirnir inni í kamarinum eru mjúkir og kámir, og serliga ganga litirnir blátt og reytt aftur. Reyði liturin vísir á tað erotiska, meðan blátt virkar sum ein mótstøða mótvegis tí reyða. Tá kvinnan er í kamarinum, skifta litirnir títt, eins og berjast teir fyri hvør síni søk, og kvinnan noyðist at gera upp við seg sjálva, hvat hon vil. Tá hon so reisir seg og ger av at fara út úr íbúðini, tekur reyði liturin yvir, meðan blái liturin ikki longur sæst. Hendan tvístøða, sum kvinnan stendur í, sæst væl á filmsklippingini í lýsingini. Klipt verður javnan frá ymsum vinklum, frá at kvinnan annaðhvørt liggur, situr ella stendur. Ein ófriður hómast, og sæst hetta eisini á upptøkutólinum, ið ikki stendur stilt, men ristist og flytir seg við rørslunum hjá høvuðsleiklutinum. Tá komið verður inn í handilin, broytast litirnir í myndini. Inni í handlinum er ljóst, og aðrir litir enn blátt og reytt síggjast. Hetta skift í litum og huglagi kann vera mynd uppá, at innan í henni er hon komin til sættis við støðuna, og hevur tikið eina avgerð, ið er at fylgja tráðan síni og ganga yvir móti máli sínum. Huglagið, ið áður tyktist tungt, ivandi, og bar brá av longsli, er nú skift út við vilja, nøgdsemi og miðvísi.
556
Hóast hetta er ein lýsing fyri eina sushi fyritøku, er eingin ivi um at snildir eru nýttar til tess at gera lýsingina gátuføra og lokkandi. Tað er ikki fyrr enn í endanum, at kvinnan tekur sushibakkan í hondina, og røddin nevnir Stóragarð og teirra altíð nýgjørda sushi, at ein sum hyggjari kann vera vísur í, at tað ein júst hevur hug eftir, var ein sushi reklama. Tá kvinnan er í kamarinum, ber lýsingin nevniliga brá av tráðan eftir nøkrum, ið ikki er loyvt. Kvinnan, ið er í kamarinum við einum manni, liggur og hugsar um tað "nýggja", ið hon so væl kundi hugsað sær at fingið fatur á. Tá hon nevnir "tað nýggja", hyggur hon yvir á mannfólkið, ið liggur við lið hennara og óvitandi svevur fastan. Hetta nýggja verður lýst á ein slíkan hátt, at tað kann vera mynd uppá eitt annað mannfólk enn hann, ið liggur í songini, og sum kvinnan vil hava. Fjálturin og órógv hennara lýsir tvístøðuna, ið hon stendur í; at fara frá tí einstáttaða til tað áhugaverda. Litirnir ið skiftast, vísa við tí reyða á hug hennara, og við tí bláa á tað trygga grundarlagið, ið hon átti at virðismett og ikki spælt hetta vandamikla spælið við. Hon velur tó tað forboðnu loysnina, og tá hon situr í bilinum, hómast eitt friðsælt brá á andliti hennara. Tað tykist, sum er hon komin ásamt við kenslur sínar, og nú sær fram til fyristandandi gleðina, ið hon um eitt lítið bil kemur at uppliva.
557
Sjónvarpslýsingin er ein urban og alheims frágreiðing, sum selur eina serstaka og náttúrureina føroyska vøru. Hetta er um eina føroyska vøru, sum tó ikki vísir Føroyar á nakran hátt, og tí fyri tað kundi gingið fyri seg í onkrum øðrum býi, enn júst Tórshavn, og eisini í einum heilt øðrum landi. Einasta orsøkin til, at ein sum hyggjari kann vita, at hetta gongur fyri seg í Tórshavn, er at mong munnu kenna Mylnuna aftur, ið er har brotið, tá kvinnan tekur upp sushibakkan, er tikið upp.
558
Í lýsingini verður sex og erotikkur nýtt fyri at lýsa mat, og hetta er neyvan uttan orsøk. Menniskjað hevur nakrar grundleggjandi tørvir, og matur og sex eru nakrir teirra. Ein tørvur er tískil nýttur fyri at lýsa hin betri. Sum heild er sex nakað, ið selur, og sum hevur eina lokkandi ávirkan á flest fólk. Sex er fyri menniskjað nátúrligt, men ofta verður tað viðgjørt á ein forvitnisligan og mestsum bannaðan hátt. Ótrúskapur er næstan tabu, og tí er tað avgjørt áhugavert, at Stórigarður á ein slíkan hátt myndar hetta tabu í lýsing teirra. Hetta er tó ikki gjørt á ein ágangandi hátt, og hóast seksuellu undirtónarnir í lýsingini eru lættir at hóma, er ótrúskapurin hjá kvinnuni ikki so framtraðkandi. Og tá hon kemur fram til longsul sín, málið, ið er sushi, fánar ivingarsemið mótvegis lýsingini, og hyggjarin situr eftir við eini kenslu av at "tað var bara sushi", og at gerð hennara tískil ikki longur er ein svikagerð. Spurningur kann setast við, um lýsingin objektiverar kvinnuleiklutin sum nakað seksuelt og tølandi, og um kvinnur eru lokkandi, syndafullar verur, ið ikki hava nokk í einum, men hava eina inniliga tráðan eftir tí forboðna. Hóast endamálið einans var sushi, verður kvinnan lýst sum ein ótrúgv kvinna, ið svíkur mann sín, í vón um nakað betri.
559
Seksualitetur tosar til allar aldursbólkar. Inniligleiki, svik og umsorgan á einum skíggja tosar til kenslur okkara, og gerast vit alt í einum bitin av hesum. Sushi er lutfalsliga nýtt hjá okkum í Føroyum, og Stórigarður hevur uttan iva roynt at rakt ein so stóran aldursbólk sum møguligt við lýsing sínari. Tó er kent, at tað er ungdómurin í einum samfelagi, ið skal skoyta og kemur at skoyta ymiskt nýtt upp í samfelagið. Tí verður við lýsingum ofta roynt at venda sær til tey ungu, og fáa tey at taka ímóti ein hvørjari vøru. Og í hesum føri vil eg vera við, at tað hevur eydnast rættiliga væl. Lýsingin hevur alt tað, ið eini lýsing krevst, fyri at fáa hyggjaran við. Í samband við hesa lýsing, rennur mær í huga eina aðra lýsing, ið fyri nøkrum árum síðani varð varpað út í Sjónvarpi Føroya. Hetta var ein lýsing fyri Tannlæknafelagið, ið hevði til endamáls at varpa ljós á týdningin av at nýta tanntráð. Í hesi lýsing var eisini ein sterkur seksuellur undirtóni, ið var nógv meiri beinleiðis, enn undirtónin í "Ráa freistingin". Lýsingin fyri Tannlæknafelagið byrjaði við spurninginum "hvussu var tað fyrstu ferð?", har leikararnir tá skuldu greiða frá, hvussu tað var fyrstu ferð tey nýttu tanntráð. Áhugavert er her at nevna, at eisini Ragnhild Dam var leikari í hesi lýsing. Lýsingin legði tó sera nógv upp til, at tað ikki snúði seg so nógv um tanntráð, men heldur um, hvussu teirra fyrsta seksuella uppliving var. Tað varð nógv tosað og kjakast um hesa lýsing, og summir hyggjarir vildu vera við, at lýsingin ikki var egnað børnum, og at hon var beinleiðis flóvisligt at hyggja eftir. "Ráa freistingin" hevur tó ikki fingið tílík ring skoðsmál, og kemst hetta møguliga av, at seksuelli tónin í lýsingini er meiri fjaldur, enn tann í áður nevndu lýsing.
560
Endamálið hjá Stóragarði kann sigast at hava eydnast. Sølan av sushi tykist at ganga væl, og ungdómurin hevur tikið væl ímóti hesum leskiliga gloypibita. Tá ein sum nýggj fyritøka kemur inn á marknaðin, er ofta neyðugt at leita sær til heldur serstakar loysnir. Tað er áhugavert, at sex skal selja, og at seksualitetur ger okkum forvitin. Men tá ein veit, at sex selur, hví so ikki selja vøru sína á bestan hátt, júst sum Stórigarður gjørdi.
561
Stuttsøgan byrjar in medias res, og einki annað enn hvat fer fram og verður hugsa inni í handlinum, verður lesarinum upplýst. Frá tí at høvuðspersónurin stendur í bíðirøð til nikotinstinkandi gentan kemur til hin kassan, ið er endin av søguni, fer alt fram inni í handlinum, og tí er her talan um tíðarraðabygnaða, har ið gongdin fer fram í tíðarrøð. Einki er av framlitum í søguni, men tó er afturlit, tá ið høvuðspersónurin minnist aftur á fyrstu ferð, piparfruktin kom í handlarnar. Søgan verður søgd samstundis, sum hendingarnar fara fram, og er tí søgd við medlit. Hendingarnar fara fram inni í einum matvøruhandli og fevna um eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið á eini tíggju minuttur til eitt korter, har ið høvuðspersónurin stendur í røðini og bíðar ótolin. Umhvørvið verður sætt og greitt lesarinum frá ígjøgnum eyguni og hugsanirnar hjá høvuðspersóninum, ímeðan hon stendur í bíðirøðini og eygleiðir umstøðurnar.
562
Teir tveir kassarnir í handlinum eru tætt at inngongdini við sjálvvirkandi glashurðunum, og lesarin verður gjørdur kunnugur um, at veðrið er av tí góða júst hendan dagin. Tað er ein sjáldsamur vakur, stillur og ljósur gerandisdagur, og hettar bendir á, at veðrið fyri tað mesta er ringt og keðiligt. Av tí sama, er ikki óhugsandi, at søgan fer fram í Føroyum, orsakað av tí ofta ringa veðrinum, og eisini hvussu høvuðspersónurin umtalar piparfruktina, tá ið hon fyrst kom í handlarnar. Sosiala umhvørvið verður ikki væl upplýst í stuttsøguni, og hóast klædnastílin hjá fennikumanninum, ber ikki til at siga við vissu, um hann er fátækur ella fíggjarliga væl fyri. Hettar leggur høvuðspersónurin eisini dent á, tá ið hon eygleiðir hann, ímeðan bíða verður í røðini. Tó kann viðmerkjast, at handilin tykist at vera fremmant umhvørvi fyri fennikumannin. Høvuðspersónurin, ið skal sigast at vera regluligur kundi í matvøruhandlinum, er fulvissur í, at ongar fennikur eru at finna í handlinum, og at maðurin bert hevur verið sera heppin í sínum óvitni. Í stuttsøguni verða hátalari og sms-ir eisini nevnd, og av tí sama kann ein kanska hugsa sær, at hendingarnar fara fram í dag. Í hvussu so er, er tað ikki langt burturi frá, at søgan er viðkomandi fyri nýmótanstíð, har ið hátalarir og sms-ir verða brúkt so at siga gerandisliga.
563
Høvuðspersónurin í søguni verður ikki nevndur við navnið, men tó verður lesarinum upplýst, at talan er um eitt konufólk. Hettar sæst á sjeyndu síðuni, har ið tað stendur - "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi". Eingi nøvn eru í stuttsøguni, og vit fáa at vita, at høvuðspersónurin stendur ótolin í eini langari bíðirøð til kassan. Tá ið fennikumaðurin kemur at standa aftanfyri seg, byrjar hugflogið at seta í gongd, og bæði tankar og gitingar koma fram. Tað sæst á høvuðspersóninum, at hon onkursvegna verður illa til passar av manninum, og hvussu fast hann heldur fennikuni í hondini. Hon øsist spakuliga inná støðuna hjá sær, og tykist at hava hug til at skelda mannin. Ímeðan staði verður í røðini, og høvuðspersónurin eygleiðir unga dreingin við kassan, sum longu hevur rópt í hátalaran um hjálp at koma til hin kassan, koma møguligar sjálvsroyndir hjá henni fram. Hon sigur, at ímeðan hesin ungi drongurin, ið er nýggjur í starvi, stendur og stríðist og strevist, sita hini starvsfólkini aftanfyri á lagrinum og roykja, senda sms-ir og tílíkt. Tá hettar er sagt, tykist tað, sum hevur hon sjálv verið í slíkari støðu, og tað sæst eisini, tá hon hevur hug til at taka synd í kassameistaranum. Hóast høvuðspersónurin bæði er ótolin og svangur, hevur hon ein skiljandi hugburð yvir fyri starvsfólkunum, sum veruliga gera sítt arbeiði. Hon ilskast kanska tí heldur inná fennikumannin, ið stendur aftanfyri seg og andar í nakkan á sær. Hettar er ein ógvuliga eygleiðandi og hugsunarsamur persónur, sum tykist at hava sterkar meiningar, tá ið tað kemst til aðrar persónur, men sum hon kortini heldur til sín sjálvs. Í øðrum orðum er hon dømandi og ger sær gitingar, um hví maðurin er ílatin sum ein arbeiðsleysur, og hugsanir um hvussu hann og konan gera mat heima
564
Maðurin við fennikuni er klænur og miðskeiðis í tríatiárunum. Hann gongur í sera slitnum inniskóm, og hevur hann eisini ein militergrønan jakka, ið tykist at vera ein nakað spontanur klædnastílur, sum hóskar til ein slíkan skundmiklan dag, um ein júst er komin inn um dyr, og hevur latið seg úr arbeiðsklæðum og tílíkum, og síðani brádliga verður biðin um at leypa til keyps. Um hugsa verður um umhvørvið í stuttsøguni, samsvarar hettar ikki væl við vanliga føroyingin, ið vanliga ikki er ílatin inniskóm, og so slett ikki einum slitnum parið. Av her kemst so eisini illgrunin hjá høvuðspersóninum viðvíkjandi fíggjarligu støðuni og starvi hjá manninum. Maðurin er giftur, ið sæst á giftiringinum á fingrinum, og hann heldur óvanliga fast um fennikuna, ið fær knúgvar hansara til at hvítna.
565
Søgan verður søgd við innara sjónarhornið, har ið lesarin fylgir høvuðspersóninum og hennara hugsanum ígjøgnum allan tekstin. Málburðurin í tekstinum er væl skiljandi, men kortini tykist tað, sum eru nógv óneyðug lýsingarorð og setningar. T.d í byrjanuni av stuttsøguni hoyrist, at høvuðspersónurin hevur hug til at leypa á viðkomandi frammanfyri seg í røðini, og skræða hann í seg. Tað er ein ógvuliga langur setningur, bert fyri at lýsa hvussu svangur ein er. Harafturímóti gevur tað søguni ein onkursvegna fangandi lesna, og lesarin verður noyddur til at hugsa eitt sindur meir enn vant. Tó skal viðmerkjast, at tað ikki er torført, at skilja týdningin í slíkum setningum. Tað ber kanska her til at samanbera við eyðkennið frá barokk stílinum, har ið tað er ein nakað grovur og oyðslusamur háttur at skriva uppá. Oyðslusamur á tann hátt, at lýsingin kundi ivaleyst verið munandi styttri og øðrvísi orða, við minni blóðugum orðum. Av tí sama er huglagið á ein hátt nakað áleypandi, ella illfúsið, og háðandi, tá ið hugt verður at hugsanunum hjá høvuðspersóninum, og hvussu hon lýsir øll fólkini, ið koma og fara í handlinum. Myndamálið í søguni er kanska heldur torskilt enn einfalt, og lesarin verður noyddur til at kannað gjølla eftir, hvør týdningurin kann vera.
566
Í stuttsøguni verða tey skundisligu fólkini samanborin við ránsdjór, har tey eru á veiðu eftir dagsins fongið, ið kanska kundi ímynda dagsins døgurða. At fólk eru íðin eftir at keypa, og ótolin tá tað kemst til at standa í røð, kann samanberast við hungurin hjá einum svongum djóri, ið sleikir sær um kjaftin tá máltíðin er í nánd. Hettar ger rithøvundurin eisini á fyrstu síðuni, har tað stendur - "øll við sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni." og "Tað skríður í tøkutonnunum nú, so eg.". Eyðkenni fyri slíka ímyndan er metaforur, og ikki samanbering, orsakað av at tað verður sagt óbeinleiðis. Annað dømi uppá møguligt myndamál er fennikan, ið maðurin so kroystandi heldur um, soleiðis at knúgvar hansara hvítna. Av tí at maðurin hevur ein giftiring á fingri sínum, byrjar høvuðspersónurin at lukta angan av fennikuni, orsakað av at ringurin borar seg niður í hana. Tað er ikki óhugsandi, at rithøvundurin hevur sett hesi bæði í samanhang, við tí málið fyri eyga, at hettar skal ímynda eitt parlag, antin av tí sterka ella veika slagnum. Um fennikan verður tulka sum parlagið hjá fennikumanninum, og møguligi konu hansara, er hettar kanska orsøkin til, at hann heldur so fast um hana. Um ein ikki heldur væl fast í fennikuni, flýggjar hon møguliga burtur, sum eisini verður nevnt í tekstinum á síðu sjey - "Og kanska heldur hann, at hon flýggjar, um hann ikki gøllheldur henni.". Høvuðspersónurin heldur ikki mannin vera rættsiktaðan, og soleiðis kann tað ivaleyst eisini skiljast. At maðurin er bangin fyri at missa konu sína, ella í hesum førum fennikuna, um hann ikki heldur nóg fast í henni, er skaðandi. Tað er bæði sunt og ósunt fyri støðuna, sum eisini kemur til sjóndar, tá ið angin av fennikuni spýrar í luftini. Um hann ikki heldur fast missur hann hana, men av tí sama oyðileggur hann hana. Hettar kann møguliga tulkast sum ein áheitan, har ið neyðugt er at finna javnøki, um eitt, í hesum førum, hjúnaband skal varðveitast. Tað er ikki sannlíkt hvussu ein og hvønn ímyndan skal tulkast, og tí eru eisini ofta ymsir týdningar. Um fennikan ímyndar hjúnaband, er hugsandi, at hettar eisini er orsøkin til, at høvuðspersónurin ilskast inná mannin í bíðirøðini. Vanliga verður ein illur, um annar hevur eitt hvørt, ið ein sjálvur saknar. Møguliga hevur hon verið í einum óeydnaðum parlagið, ella ongantíð sjálv roynt tað, og verður tí smá ill av tankanum. At hon á síðu fimm sigur - " Við endan á ermuni á militergrøna jakkanum, har hondin hjá honum kagaði útundan, sá eg tá - ikki eina hondgranat - men." tykist innibera speisemi, heldur enn ein ímyndan. Speisemi kemst av, at hann gongur í einum militergrønum jakka, men skuldi ein tulka myndina, ber her til at seta í samband við hjúnabandið aftur. At byggja upp eitt hjúnaband fyrigongur yvir eitt langt tíðarskeið, vanliga í hvussu so er, men lítið og einki skal til, samanborið við uppbyggjanina, fyri at skræða bandið í sundur. Sama er við eini hondgranat, har viðkomandi bert skal taka jarn pinnin úr hongslinum, og síðani fer hon í luftina. Sera einkult at nýta, men torført at framleiða. Eisini skal viðmerkjast, at fennikan er, samanborið við piparfruktina, sera spennandi og fer neyvan at verða keðilig, sum tíðin líður. Yvir longri tíð kann eitt hvørt parlag blíva keðiligt og missa neistan, og tí er spennandi, at hann keypur eina fenniku, ið er heldur sjáldsom.
567
Nøkur temu í søguni eru kærleiki - hatur og gerandisdagar. Høvuðspersónurin ilskast inná mannin, og maðurin elskar konu sína, so her eru mótsetningar uppi ímóti hvørjum øðrum. Av tí at hettar er ein gerandisdagur, og fólk eru svong eftir langan arbeiðsdag, er ikki til at vita, hvørjum ein rennur seg á í eini slíkari røð sum hesari. Ein giftur maður í slitnum innanduraskóm og militerjakka, at kassin frystur og alt steðgar upp, ella at nikotinstinkandi gentan enduliga ger sítt arbeiði. Lívið hevur ein hóp av óvæntaðum at bjóða uppá, og tí ræður kanska eisini um, at ikki vænta ov nógv av nøkrum. Møguligt vónsvik kann liggja um hvørt horni, og um tað er heima ella úti, er ikki álagt. Á sama hátt gerst lívið spennandi og áhugavert, eins og fennikan er óvænta at finna í matvøruhandlinum, er hon spennandi og tekur av bóli.
568
Ævintýrið, "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er skaldskapur av mannamunni, tí at vit fáa ikki at vita um nakran ávísan rithøvunda, men ævintýrið er blivið fortalt ígjøgnum tíðirnar.
569
Ævintýrið er blivið sagt frá í einari beinari tíðarrøð. Tað eru eingi afturlop ella vendingar í tekstinum. Frásøgnin er prentað á vanligum føroyskum skriftmáli. Hetta er gerandis mál, tí í tekstinum er einki sum bendir á gamlan málburð ella háføroyskan málburð.
570
Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein vitugan drong, ið fer heimanifrá, av tí at faðir hansara ikki longur klárar at breyðføða honum. Drongurin ger av, at fara og finna sær eitt arbeiði og fær hann tað frá konginum í kongsgarði hansara. Hann verður væl dámdur og verður tí tikin fram um teir høgu harrarnar, sum vóru har framanundan. Teir høgu harrarnar gera tí av, at lúgva um drongin fyri konginum, sum avleiðing, endar drongurin við tórførum uppgávum. Tað blivu tilsamans 4 lygnir, tann fyrsta var um eina vakra fuglafjøður, tann næsta var um at finna makan til henda fugl, tann triðja var at heinta upp sjey tunnur av ertrum og tann síðsta var at fáa kongsdóttrina heim aftur. Fyri at fáa hjálp við hesum uppgávum, fer hann í eitt hús í skóginum har tríggir menn búgva. Eftir at drongurin hevur klárað allar uppgávurnar, gera hann og kongsdótturin av, at fortelja konginum um allar lygnirnar, sum teir høgu harrarnar høvdu logið fyri konginum. Síðani blivu harrarnar brendir á báli. Drongurin fær til síðst kongsdóttrina og ríkið eftir kongi, tá hann doyr. Tey áttu nógv børn og livdu eitt enduríkt lív.
571
Í hesum ævintýri eru fýra frásøgu kynstur galdandi. Tað fyrsta kynstri, sum er við í hesum ævintýri er; "trýtals kynstrið". Hetta sær man, tá ið tað eru trý av onkrum í ævintýrinum. Í júst hesum ævintýri koma nógv at hesum dømunum til sjóndar. Fyrst hava vit teir tríggir mennirnir úti í skóginum, teir tríggir vegirnir niðri á havbotninum, tey trý tornini og tá drongurin hevði drukkið trýggjar ferðir av krukkuni, varð hann mentur at taka svørðið av naglanum og gera av við sjótrøllið.
572
Næsta kynstri sum kemur til sjóndar, er; "endurtaks kynstri". Hetta merkir, at vit hoyra tað sama endurtaka seg í tekstinum. Í hesum ævintýri hava vit eitt einstakt dømi uppá júst hetta, sum er aftursvarið frá teimum trimum monnunum í skóginum, sum verður endurtikið fýra ferðir; at tann fyrsti tekur synd í dreinginum, tann næsti samtykkir og biður tann triðja leggja honum ráð til rættis og tann triði gevur honum ráðini.
573
Tað triðja kynstrið er tann gandakendi alheimurin. Tað vísur á, at vit fara frá einum veruligum alheimi til ein gandakendan. Hetta hava vit dømi um í hesum ævintýri. Drongurin sígur niður eftir línuni til hann kemur til heimið hjá sjótrøllinum, har tað eru grønir vøllir við gøtum og tornum. Í hesum gandaheimi finna vit eisini eina krukku, við gandadrikki. Drekkur drongurin av hesum gandadrikki, fær hann megi at gera av við sjótrøllið.
574
So koma vit til tað síðsta kynstrið, sum er; "Siðalæra". Tað kemur av tí, at vit sanniliga læra nakað av hesum ævintýri. Tí sum vit síggja allar fyrst í ævintýrinum, livir drongurin í tronkum korum, av tí at faðir hansara fær ikki givið honum, tað ið honum tørvar, tildømis mat, sum eisini verður nevnt. Hann verður tí noyddur at fara út og leita sær eftir einum arbeiði. Longri vit lesa ígjøgnum ævintýrið, kemur drongurin í eina mótstøðu frá teimum høgu harrunum, sum misunna honum hansara vitan.
575
Høvuspersónurin í hesum ævintýri er drongurin. Vit faa einki nágreiniligt at vita um hann, men vit fáa innlit í at hann er fátækur, av tí at pápi hansara klárar ikki at geva honum mat í munnin. Hetta ger hann til eina antihetju.
576
Síðani fær hann arbeiði og klárar at fáa kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, og ger hetta hann til eina hetju.
577
Hann hevur klárað alt og fær afturløn. Hann fær kongsdóttrina, ríkið, nógv børn og eitt endurríkt lív. Stutt sagt endar hann við, at verða ríkur og eydnusamur.
578
Síðani hava vit ein kong, kongsdóttirm hansara arbeiðarar, sum eru teir óndu høgu harrarnar og teir tríggir mennirnar.
579
Ævintýrið kann setast inn í aktant frymilin. Fyrst hava vit kongin sum gevara, tí hann gevur dronginum dóttir sína sum finningarløn. Hetta førir við sær at kongsdótturin er objekt, meðan drongurin er mótakari. Drongurin kemur út fyri einari mótstøðu, og er tað her at vit hava harrarnar sum lúgva, fyri kongi, um drongin. Harrarnar royna at gera av við hann, men tó eydnast tað teimum ikki, tí báturin vildi ikki sigla uttan hann er við umborð. Tann næsta mótstøðan er sjótrøllið, av tí at hann hevur rænað kongsdóttrina við sær í dýpið, har eingin hevur kunnað fari og bjarga henni, uttan drongurin. Hetta ger so drongin til subjekt í ævintýrinum. Drongurin fær góða hjálp frá teimum trimum monnunum úti í skóginum, ígjøgnum allar fýra lygnirnar, og blíva teir til hjálparar.
580
Í ævintýrinum koma nøkur myndamál til sjóndar. Eitt nú, teir tríggir mennirnir, sum eru mynd uppá tríeindina, faðirin, sonarins og heilagaðan anda. Tí í gjøgnum allan tekstin, fær drongurin hjálp frá teimum trimum monnunum. Tá ið einum tørvar hjálp, boðar hann eftir faðirinum, sonarins og tí heilagaða andanum.
581
Sjótrøllið myndar tað ónda og vandamikla. Sum vit síggja ígjøgnum tekstin, so er tað sjótrøllið, ið hevur rænað kongsdóttrina. Tað fær tað ónda í konginum fram, tí hann vil hava dóttur sína aftur.
582
Drongurin bindur kongsdóttrina í ta tjúkku línuna, og sjálvur bindur hann seg í tað klænu línuna. Hetta er mynd uppá stættarmunin millum teirra. Kongsdótturin fær ta tjúkku línuna, tí hon er í yvirklassanum, meðan drongurin fær tað klænu línuna, tí hann er í undirklassanum.
583
Skógurin er mynd uppá tað fremmanda og myrka. Drongurin fær hesar uppgávurnar frá kongi av lygnum, og fær ikki sagt nakað ímóti. Hann fer í skógin, inn í tað myrka, at leita, tí hann er keddur og alt er so fremmant fyri honum, av tí at hann ikki býr hjá pápa sínum longur.
584
Harrarnir verða brendir á báli, og er hetta ein mynd uppá kristindómin. Fyrr í tíðini brendi man heksur á báli, av tí at tær dugdu gand. Tískil blivu harrarnir brendir á bálið, av tí at teir høvdu logið uppá drongin.
585
Teksturin er religiøsur, utfrá at gud verður ofta nevndur. Tildømis síggja vit at drongurin skal biða gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka dýri og heinta ertrarnar upp. Kongurin gongur í kirkju og hevur harrarnar við sær.
586
Tey flestu ævintýrini hava ævintýreyðkennini; trý talið, tað ónda og góða, lív og deyði, og fátæk og rík. Hesi eyðkennini síggja vit í hesum ævintýrið, eins í ævintýrinum um Øskufíu. Í ævintýrinum um Øskufíu, doyr pápi hennara, og tá kom vend í. Fosturmóðurin slapp at ráða yvir henni. Hetta dømi síggja vit í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjóðtrøllinum. Tó doyr pápin hjá dronginum ikki, men pápin má biða hann fara heimanífrá at finna sær arbeiði, tí hann var ikki mentur at breyðføða dronginum.
587
Øskufía verður síðani arbeiðsgentan hjá fosturmóðurini og skal gera júst tað, ið hon biður hana og kann einki siga ímóti henni. Í ævintýrinum um drongin, blívur hann eisini arbeiðsdrongurin hjá kongi. Hann skal gera hesar fýra uppgávurnar fyri kongin, sjálvt um hann heldur tað verða ómøguligt hjá honum at klárað, og sleppur ikki undan.
588
Forsturmóðurin er tann ónda, tí hon vil ikki lata øskufíu sleppa til veitsluna hjá prinsinum. Og hetta kann samanberast við tað ónda sjóðtrøllið, tí tað hevur rænað kongsdóttrina.
589
Trý talið kemur aftur í báðum ævintýrunum. Tildømis í ævintýrinum um Øskufíu síggja vit tær eru tríggjar systrar. Og í ævintýrinum um drongin, eru tað teir tríggir mennirnir. Eisini ringir klokkan tríggjar ferðir í ævintýrinum um Øskufíu. Drongurin drakk tríggjar ferðir av krukkuni.
590
Øskufía fær hjálp frá djórum, somuleiðis fær drongurin í hesum ævintýrið hjálp frá fuglum.
591
Tá Øskufía kemur inn til brúdleypið hjá prinsinum og systrini, verður prinsurin órtúliga glaður og ger av at gifta seg við henni. Tey blivu gift og livdu eitt endurríkt lív. Sama er við ævintýrinum um drongin, eftir at hann hevði dripið sjóðtrøllið og fingið kongsdóttrina heim, fingu tey kongaríkið eftir at kongurin doyði. Tey áttu nógv børn og vóru góð í allar ævir.
592
Stuttsøgan er um eina kvinnu, sum stendur í eini bíðirøð í einum matvøruhandli. Bíðirøðin er long og kvinnan stendur aftast í røðini, og skal bara keypa tvær vørur. Ein klænur maður miðskeiðis í tríati árunum kemur innar í handilin, og lítla løtu seinni stendur hann aftanfyri kvinnuna við eini fenniku í hondini. Ein ungur drongur situr við kassan, og gjaldskipanin frystir og hareftir steðgar bíðirøðin fullkomiliga upp. Kvinnan granskar mannin aftanfyri seg í bíðirøðini sera gjølla, og ger sær sínar egnu hugsarnir um øll møgulig viðurskiftir, og tað setir lesaran í samband við ein vanligan gerandisdag í einum matvøruhandli. At enda í stuttsøguni kemur ein nikotinstinkandi smágenta til hin kassan.
593
Stuttsøgan fevnir um eini tíggju minuttir ella í hægstalagi eitt korter. Í søguligari tíð kann man siga at stuttsøgan gongur fyri seg í nú'inum í Í stuttsøguni verður hátalari, elektronisk gjaldskipan og sms-boð nevnd, so tað eru prógv uppá at søgan gongur fyri seg í eini nýmótanstíð.
594
Stuttsøgan byrjar í medias res. Gongdin í stuttsøguni fer fram í tíðarrøð, so talan er um tíðarraðarbygnað við afturlitum. Gongdin í søguni fer fram í einum handli, og nógv bendir á, at tað er í Føroyum søgan fer fram. "Sjálvandi skuldi bíðirøðin vera long, og eg standa aftast, ein sjáldsama vakran dag sum í dag - ein stillur, ljósur, einsamallur góðveðursdagur, í longu bíðirøðini av físandi, døkkum, vátum illveðursdøgum". (Linja 2 - 4 s.
595
Veðurlagið í Føroyum er merkt av nógvum illveðursdøgum, og harvið nógv færri góðveðursdøgum eins og í søguni. Nógv peikar á, at tað kann vera um várið, tí tað er tann mest svikaliga árstíðin við veðrið.
596
Kassaøkið í handlinum er beint við inngongdina. Tað eru tveir kassar í matvøruhandlinum. Har arbeiða fleiri arbeiðsfólk, hóast bara ein er við kassan gjøgnum meginpartin av stuttsøguni. Annars er umhvørvislýsingin ikki serliga væl lýst í stuttsøguni.
597
Afturlit: "Eg minnist forrestin, tá piparfruktir ikki vóru keðiligar, men so nýggjar, ókendar og spennandi, at einans tey djarvastu vágaðu sær at keypa tær, og eg minnist eisini, hvussu tær so líðandi blivu vanligar og keðiligar sum øll hini keðiligu grønmetini." (l. 84-87 s. 6-
598
"Men eg visti tað, og eg hevði ikki funnið uppá at komið higar at keypt hasa fennikuna, sum hann nú stendur og kroystir til avlívs." (l. 91-
599
Hetta er eitt dømi um persóngerð. Persóngerð er, at óítøkilig hugtøk gerast ítøkilig og fáa menniskjansligar eginleikar. Tað er sum fennikan er eitt menniskja og hevur verið á lívið, meðan hon hevur ligið inni í handlinum.