text
stringlengths
1
888k
Hví hevur tú, Guð, okkum koyrt burtur med alla, hví rýkur tín vreiði móti tí fylgi, tú røktar? Minst til tín flokk, sum tú vanst tær í forðum! Gloym ikki arvagrein tína, Zions fjall, har tú býrt! Lyft upp tíni fet til tær ævigu toftir, í halgidóminum illa er fíggindin farin við øllum! Tínir fíggindar ýldu inni í samkomuhúsi tínum, síni merki teir settu sum merki har inni! Tað kendist, sum tá í viðalund øksir verða havdar á lofti. Alt skurðarverk, har inni var, teir við øksum og homrum høgdu sundur. Teir settu eld á halgidóm tín, í grund teir vanhalgaðu staðin, har sum navn títt hevur búgv! Teir søgdu í hjørtum sínum: «Týnum teir allar samlar!» Teir brendu øll Guðs samkomuhús um landið. Merki vár síggja vit ikki, profet hava vit ongan longur, hjá okkum er eingin, ið veit hvussu leingi! Hvussu leingi, Guð, skal fíggindin háða, øvundarmaðurin spotta títt navn allar ævir? Hví dregur tú hond tína til tín, krógvar tína høgru hond undir kappafaldi tínum? Og Guð er tó drottin mín úr forðum, hann ið frelsuverk útinnir á jørð. Tað var tú, ið kleyv havið við veldi, ið breyt høvur á drekunum á sjónum! Tað var tú, ið sló sundur Livjatans høvur og gav tey til føði fyri djór í oyðimørk! Tað vart tú, ið renna læt keldur og áir, ið turkaði upp teir avgomlu streymar! Tín er dagurin, og tín er náttin, tað vart tú, ið gjørdi til ljós og sól! Tú setti fyri jørðini markini øll, tú bjóst til summar og vetur! Og kortini fíggindin háðar, Harri, eitt fólk av dárum spottar títt navn! Gev ikki villdjórum turtildúgvu tína! Gloym ikki lív arminga tína um ævir! Hav sáttmálan í huga! Tí allir loynikrókar á landi eru fullir av órættar bølum! Lat ikki hin hjálparleysa venda aftur við skomm, lat hin arma og eyma tínum navni prísa! Reis teg, Guð, og fyri sak tíni stríð! Minst til tína háð allan dagin av dárum! Gloym ikki reystina á fíggindum tínum, í heilum hoyrist óljóðið av øvundarmonnum tínum!
Til songmeistarans, al tasjket, ein sálmur av Ásafi, ein songur. Vit lova tær, Guð, vit syngja tær lov; tey, ið kalla á navn títt, siga frá undurverkum tínum. «Um enn frest eg gevi, eg tó við rættvísi dømi. Um enn jørðin riðar og allir íbúgvar hennar, eg tó súlur hennar festi.» Sela. Við dárarnar sigi eg: «Verið ikki dárar,» við teir gudleysu: «Reisið ikki hornini! Reisið ikki horn tykkara móti himni, og verið ikki so nakkafattir í talu!» Tí at ikki úr eystri og ikki úr vestri, ikki úr oyðimørk og ikki úr fjøllum kemur hjálp, men Guð er hann, ið dømir, henda setir hann lágt, handa setir hann høgt. Tí at í Harrans hond er steyp, fult av skúmandi, kryddaðum víni, hann skeinkir tað einum eftir øðrum, sjálvt berskakan skulu teir tøma, drekka skulu allir gudleysir á jørð. Men eg vil gleðast um allar ævir og lov syngja Jákups Guði. Hann høggur øll hornini av óndum monnum, men rættvísir menn skulu bera hornini høgt.
Til songmeistarans; við streingjaleiki Kunnur er Guð í Júda, mikið er navn hans í Ísrael. Í Salem er tjaldbúð hans, á Zion er bústaður hans. Har breyt hann sundur boganna snarljós, skjøldur og svørð og bardaga vápn. Sela. Vegligur sýndist tú frá teim ævigu fjøllum. Herfongur gjørdust teir hugdjørvu kappar, fullu í dvala, møddust á hondum allir teir sterku seggir. Fyri hóttan tíni, Jákups Guð, blunda í svøvni bæði vagnar og hestar! Óttaligur ert tú, og hvør torir standa fyri vreiðinnar veldi tínum? Av himni tú dómin lætst ljóða, bivaði jørðin og stiltist, tá ið Guð seg reisti til dóms fyri at bjarga eyðmjúkum øllum á jørð. Sela. Tí mannavreiði má lovprísa tær, vreiðinnar leivdir mega veita tær sóma! Heitstreingi lovið og haldið fyri Harranum, Guði tykkara! Allir rundan um hann skulu koma við gávum. Høvdinganna mót hann kúgar, óttaligur er hann heimsins kongum.
Til songmeistarans, til jedutun, av Ásafi ein sálmur. Eg kalli á Guð, og eg rópi, eg kalli á Guð, at hann má meg hoyra! Á degi í trongd míni eg søki til Harrans, á nátt eru ótroyttiliga rættar út mínar hendur. Ongan ugga sál mín fær, eg stynji, og andi mín maktast. Sela. Stív standa eygnalok míni, í ørviti eg eri og havi einki mæli. Eg hugsi um fornar dagar, eg minnist á farin ár. Á náttartíð eg grundi í mínum hjarta, eg hugsi meg um og rannsaki mín anda. Vil tá Harrin allar ævir reka frá sær og onga tíð náði sýna meira? Er mildi hans uppi med alla, trúfesti hans á enda allan aldur? Hevur Guð tá gloymt at hava várkunn, ella í vreiði latið aftur fyri miskunn síni? Sela. Eg sigi tí: Hetta er harmur mín, at høgra hond hins hægsta er umskift! Eg havi í huga stórverk Harrans, tí eg minnist á tíni undur úr forðum. Eg hugsi um allar gerðir tínar, um øll tíni verk eg grundi. Í heilagleika var vegur tín, Guð, hvør er ein veldigur Guð eins og Guð! Tú ert ein Guð, ið undurverk innir, mátt tín tú kunngjørdi fólkanna millum. Við tínum armi tú loysti út fólk títt, synir Jákups og Jósefs. Sela. Vøtnini sóu teg, Guð, vøtnini sóu teg og skulvu, og dýpini gingu kyk. Skýggini glopraregn oystu, í lofti tað dundi, tínar ørvar flugu íkring. Tín torusláttur glumdi, ljósini lýstu fold, jørðin risti og skalv. Gjøgnum havið lá leið tín, gjøgnum stóru vøtnini gøtur tínar, ei sjónlig vóru fótaspor tíni! Tú fólk títt førdi sum eitt fylgi við hond teirra Mósesar og Árons.
Ein maskil; av Ásafi. Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð! Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum, sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá, sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi hans, frá teimum undurverkum, hann gjørdi. Hann setti upp eina samtykt í Jákupi, eina lóg hann grundaði í Ísrael, hvar hann beyð fedrum várum at kunngera tað sonum teirra, so at ein seinni slekt skuldi um tað vita, og børn, ið seinni vórðu fødd, kundu gera børnum sínum tað kunnigt og til Guð seta álit sítt, og ikki gloyma gerningar Guðs, men goyma væl boðorð hans, og ikki verða teirra fedrum líkir, ein tvør og ólýðin slekt, hjarta hennar var ikki staðfast, og andi hennar var ikki trúgvur móti Guði. Efraims synir vóru bogamenn, ið vendu undan í stríðinum. Teir hildu ikki sáttmála Guðs, og lóg hans teir ikki vildu fylgja. Gerningar hans teir gloymdu og undur hans, sum hann hevði teimum sýnt. Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. Um dagin hann teir leiddi við skýnum, alla náttina við ljósi av eldi. Í oyðimørkini hann klettarnar kleyv, og læt teir drekka av vatnsdjúpum stórum. Hann leiddi fram løkir úr fjalli og fekk vatnið at renna oman sum áir. Men teir hildu á at synda móti honum, og í oyðimørkini at treiskast móti hinum hægsta. Í hjørtum teirra teir freistaðu Guð og kravdu føði eftir teirra tykki. Móti Guði teir talaðu og søgdu: «Man Guð kunna reiða í oyðimørk borð? Víst sló hann á klettin, so vatnið fleyt, og áir runnu fram. Men man hann eisini kunna geva breyð og lata fólk sítt fáa kjøt?» Tí ilskaðist Guð, tá ið hann hetta hoyrdi, tað birtist ein eldur móti Jákupi, og vreiði kom upp móti Ísrael, tí at teir ei trúðu á Guð og ei litu á frelsu hans. Tá skýggjunum í erva hann beyð, og himmalsins dyr hann læt upp og læt regna manna yvir teir niður, hann himmalsins korn teimum gav. Einglabreyð fingu menn at eta, hann sendi teimum føðslu til mettu. Hann eystanvindin reisti á himli, hann sunnanvindin leiddi í mátti sínum fram. Hann læt yvir teir regna við kjøti sum moldrok, við fljúgvandi fuglum sum havsins sandur; hann læt teir falla millum tjaldbúðir teirra, íkring um bústað sín. Og teir ótu og almettir vórðu, hann gav teimum tað, teimum lysti. Men meðan teir enn høvdu matin í munni, tá reis móti teimum Guðs vreiði; hann drap teirra máttmiklu menn, og Ísraels ungu sveinar hann feldi. Og tó teir hildu á við at synda, og ei teir trúðu á undurverk hans. Tá í tómleika hann endaði dagar teirra og í hastiligari ræðslu teirra ár. Tá ið hann teir drap, teir til hansara søktu, teir vendu við og spurdu eftir Guði. Teir mintust, at Guð var klettur teirra, hin hægsti Guð endurloysari teirra. Teir sviku hann við munni teirra, lugu fyri honum við tungu teirra. Men hjørtu teirra ei hjá honum vóru føst, móti sáttmála hans teir ei vóru trúgvir. Men tó hann miskunnsamur er, synd hann fyrigevur, ikki hann oyðir; vreiði sína hann stillir ferð eftir ferð, heldur aftur við allari ilsku síni. Hann minnist, at teir eru kjøt, ein andablástur, ið hvørvur med alla. Hvør ofta í oyðimørkini teir vóru honum tvørir, voldu honum harm har úti á heiðum! Ferð eftir ferð teir freistaðu Guð og voldu hinum heilaga Ísrael móð. Teir mintust ei á hond hans, ei heldur tann dag, hann teim undan fíggindanum slepti. Hann, sum í Egyptalandi gjørdi tekin síni, og á Zóans mark undurverk síni, skifti áir teirra um til blóð, so at ikki var drekkandi vatnið; sendi mýggjabitar at teim, ið ótu teir, og froskar, ið teir oyðiløgdu; gav grashoppum avgrøði teirra, og flogkyktum alt heystið teirra; drap við heglingi víntrø teirra, morberjatrø teirra við frosti; oyddi fenað teirra við sótt og øll teirra neyt við sjúku; sendi at teim sína brennandi vreiði, ótokka, móð og grimd, eina sendiferð av ólukkueinglum; breyt fyri ilsku síni slóð, spardi ei sálir teirra frá deyða, læt drepsótt taka teirra lív. Feldi teir frumgitnu allar í Egyptalandi, mansalvans frumgróður í tjøldum Kams. Læt fólk sítt fara avstað sum eitt seyðafylgi, rak tey í oyðimørkum sum eina gongu; leiddi tey í trygdum, so tey ei ótta kendu, meðan havið fjaldi fíggindar teirra. Førdi tey til sítt heilaga land, tey fjøll, sum hans høgra hond vann; rak undan teimum fíggindar teirra, læt jørð teirra falla teimum í lut, og læt í tjøldum teirra ættargreinir Ísraels seta búgv. Men tey treiskaðust móti Guði, hinum hægsta, og boðorð hans ikki tey hildu. Tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra, sviku eins og veikur bogi. Tey harmaðu hann við offurheygum teirra, eggjaðu hann við skurðgudum teirra. Guð tað hoyrdi, og vreiður hann gjørdist, og av Ísrael hann deyðleiður var. Hann flutti frá bústaði sínum í Silo, tí tjaldi, hann hevði reist millum manna. Læt stoltleika sín í fangilsi fara, gav dýrd sína upp í fíggindavald. Hann legði sítt fólk fyri svørðið, og ilskaðist inn á arvalut sín, tess ungu sveinar át eldurin upp, tess moyggjar fingu ei brúðarkvæði, tess prestar fullu fyri svørði, tess einkjur sluppu ikki at gráta. Tá vaknaði Harrin sum ein, ið svevur, sum ein kappi, ið er avdrukkin av víni. Hann sló fíggindar sínar á bakið og læt teir fáa eina æviga skomm. Tó hann vrakaði tjaldbúð Jósefs, Efraims ættargrein hann ikki útvaldi. Hann ættargrein Júda sær valdi, Zions fjall, sum hann elskar. Hann sín halgidóm bygdi sum tey høgu fjøll, grundaði hann um ævir eins og heimin. Hann valdi sær Dávid, tænara sín, og frá seyðarættunum tók hann. Læt hann koma frá djórum, ið geva at súgva, til tess Jákup at røkta, sítt fólk, og Ísrael, arvalut sín. Hann røktaði tey av reiðuligum hjarta, leiddi tey við vísari hond.
Í óðal títt, Guð, eru heidnir innfarnir, hava títt heilaga tempul vanhalgað, hava til grótrúgvur umskapað Jorsal. Teir líkini av tænarum tínum hava givið til føði hjá himmalsins fuglum, kjøtið av teim heilagu tínum til jarðarinnar villdjór. Teir oyst hava út teirra blóð eins og vatn rundan um Jorsals bý, og eingin er, ið tey jarðar. Fyri gronnum várum vit eru vorðin til skammar, til spott og til spæ fyri teimum, ið rundan um okkum búgva. Hvør leingi, Harri, skal vreiði tín vara, skal yvri tín brenna sum eldur? Oys út tína vreiði yvir fólk tey, ið teg ei kenna, yvir kongaríki, ið ikki á navn títt kalla! Tí tey hava etið upp Jákup og lagt hans bústað í oyði. Rokna ei okkum til fedranna syndir, lat tína miskunn brátt okkum møta, tí vit ógvuliga illa eru farnir! Hjálp okkum tú, várar frelsunnar Guð, fyri navns tíns dýrdleika skuld. Bjarga okkum og fyri títt navn fyrigev syndir várar! Hví skulu heidnir siga: «Hvar er teirra Guð?» Lat fyri eygum várum heidnar hevndina fáa, fyri tað blóðið teir rendu á tænarum tínum. Lat fanganna stynjan koma tær fyri ásjón; sum seg sømir tínum sterka armi, tú loysi út deyðans børn! Lat várar grannar fáa sjeyfalt aftur í fang ta háð, sum teir, Harri, teg háðaðu við! Men vit, títt fólk og tað fylgið, tú røktar, vit vilja tær allar ævir lova, ætt eftir ætt kunngera títt prís.
Til songmeistarans; til sjusjanedut; av Ásafi; ein sálmur. Ísraels hirði! tú gevi ljóð, tú leiði Jósef sum seyðafylgi! Tú, ið yvir kerúbum trónar, lat lýsa ljóma tín fyri Efraim, Benjamin og fyri Manasse! Bjóða út megi tína, og kom tú til hjálpar okkum! Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða! Harri, herskaranna Guð, hvør leingi hevur vreiði tín rokið, tó at fólk títt bað? Tú hevur okkum mettað við táranna breyði, givið okkum grát at drekka í fullum skálum; hevur latið okkum verða eina eymd fyri gronnum, fíggindar várir okkum spotta. Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. Tú sleitst upp eitt víntræ úr Egyptalandi, tú heidnar rakst út og setti tað niður. Tú ruddaði rundan um røtur tess, tað rótfestist og fylti alt landið. Fjøllini avtakin vórðu av skugga tess, Guðs sedristrø av greinum tess. Tað breiddi út at havinum kvistar sínar og at ánni greinar sínar. Hví hevur tú garðin brotið niður uttan um tað, so at ferðafólk øll tað ræna, villsvín úr skóginum hava tað etið, djór av heiðini hava bitið tað av? Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. Lít av himni niður og hygg eftir, hav umsorgan fyri víntræi hesum! Fjálga um tað, sum tín høgra hond plantaði, tann kvist, sum tú aldi tær upp! Teir hava í eldi tað brent og greinar tess brotið, lat teir farast av hóttan úr andliti tínum! Halt tína hond yvir manninum við høgru hond tína, yvir menniskjusyninum, sum tú aldi tær upp! So vilja vit ikki víkja tær frá, tú okkum varði, so vilja á navn títt vit kalla! Harri, herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða!
Til songmeistarans; til gittit; av Ásafi. Hevjið fagnaðarróp fyri Guði, mátti várum, latið lovsongin glymja fyri Jákups Guði! Syngið og leikið á bumbu, á undurføgru hørpu og saltur! Blásið í lúður í tendring, og tá full sól lýsir á hátíðardegi várum! Tí so er tað siður í Ísrael, og ein rættur hjá Jákups Guði. Hann tað setti sum eina samtykt í Jósef, tá ið hann úr Egyptalandi fór út. Hann hoyrdi eitt mál, sum hann ikki kendi: «Eg byrðini lyfti av herðum hans, hans hendur eru frá børuni slopnar. Í neyðini tú rópti, og eg tær hjálpti, eg svaraði tær, í toruskýum fjaldur, eg teg við Meriba-vøtnini royndi. Sela. Lýð á, fólk mítt, og eg vil teg áminna, gævi, Ísrael, at tú bert meg vildi hoyra! Eingin má annar gud hjá tær vera, fyri fremmandum gudi tú ikki mást níga. Eg Harrin, eg eri Guð tín, hann, ið teg førdi úr Egyptalandi út! Lat upp munn tín, at eg hann kann fylla! Men fólk mítt ei hoyrdi mína reyst, og Ísrael vildi ikki meg lýða. Tá læt eg teir fara í tvørlyndi teirra, læt teir ganga eftir teirra egnu ráðum. Gævi, at fólk mítt tó vildi meg hoyra, Ísrael ganga vegir mínar! Brádliga eg læt tá teirra fíggindar lúta, eg hondini lyfti móti teirra øvundarmonnum. Hatarar teirra skuldu falla til jarðar, undirgangur teirra vara um ævir! Eg vildi tað metta við fiti av hveiti, við fjallahunangi eg vildi tað føða!»
Guð er staddur á gudafundi, mitt ímillum guda heldur hann dóm: «Hvussu leingi vilja tit døma rangar dómar og við vándum monnum draga eina línu? Sela. Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir. Hjálpið teim ørmu og eymu, bjargið teim úr vándra manna hondum! Teir eru uttan vit og skil, í myrkri teir ganga, tí riða jarðarríkis grundarstólpar allir. Sagt eg havi: gudar tit eru, synir hins hægsta allir samlir; men av sonnum tit eins og menn skulu doyggja og falla sum høvdingar aðrir.» Reis teg, Guð, halt yvir jørðini dóm, tí yvir fólkasløgum øllum Harri tú ert!
Ein songur, ein sálmur, av Ásafi. Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð! Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta! Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi. Teir siga: «Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minnast Ísraels navn!» Ja, teir hava ráðlagt av einum huga, eru gingnir í felag móti tær saman, Edóms tjøld og Ísmaelitar, Móab og Hagritar, Gebal, Ammon, Ámalek, Filistaland og Týrusmenn. Eisini Assur er við teimum í hóslag og hevur arm sín Lots sonum lænt. Sela. Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jábin við Kisjon á, ið gingu til grundar við En-Dór og til taðfall á markini vórðu! Lat teimum gangast sum Órebi og Zeebi, øllum teirra høvdingum sum Zeba og Zalmunna! Tí at teir søgdu: «Vit vilja okkum vinna bústaðin hjá Guði!» Lat teir, Guð mín, verða sum leyvið, sum bosið, ið fýkur fyri vindi! Sum eldurin, ið kolar upp viðarskógv, sum login, ið svíður fjøllini av, soleiðis reki tú teir burtur við stormi tínum, ræði tú teir við óveðri tínum! Fyll teirra andlit við skommum, at teir mega navn títt søkja, Harri! Lat um ævir teir skammast og ræðast! Lat teir verða skemdar og fara til grundar! Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan!
Til songmeistarans, til gittit, av Kora sonum, ein sálmur. Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri! Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði. Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín! Sælir eru teir, sum í húsi tínum búgva, altíð teir lovprísa tær! Sela. Sælir eru teir, sum hjá tær eiga styrki, við pílagrímsferðum í huga! Fara teir gjøgnum Baka dalin, gera teir hann til eitt keldulop, og várregnið við signing hann fríðkar. Teir ganga fram frá kraft til kraft fyri Guð at skoða á Zion. Harri, herskaranna Guð, hoyr mína bøn! Lýð á meg, Jákups Guð! Sela. Guð, vár skjøldur, lít tú at og skoða andlit hins salvaða tíns! Tí betri er dagur ein í forgørðum tínum enn túsund har úti; betri at sita á gáttini í Guðs míns húsi enn í gudloysis tjøldum at búgva! Tí at Harrin Guð er sól og skjøldur, Harrin gevur náði og æru; einki gott hann teimum noktar, sum í sakloysi ganga. Herskaranna Harri, sælur er tann, ið lít sína setir til tín!
Til songmeistarans, av Kora sonum, ein sálmur. Tú hevði, Harri, til land títt yndi, forløgum Jákups vendi tú við; misgerðir fólks tíns tókst tú burtur, syndir tess allar fjaldi tú! Sela. Tú vreiði tína alla lætst fara, tína brennandi ilsku stillaði tú! Vend til okkara aftur, várar frelsunnar Guð, lat vreiði tíni móti okkum renna! Vilt tú allar ævir vera illur við okkum, lata vreiði tína røkka frá ætt og til ætt? Vilt tú ikki aftur til lívs okkum kalla, so at fólk títt kann í tær eiga gleði? Lat okkum, Harri, tína miskunn skoða, frelsu tína okkum tú veiti! Eg vil hoyra, hvat Guð Harrin talar! Frið hann talar fólki sínum, teimum heilagu sínum, og teimum, ið hjartanum venda til hans. Ja, nær er hans frelsa hjá teimum, hann frykta, brátt man dýrd taka búgv í landi várum! Mildi og trúfesti finnast á fundi, rættferð og friður heilsast við kossi. Sannleikur sprettur av jørðini upp, rættvísi skoðar av himni her oman. Ja, Harrin, hann gevur lukku, og land várt gevur grøði sína! Rættvísi gongur undan honum, og friður fylgir í sporum hans!
Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst! Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita. Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka! Fólkasløg øll, sum tú hevur skapað, skulu koma og níga fyri ásjón tíni, og skulu navn títt æra, Harri; tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð! Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn! Harri, Guð mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra, tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað! Níðingar, Guð, eru móti mær reistir, ein flokkur av illmennum søkir mítt lív, teg hava teir ikki fyri eygum! Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Guð, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur! Vend tær til mín og gev mær náði, gev mátt tín tænara tínum, bjarga syni trælkonu tínar! Ger eitt tekin mær fyri góðum, at hatarar mínir mega síggja við skommum, at tú, Harri, hevur mær hjálpt og meg uggað!
Tann stað, ið hann hevur grundað á teimum heilagu fjøllum, Zions portur elskar Harrin fram um allar bústaðir Jákups. Mæt eru talað um teg orð, tú Guðs staður! Sela. «Ráhab og Bábel eg nevni fyri teirra skuld, ið tilbiðja meg; her er Filistaland, Týrus og Kusj, hjá einum er føðistaður her, hjá øðrum har. Men Zion verður móðir kallað, har eiga teir føðistað allir sum ein.» Hin hægsti heldur tí uppi. Harrin telur eftir í fólkanna bókum: «Hesin er føddur her og hasin har.» Sela. Og dansandi syngja teir: «Allar mínar keldur eru í tær.»
Ein songur; ein sálmur; av Kora sonum; til songmeistarans; al-mahalat-leannot; ein maskil av Hemani Ezrahita. Harri, mín Guð, um dagin eg kalli, um náttina er mítt róp tær íhjá. Lat mína bøn koma tær fyri eygu, legg oyra títt at harmastynjan míni! Tí sál mín er av ólukkum mett, lív mítt komið er nær at heljum! Eg mettur verði javnt við teir, sum í grøv fóru niður, eri vorðin eins og máttleysur maður! Eg eri komin í avdeyðalag rætt sum falnir, teir, ið hvíla undir moldum, sum longu eru gingnir tær úr huga og eru farnir tær av hond! Tú hevur meg lagt í helheims helli, í myrkrið í djúpinum niðri. Vreiði tín meg tungliga nívir, allar tínar aldur tú á meg lætst bróta. Sela. Mínar frændur hevur tú frá mær rikið, til eina andstygd meg gjørt fyri teimum. Eg innistongdur eri og kann ikki sleppa út. Míni eygu eru av neyð míni maktað. Hvønn dag, Harri, eg kalli á teg, og rætti móti tær mínar hendur. Manst tú væl gera undur fyri teim deyðu, munnu skuggarnir rísa at veita tær lov? Sela. Munnu tey undir moldum siga frá miskunn tíni, frá trúfesti tíni í avgrundar dýpi? Munnu undur tíni verða í myrkrinum boðað, ella rættvísi tín í gloymskunnar landi? Men eg, Harri, rópi á teg, á morgni nærkar mín bøn sær til tín! Hví koyrir tú, Harri, sál mína burtur og fjalir fyri mær tína ásjón? Sela. Armur eg eri og komin at deyða, frá ungdómi havi eg borið tínar ræðslur, og eg lúgvist! Tín fúkandi vreiði er yvir meg komin, tínar ræðslur meg gera til einkis. Tær um meg flokkast allan dagin sum vatn, í felagi sláa tær um meg ring. Vinir og frændur tú frá mær hevur rikið, mín næsti er deyðans myrkur!
Ein maskil; av Etani Ezrahita. Um miskunnar verk Harrans eg altíð vil syngja, ætt eftir ætt við mínum munni um trúskap tín boða. Tí tú hevur sagt, at náðin um ævir er bygd, á himni tú hevur trúskap tín grundað. «Eg sáttmála samdi við hin útvalda mín, svór Dávidi eiðir, tænara mínum: Allar ævir vil eg lata títt avkom standa við, og tín kongastól byggja ætt eftir ætt.» Sela. Og himin prísar títt undurverk, Harri, á fundi teirra heilagu fær tín trúfesti prís. Tí hvør kann í skýnum metast javnt við Harran, hvør er millum gudasona javnlíki Harrans? Øgiligur er Guð í samkomu teirra heilagu, mikil og óttaligur fyri øllum íkring hann. Harri, herskaranna Guð, hvør er sterkur sum tú! Harri, og rundan um teg er trúskapur tín! Tú valdar havsins ódn, tú stillir bylgjanna bralan. Tú Ráhab slóst sundur sum feldan kappa, tú tínar fíggindar sundraði við veldigum armi. Tín er himin, og tín er heimur, foldina og hennar fylli tú hevur grundað. Norðan og sunnan hevur tú skapað, Tábor og Hermon í navni tínum gleðast! Tú eigur ein arm við veldigum mátti, sterk er hond tín, megnað tín høgra hond. Rættferð og rættvísi bera kongastól tín, mildi og trúfesti standa tær fyri ásjón. Sælt er tað fólk, sum fagnaðarrópi veit av, sum gongur, Harri, í ljósi ásjónar tínar, sum hvønn dag gleðist av navni tínum og fegnast um rættvísi tína. Tí tú ert teirra veldis prýði, við tíni náði tú reisir várt horn. Tí hjá Harranum skjøldur vár er, hin heilagi Ísraels er kongur vár. Tá í eini sjón tú talaði við teir heilagu tínar og segði: «Einum kappa eg havi krúnuna givið, lyft upp ein unglinga úr mannaflokki. Eg Dávid havi funnið, tænara mín, salvað hann við mínum heilaga smyrsli, at hond mín má halda honum fast, og armur mín veita honum styrki. Ei skal fíggindin ráðast á hann, ei skal níðingur á honum vinna; fyri hans eygum eg hans hatarar týni, og øvundarmenn hans eg raki. Trúfesti mín og náði skulu við honum vera, í navni mínum skulu reisast hans horn; at havinum lati eg hond hans røkka og at ánni miklu høgru hond. Hann skal við meg siga: «Tú faðir mín ert, Guð mín og mínar frelsu klettur! Eg kjósi mær hann til ein fyrstaføddan, til tann ovasta av heimsins kongum. Mína góðsku móti honum eg altíð vil goyma, mín sáttmáli við hann ikki skal vikast. Ætt hans eg lati standa við allar ævir, kongsstól hans meðan himin er til. Um synir hans svíkja mína lóg og ikki mínum ráðum fylgja; um teir bróta samtyktir mínar og ikki boð míni halda; tá vil eg misbrot teirra revsa við stavi og við fleingjum syndir teirra, men mína náði eg ikki taki honum ífrá, trúfesti mína ikki eg svíki. Eg vil ikki bróta sáttmála mín, ei broyta tað, ið mín muður hevur mælt. Eina ferð havi eg svorið við heilagskapi mínum, og á ongum sinni eg Dávid man svíkja. Ætt hans skal um allar ævir standa við, kongsstólur hans eins og sólin fyri ásjón míni, sum mánin skal hann standa fastur med alla, aldri vikast, meðan himin er til!» Og tó hevur tú vrakað og koyrt burtur, hevur farið í vreiði við hinum salvaða tínum. Tú sáttmálan við tænara tín hevur slitið, hevur krúnu hans blakað við ósømd til jarðar. Tú rivið hevur niður múrar hans allar, virki øll hans tú í oyði hevur lagt; ferðafólk hava øll hann rænt, hann vorðin er spott fyri gronnum sínum. Tú latið hevur fíggindar hans fáa valdið, tú glett hevur allar hans øvundarmenn; tú svørðsegg hans lætst undan víkja, tú heltst honum ikki uppi í stríðnum. Tú hevur veldisstavin tikið úr hondum hans, og kongsstól hans hevur tú kastað til jarðar; tú stytt hevur um hans ungdóms dagar og hevur í skommum hann fjalið. Sela. Hvussu leingi, Harri, vilt tú teg krógva? Skal vreiði tín loga sum eldur? Minst til, Harri, hvør stutt ævi mín er, og til hvørja fáfongd tú skapaði øll menniskjunnar børn! Hvør er hann, ið livir og ikki fær deyðan at síggja? Hvør bjargar síni sál úr heljar valdi? Sela. Hvar eru, Harri, tíni fyrru miskunnarverk, sum tú í trúskapi tínum Dávidi svórt? Minst til, Harri, skammir tænara tíns, harm mín av mongum fólkum, at fíggindar tínir spotta, Harri, spotta fótaspor hans, ið tú hevur salvað! Lovaður veri Harrin um ævir! Amen, amen!
Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt. Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Guð! Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: «Komið aftur tit menniskjunnar børn!» Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein. Tú rykkir tey burtur, sum ein svøvnur tey verða, á morgni tey eru sum grasið, ið grør; á morgni tað blómar og grør, á kvøldi tað følnar og doyr. Tí vit ganga til av vreiði tíni, vit óttast av ilsku tíni. Tú sett hevur misgerðir várar tær fyri eygu, várar duldu syndir fyri andlits tíns ljós. Allir várir dagar fara í vreiði tíni, sum kongurvág hvørva okkara ár. Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. Hvør kennir máttin í vreiði tíni og ilsku tína svá, sum óttin fyri tær tað krevur? At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! Vend aftur, Harri! Hvussu leingi tó! Hav várkunn við tænarum tínum! Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar! Gev okkum gleði fyri teir dagar, tú okkum nívdi, fyri tey ár, tá ið vit høvdu tað ringt! Kunnger títt verk fyri tænarum tínum, og tína dýrd fyri sonum tínum. Harrans Guðs várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár!
Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!» Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið. Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja. Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða. Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður. «Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!»
Ein sálmur, ein songur, á hvíludeginum. Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti, árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni, við tíggjustrengdari hørpu og við saltri, við føgrum sittarasláttri. Tí tú, Harri, meg gleddi við gerningi tínum, um handaverk tíni eg frøa meg má. Hvør miklir eru, Harri, gerningar tínir, ovurdjúpur er hugur tín! Bert ein býttlingur fatar tað ikki, einum dára skilst hetta ikki. Tá ið illmenni gróðu sum grasið, og allir níðingar stóðu í blóma, var tað bert fyri at farast med alla. Men um ævir, Harri, í hátign tú situr! Tí sí, tínir fíggindar fara til grundar, allir níðingar verða sundraðir burtur! Tú letur hornið meg bera sum villoksin hátt, tú meg leskað hevur við frískari olju. Fegið skal eyga mítt líta at fíggindum mínum, við lyst skal oyra mítt hoyra um hatarar mínar. Hin rættvísi veksur sum pálmin, sum Libanons sedristræ grør hann. Teir plantaðir eru í Harrans húsi, í Guðs várs forgørðum blóma teir. Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast, til tess at lýsa, at Harrin rættvísur er, og hjá kletti mínum eingin órættur er.
Harrin tók kongavald, klæddur í hátign, Harrin seg klæddi í megi og við henni seg gyrdi. Hann jarðarríkið festi, so at ikki tað vikast. Frá upphavi er settur kongsstólur tín, um ævir og aldur ert tú. Streymarnir ljóðaðu, Harri, streymarnir lótu rødd sína ljóða, streymarnir lótu dun sítt ljóða. Men meira enn ljóðið av veldigum vøtnum, meira enn havaldubrotið hann vegligur er; vegligur er Harrin á himni háum. Sára sannir eru vitnisburðir tínir, húsi tínum heilagskapur sømir, so leingi, Harri, sum dagar eru til!
Harri, hevndarinnar Guð, hevndarinnar Guð, sýn teg í dýrd! Reis teg, jarðarríkis dómari, og løn teim hugmóðigu gerðir teirra! Hvør leingi, Harri, skulu gudleysir menn, hvør leingi skulu gudleysir gleðast? Teir reypa og eru í orðum frekir, hvør níðingur spelkin sær brettir. Fólk títt, Harri, teir kúga, við ogn tíni fara teir illa. Teir einkjur og fremmandar drepa og faðirleys sláa í hel. Teir siga: «Ei man Harrin tað síggja, Jákups Guð fær tað ikki at vita.» Fatið tað tó, tykkara býttlingar millum fólkið! Tykkara dárar, nær fáa tit skil? Hann, ið setti oyrað, man hann ikki hoyra, hann, ið gjørdi eygað, man hann ikki síggja? Hann, ið elur upp tjóðirnar, man hann ikki revsa, hann, ið menniskjuni vitið gevur? Harrin kennir menniskjunnar hugsan, at hon bert ein fáfongd er. Sælur, Harri, er maður, ið sjálvur tú agar, og sum tú kennir í tíni lóg fyri at veita honum ró móti teim óndu døgum, til grøv er teimum gudleysu grivin. Tí ikki skúgvar Harrin fólk sítt burtur, og ogn síni ikki hann sleppir, fyrr enn rætturin aftur til rættvísi vendir, og allir rættsintir honum geva viðhald. Hvør veitir mær hjálp móti illgerðarmonnum, hvør vil meg móti níðingum styðja? Ja, um Harrin ikki hjálp mín var, tá brátt mín sál var í tagnarheimi. Tá ið eg helt: «Nú gleppur mín fótur útav,» tá styðjaði, Harri, góðska tín meg! Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni! Ert tú í felag við spillunnar dómstóli, sum skapar órætt, sum var hann rættur? Tó at teir á hin rættvísa ráðast og oysa út sakleyst blóð, so er tó Harrin mín fasta borg og Guð mín mær klettur og høli. Hann vil teimum løna misgerðir teirra og vil teir oyða fyri illskap teirra, Harrin vár Guð vil teir oyða!
Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar; tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru, men Harrin hevur himin skapað. Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans. Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans! Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll! Havið á máli heidninganna millum: «Harrin tók kongavald og foldina festi, so at ikki hon vikast, við rættvísi hann fólkini dømir!» Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt, sum tað er! Hagin frøist og alt, tað hann ber! Øll trø í skóginum rópi fagnaðarróp fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti síni.
Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar! Í skýggjum og myrkri hann huldur er, rættur og rættvísi eru hans hásætisstuðlar. Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans. Ljós hans skyggja um heimin, jørðin sær tað og bivast. Fjøllini bráðna sum vaks fyri Harranum yvir øllum heimi. Himin boðar rættferð hans, tjóðir allar dýrd hans skoða. Allir bílætadýrkarar verða til skammar, teir, ið sær av skurðgudum rósa; gudar allir fyri honum níga. Zion tað hoyrir og gleðist, Júda døtur seg frøa um dómar tínar, Harri. Tí tú, Harri, ert um allan heimin hin hægsti, hevjaður hátt upp um allar gudar. Harrin teir elskar, ið hata tað illa, hann varðveitir sálir heilagu sína, úr gudleysa hondum hann teimum bjargar. Fyri rættvísum íbirtist ljós, fyri rættsintum gleði. Gleðist um Harran, rættvísir menn, syngið heilaga navni hans lov!
Syngið fyri Harranum nýggjan song, tí at hann hevur undurverk gjørt; hans høgra hond hevur vunnið honum sigur og heilagi armur hans. Harrin hevur kunngjørt frelsu sína, fyri heidna manna eygum lýst rættvísi sína. Hann hevði í minni góðsku sína, trúfesti sína móti Ísraels ætt. Hin víða verøld hevur skoðað ta frelsu, sum Guð vár givið hevur. Glym fyri Harranum jarðarríkið alt, rópa fagnaðarróp og syng! Leikið fyri Harranum við hørpum, við hørpum og ljóði av songi! Latið dynja lúðrar og horn, latið dynja fyri ásjón kongsins! Havið bróti alt, sum tað er, jørðin fegnist og íbúgvar hennar! Áirnar klappi lov í lógvar, fegnist fjøllini øll fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma! Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkasløgini við rætti sínum.
Harrin tók kongavald. Fólkini biva. Á kerúbum hann situr; jarðarríki riðar. Harrin í Zion vegligur er, hátt yvir øllum fólkum hann stendur. Tey prísa hans navni, ið er øgiligt og mikið. Hann heilagur er. Tú kongur ert, ið rættferð elskar, rættvísi heldur tú uppi, rætt og skjal tú í Jákupi hevur gjørt. Hálovið Harranum, Guði várum, nígið niður fyri fótskør hans! Hann heilagur er. Móses og Áron eru millum hans presta, Sámuel millum teirra, ið ákalla hans navn. Teir kalla á Harran, og hann teir bønhoyrir. Í skýstólpanum hann til teirra talar, ið boðorð hans halda og ta lóg, hann teimum gav. Hann heilagur er. Harri, vár Guð, tú teir bønhoyrir, ein fyrigevandi Guð ert tú teimum vorðin, ið várkunnar teimum tað, sum teir gjørdu. Hálovið Harranum, Guði várum, nígið fyri hans heilaga fjalli! Tí Harrin, vár Guð, heilagur er!
Um miskunn og rætt eg syngja vil, og fyri tær, Harri, leika. Rættiligari framferð eg gætur gevi, hvar eg við hana varur verði. Í hjarta míns sakloysi ganga eg vil heima við hús hjá mær sjálvum. Einki vil eg níðingsverk stilla mær fyri eygu. Hann, ið illgerð ger, eg hati, við mær hann ikki skal fylgjast. Eitt svikafult hjarta skal víkja mær frá, við illmenni ikki eg kennist. Hann, sum í loyndum útspillir sín næsta, eg oyða vil út. Hann, hvørs eyga er stolt, hvørs hjarta er hástórt, eg ikki kann tola. Til landsins trúføstu hyggur mítt eyga, teir hjá mær skulu búgva. Hann, ið gongur á rættlætis vegi, skal mín tænari vera. Í mínum húsi skal ei hava vist hann, ið við svikum fer. Fyri mínum eygum ei standast skal hann, ið lygn talar. Á hvørjum morgni eg oyða vil út øll illmenni landsins fyri at rudda burtur úr Harrans staði allar illgerningsmenn.
Ein bøn av einum armum, tá ið máttur hans bilar, og hann oysir út sína klagu fyri Harrans ásjón. Harri, hoyr mína bøn! Róp mítt komi til tín! Fjal ikki fyri mær andlit títt tann dag, eg í neyð eri staddur! Vend til mín oyra títt! Skunda tær at svara, tá eg rópi! Tí mínir dagar fara sum roykur, mínir liðir gløða sum eldur; mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð. Av teirri tungu stynjan míni hanga beinini føst í kjøti mínum. Eg líkist pelikánini í oyðimørk og eri eins og úlan á oyðum. Eg liggi vakin á nátt og eri vorðin sum einsligur fuglur á taki. Allan dagin mínir fíggindar meg háða, mínir spottarar bannast við meg. Tí øsku eg eti sum breyð, drykk mín eg blandi við gráti vegna ilsku tína og vreiði, tí tú tókst meg og blakaði meg burt. Mínir dagar halla sum skuggin, eins og grasið følni eg burt. Men tú, Harri, sum situr um ævir, hvørs navn er ætt eftir ætt, tú vilt aftur miskunna Zion, tá tíð og stund til náði er komin; tí tínir tænarar elska tess steinar og harmast um grótrúgvur tess. Tá skulu heidningar navn títt óttast, Harri, og dýrd tína allir heimsins kongar; tí Harrin byggir upp Zion og vísir seg har í síni dýrd, vendir sær at bøn teirra ørmu og vrakar ei teirra bøn. Hetta skal skrivast fyri komandi ætt, og eitt nýskapað fólk skal Harranum lova, tí at Harrin hugdi niður frá sínum heilagu hæddum, skoðaði av himni til jarðar fyri at hoyra fanganna stynjan og deyðans børnum veita frælsi. Børn tænara tína skulu festa búgv, og avkom teirra fyri ásjón tíni vera fyri at boða í Zion av Harrans navni og av heiðuri hans í Jerúsalem, tá ið fólkini øll koma saman og ríkini øll fyri Harranum at tæna. – Hann hevur veikt mína kraft á vegnum og stytt um dagar mínar. Men eg sigi: Guð mín, tak meg ei burt á miðjum døgum mínum, tú, hvørs ár eru ætt eftir ætt! Í forðum tú jørðina festi, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður. Sum eini klæði slítast teir upp, sum eitt plagg tú teir skiftir, og teir verða skiftir. Men tú ert og verður, og ár tíni fáa ongan enda.
Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans! Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir. Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin. Harrin rættvísi innir og rætt móti øllum, ið órætt líða. Hann kunngjørdi Mósesi vegir sínar, Ísraels børnum stórverk síni. Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir. Hann fer ikki við okkum eftir syndum várum og lønir okkum ikki eftir misbrotum várum. Nei, sum himin er háur yvir jørð, so er miskunn hans stór mót teim, sum hann óttast, sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum. Sum ein faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast; tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug, at dust vit eru. Mansins dagar eru sum grasið, sum blómin á markini so blómar hann. Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. Men Harrans miskunn heldur á um aldur og ævir, og rættvísi hans røkkur til barnabørn móti teim, sum halda sáttir hans og boð hans minnast, tey at útinna. Harrin hevur í himni grundað hásæti sítt, og kongsdømi hans yvir øllum ræður! Einglar hans, tit avrekskappar, Harranum lovið, tit, ið boð hans fremja og geva orðum hans ljóð! Harranum lovið, øll herlið hans, sveinar hans, ið fremja hans vilja! Harranum lovið, øll verk hans, á hvørjum bletti í ríki hans! Sál mín, Harranum lova!
Sál mín, Harranum lova! Alstórur ert tú, Harri, Guð mín! Við dýrd og stórlæti hevur tú skrýtt teg, sveipar teg í ljósins skrúðir; tenur himmalin út sum eitt tjald, høgaloft títt tú í havdýpi byggir, skýggini gert tú til vagn tín, tú ferðast á vindanna veingjum; stormarnar gert tú til sendiboð tíni, geisandi eld til sveinar tínar. Tú jørðina festi á grundarlagi sínum, hon um aldur og ævir ei vikast. Undirdýpið sum eitt klæði hana fjaldi, vøtnini stóðu um fjøllini upp; men fyri hóttum tínum rýmdu tey, fyri torurødd tíni óttaðust tey, um fjøllini stigu tey upp, í dalirnar tustu tey niður til tann stað, sum tú grundaði teim; eitt mark tú setti, tey ei skulu fara um, ei skulu tey aftur jørðina fjala. Keldur tú leiðir í dølunum fram, fjallanna millum tær renna, øll markarinnar djór tær leska, tey villini esil tosta sín stilla; oman yvir teim eiga himmalsins fuglar, millum leyvið teir lata mál sítt ljóða. Tú fjøllini vatnar frá høgalofti tínum, av verks tíns fruktum verður jørðin mett. Tú letur spretta gras fyri djórum og urtir, sum menn skulu dyrka til tess at bera breyð av jørðini fram, og vín, sum gleðir mansins hjarta til tess at lata andlitið skína av olju, og breyð styrkja mansins hjarta. Harrans trø verða mett av vætu, Libanons sedristrø, sum hann hevur plantað, hvar fuglarnir byggja sær reiður; syprisvið hevur storkurin til bústað. Í høgum fjøllum halda steingeitir til, klettanna millum finna grevlingar skjól. Tú skapaði mánan hátíða vegna, sólin veit, tá hon til viða skal fara; tá tú flytur myrkrið fram, verður nátt, tá tyrpast villdjór í skógum; leyvurnar eftir ránsveiði ýla, frá Guði krevja tær føðslu sína; tá ið sólin rísur, tær sleppa sær burt, fjala sær í hellum sínum; men tá fer maður til yrki sítt út, til arbeiðis inntil kvøldið kemur. Fjølmørg eru, Harri, tíni verk, við vísdómi gjørdi tú øll, jørðin er full av verkum tínum! Sí! Havið stórt og vítt í allar ættir, har ein yðjan er, sum eingin veit tølur á, djór bæði stór og smá; har skipini ferðast, har er Livjatan, sum tú skapaði at leika har. Øll seta tey álit til tín, at tú vilt teim føði veita í góðum tíma; tú teimum gevur, og tey henta upp, tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum; tú andlit títt fjalir, og tey óttast, tú tekur anda teirra aftur, og tey andast, venda aftur til moldar; tú sendir út anda tín, og tey verða skapað, og nýtt fær foldin yvirbragd. Dýrd Harrans haldi við um allan aldur, hann gleði fái av verkum sínum! hann lítur at jørðini, og hon nøtrar, hann nertur við fjøllini, og tey rúka. Eg um Harran vil syngja, so leingi eg livi, mínum Guði prísa, so leingi eg eri til. Gævi mín songur má vinna hans yndi, í Harranum havi eg frøi mína! Gævi syndarar mega oyðast av jørðini burt, og gudleysir hvørva med alla! Sál mín, Harranum lova! Halleluja!
Harranum lovið, ákallið hans navn! Fólkasløgum kunngerið hans stórverk! Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! Minnist á undur tey, ið hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! Tit, tænarar hans, Ábrahams avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! Hann, Harrin, hann er vár Guð; um allan heimin ganga hans dómar. Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav; orðið, hann Ábrahami gav, og eið sín til Ísaks, ið hann setti sum samtykt fyri Jákup, sum eina æviga sáttargerð fyri Ísrael, í tí hann segði: «Kánáans land eg geva tær vil, tykkum sum arvalut.» Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. Men ongum hann loyvdi teir at skaða, fyri teirra skuld hann revsaði kongar. «Nertið ikki teir salvaðu mínar; profetum mínum gerið ikki mein!» Hann kallaði hungur yvir landið oman, hann breyt hvørja vón um breyð. Undan teimum hann sendi ein mann, Jósef varð seldur sum trælur. Teir føtur hans píndu við fjøtrum, hann í jarn varð lagdur; inntil orð hans komu í, og Harrans tala gav honum rætt. Kongur sendi boð og slepti honum leysum, fólkanna drottin loysti hans bond. Hann gjørdi hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum ognum sínum, so at hann eftir vild yvir hans stórmonnum beyð og rættleiðing gav hansara elstu. So til Egyptalands Ísrael kom, og Jákup gisti í landi Kams. Tá mannsterkt hann gjørdi sítt fólk, fleiri í tali enn Egyptalands menn. Hann hjørtum teirra vendi at hata hans fólk og at fara við svikum móti tænarum hans. Tá Móses hann sendi, tænara sín, og Áron, sum hann hevði kjósað. Hann gjørdi síni tekin ímillum teirra, síni undur í landi Kams. Hann sendi myrkur og køvdi alt av, men ikki teir eftir orðum hans tóku. Hann vatnið hjá teimum umskifti til blóð og læt fiskarnar hjá teimum doyggja. Land teirra krykti í froskum, sjálvt í kongsins stovum teir vóru. Hann talaði, og bitflugur komu og mýggj um alt teirra land. Hann hegling teimum gav fyri regn, logandi eld um alt landið. Hann teirra víntrø og fikutrø breyt, feldi trøini um alt teirra land. Hann talaði, og grashoppur komu og flogkykt í yðjandi nøgd, ið ótu allan gróður um landið, allan vøkstur, ið jørð teirra gav. Hann teir frumgitnu allar í landinum sló, mansalvans frumgróður teirra. So læt hann teir fara við silvuri og gulli, og ongum av kyntáttum hans bilaði gongd. Egyptaland gleddist, tá teir fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum gekk á teir. Hann breiddi út ský sum eitt skjól og eld til at lýsa á nátt. Teir bóðu, og hann gav teimum lynghøsn, við himnabreyði hann mettaði teir. Hann klettin læt upp, og vatnið rann út, rann gjøgnum oyðimørk eins og ein á. Tí at hann mintist sítt heilaga orð til Ábrahams, tænara síns. Hann førdi sítt fólk út við gleði, sínar útvaldu við fagnaðarrópi. Hann heidninganna lond teimum gav; fólkanna ognir hann læt teir fáa, fyri at teir skuldu boð hans halda og fara eftir lógum hans. Halleluja.
Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður? Sælir eru teir, ið varða um rættin, ið rættvísi inna á hvørji tíð! Hav meg, Harri, í huga, við tíni náði móti fólki tínum, vitja meg við frelsu tíni! So at eg skoði lukku teirra útvaldu tína, gleðist við fólks tíns gleði og við ogn tíni fegnist! Vit hava syndað við fedrum várum, vit illa hava gjørt og misbrot int. Fedrar várir í Egyptalandi undrum tínum góvu ei gætur, virdu einki tína stóru náði, vóru stríðir hinum hægsta við Reyðahavið. Tó hann bjargaði teimum fyri navns síns sakir, fyri veldi sítt kunnigt at gera. Hann Reyðahavinum hótti, so at tað legðist turt, hann teir førdi gjøgnum dýpið, sum var tað á heiðum. Hann teimum bjargaði úr hatara hondum, teimum hjálpti úr fígginda valdi. Fíggindar teirra havið fjaldi, ikki ein einasti teirra bjargaður varð. Tá høvdu á orð hans teir trúgv og sungu um heiður hans. Men brátt teir hans gerningar gloymdu og litu ei á hansara ráð. Girnd gekk á teir í oyðimørk, teir freistaðu Guð á heiðum. Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin. Í tjaldbúðunum teir øvundaðu Móses og Áron, hin heilaga Harrans. Tá opnaðist jørðin og gloypti Dátani og lokaðist aftur yvir Ábirams flokki. Eldurin brendi alt teirra lið, login teir gudleysu oyddi. So gjørdu teir sær undir Hóreb ein kálv, og fyri einum stoyptum bílæti teir nigu. Sín stoltleika skiftu teir um fyri bílæti av oksa, ið etur gras. Guð teir gloymdu, frelsara sín, sum stórverk gjørdi í Egyptalandi, undurgerningar í landi Kams og tekin við Reyðahavið. Og hann hugsaði um at oyða teir út, um ikki Móses, hin útvaldi hans, fyri ásjón hans gekk ímillum fyri at venda hans vreiði frá at oyða. Landið, hitt dýrmæta, vrakaðu teir og trúðu ei orðum hans. Í tjaldbúðum sínum knarraðu teir og lýddu ei Harrans rødd. Tá rætti hann upp sína hond og svór at lata teir í oyðimørk falla, at sundra teirra avkom heidninganna millum og spjaða teir runt um í londum. So fóru teir í felag við Báal-Peor og ótu av ofrunum fyri teimum deyðu. Teir voldu honum harm við atferð síni, og ein plága kom millum teirra. Men Pinehas steig fram og helt dóm, og tá helt plágan uppat. Tað varð honum roknað til rættferð ætt eftir ætt, allar ævir. So vaktu teir vreiði við Meribavatnið, og fyri teirra skuld gekst tað Mósesi illa; tí teir vóru stríðir móti anda hans, og óvarliga talaði hans muður. Fólkini týndu teir ikki, sum Harrin við teir hevði sagt; men blandaðust við heidningarnar saman og tóku eftir gerningum teirra. Teir dýrkaðu bílæti síni, og hetta varð teimum ein snerra. Synir sínar og døtur teir drópu til skurðgudarnar. Sakleyst blóð teir rendu, blóð av sínum sonum og døtrum, ið teir ofraðu skurðgudum Kánáans, og landið varð dálkað í blóði. Teir óreinir vórðu av gerningum sínum og gjørdu hor við atferð síni. Tí birtist Harrans vreiði móti fólki hans, og vaml hann fekk fyri eigindómi sínum. Í heidna manna hendur hann gav teir upp, í vald sítt teirra fíggindar teir fingu. Teirra hatarar illa teir píndu, undir hond teirra teir kúgaðir vórðu. Mangar ferðir hann bjargaði teimum, tó teir vóru stríðir móti ráðum hans og smokkaðu niður í syndir sínar. Hann leit til teirra í teirra neyð og lýddi á neyðarróp teirra. Hann mintist til sáttmála sín og eymkaðist av síni miklu miskunn. Hann læt teir várkunn finna hjá øllum, ið gjørdu teir fangar. Bjarga okkum, Harri, vár Guð! Frá heidningunum savna okkum saman, at vit kunnu lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa! Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt sigi: Amen! Halleluja!
Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst, ið hann hevur savnað saman úr londum, úr eystri og vestri, úr norðri og suðri. Teir, sum í oyðimørk viltust og á heiðum og ei funnu leiðir til bygda, sum píndust av svongd og av tosta, so í teimum maktaðist sálin, sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum og beindi aftur á rætta leið, so at teir vunnu fram til bygda, teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, tí at hann mettaði deyðkomna sál, við góðum hann máttleysa sál aftur menti. Teir, sum í myrkri sótu og heljarskuggum, av vesæladómi og jarni bundnir, tí at teir høvdu treiskast móti orðum Guðs og vanvirt ráð hins hægsta, hvørs hjarta var av sorgum nívt, sum staddir í vanda onga hjálp sær vistu, sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum og leiddi út úr myrkri og skugga og bond teirra sundur sleit, teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, tí at koparhurðar breyt hann upp og sundur sló lokur av jarni. Teir, sum sjúkir vóru vegna syndalívs síns og píndust fyri misgerðir sínar, hvørs sál hevði vaml fyri øllum mati, sum at heljargrindum komnir vóru, sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, takkaroffur munnu teir ofra og við gleði frá verki hans siga. Teir, sum skip síni løgdu í hav og keypferðir fóru um sjógvin – slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans – sum, tá ið vindur eftir boði hans kom, ein stormur, ið aldurnar reisti, lyftust til himna upp, niður í dýpið sukku, og í vandanum bilaði hugur, sum vinglaðu og sløðraðu eins og druknir og einki vistu til ráða at taka, sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, makaði stormin til lítið fleyr, so at slætnaðu havsins bylgjur, sum gleddust, tí at tað varð logn, og sum hann førdi í ta havn, teir skuldu, teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, hálova honum í samkomu fólksins, takka honum á gamla manna fundi. Hann skapar um áir til oyðimerkur og til turrlendi kelduvað, til saltheiðar fruktagóða jørð fyri óndskap teirra, ið har búgva. Hann skapar um oyðimørk til tjarnir og turrlendi til kelduvað, letur svangar har setast niður, so teir har kunnu byggja bygd, veltur sáa og vínhagar planta og heysta inn grøði teirra. Hann teir vælsignar, so teir nørast í stórum, og fæ teirra hann ei letur minka. Men verða teir fáir og geva seg undir av neyð og av sorg og móði, so oysir hann háð yvir høvdingar út og letur teir villast á vegleysum heiðum. Men fátækum hann lyftir úr armóð hans upp, hann ættirnar røktar sum fylgi av seyðum. Rættvísir síggja tað og gleðast, og illskapur allur má tagna. Hann, ið vísur er, leggi hetta í geyma og gevi gætur eftir náðigerðum Harrans!
Ein songur, ein sálmur, av Dávidi. Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín, vakna! Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja! Fólkanna millum eg tær, Harri, vil lova, blant fólkasløg eg um teg vil syngja, tí til himna upp røkkur tín miskunn og til skýggja trúfesti tín! Sýn teg, Guð, í hátign á himni, um allan heimin veri tín dýrd! Til tess at tínir vinir mega bjargaðir vera, hjálp tú við høgru hond tíni og bønhoyr meg! Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði eg vil Sikem býta sundur, Sukkots-dal vil eg skifta. Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur. Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland.» – Men hvør skal meg føra til hin fasta stað, hvør vil meg leiða til Edóm? Tú hevur, Guð, jú rikið okkum burtur, við herum várum tú, o Guð, ikki fylgir út! Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp! Við Guðs hjálp vit skulu stórverk vinna, várar fíggindar hann í mold treður niður.
Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar. Frá Zion skal Harrin rætta út veldis tíns kongastav, ráð tú mitt millum fígginda tína. Á herstevnudegi kemur fúsliga fólk títt til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur til tín ungdóms tíns døgg. Svorið hevur Harrin og ikki tað angrar: Tú prestur skalt verða um allar ævir á Melkisedeks vísi.» Harrin stendur tær við høgru lið, á sínum vreiðidegi hann kongar týnir. Heidninganna millum heldur hann dóm, fyllir við líkum, høvur høggur um víðan vøll. Hann drekkur úr ánni á vegnum, tí ber hann høvur sítt hátt.
Halleluja! Eg vil Harranum lova av øllum hjarta, har rættvísir koma saman á fundi. Mikil eru Harrans verk, gjøgnumhugsað eftir øllum sínum málum. Hátign og dýrd er virkan hans, um ævir stendur rættvísi hans. Undrum sínum hann setti eitt minni, náðigur er Harrin og miskunnsamur. Hann føðslu gevur teimum, ið óttast hann, altíð hann minnist sáttmála sín. Mátt gerninga sína hann fólki sínum boðar við teimum at geva heidninganna ognir. Trúfesti og rættferð hans handaverk er, álítandi eru boðorð hans øll; føst tey standa um allar ævir, gjørd tey eru í sannleika og rætti. Endurloysing hann fólki sínum sendi, hann sáttmála sín hevur skipað um ævir; heilagt og øgiligt navn hans er. Harrans ótti er upphav at vísdómi, klókskapur góður hjá øllum, ið taka har eftir. Lov hans varir um allan aldur.
Halleluja! Sælur er sá, ið Harran óttast og boð hans elskar av sonnum; mikið á fold verður avkom hans, ætt hins rættvísa verður vælsignað. Vælmegn og ríkidømi í húsi hans er, vælferð hans stendur við allar ævir. Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er. Sælur er maður, ið gávumildur er og fegin lænir og allar leiðir sínar gongur í rættferð. Tí aldri hin rættvísi vikast, í ævigum minni hann verður. Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist, hans hjarta er trygt og lítur á Harran; hans hjarta er fast og uttan ótta, til tess at hann við lyst skoðar fíggindar sínar. Hann býtt hevur út og teim fátæku givið, um ævir rættferð hans stendur, í æru hans horn eru reist. Hin gudleysi sær tað og harmast, bítur saman tenn og fer til grundar; vón teirra gudleysu verður til einkis.
Halleluja! Syngið lov, tit tænarar Harrans, syngið Harrans navni lov! Signað veri Harrans navn nú og um allar ævir! Frá sólarrisi til sólarlag veri Harrans navn hálovað! Hann hevjaður er yvir fólkasløg øll, yvir himnarnar dýrd hans er. Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð? Hann, ið reisir hin arma úr moldum upp og hin vesæla lyftir úr skarni fyri at geva honum sæti høvdinga millum, hjá høvdingum at fólki sínum. Hann, ið letur ta ófruktbaru heima búgva sum glaða barnamóður! Halleluja!
Tá úr Egyptalandi Ísrael fór, Jákups hús frá fólkinum við fremmandum máli, varð Júda halgidómur hans, og Ísrael ríki hans. Havið sá tað og flýddi, Jórdan hevði seg burtur. Fjøllini lupu sum veðrar, brekkur sum ungir hjørtir! Hvat bagir tær, hav, at tú flýggjar, og Jórdan, at tú hevur teg frá? Hví leypa tit, fjøll, eins og veðrar, tit brekkur sum ungir hjørtir? Fyri Harrans ásjón skelvi tú, jørð, fyri ásjón Jákups Guðs! Hann sum umskapar bergið til vøtn, harða klettin til keldur!
Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir! Hví skulu heiðin fólk siga: «Hvar er nú teirra Guð?» meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir! Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum. Teir hava munn, men tala ikki, hava eygu, men kunnu ei síggja, hava oyru, men kunnu ei hoyra, hava nasar, men kenna ikki lukt, hava hendur, men kunnu ei taka, hava føtur, men kunnu ei ganga, ei teir mæla við sínum barka. Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir, ið líta á teir. Men Ísrael lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. Árons ætt lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. Teir, ið Harran óttast, líta á Harran, hann er teirra hjálp og verja. Harrin okkum minnist, hann vil vælsigna. Ísraels ætt vil hann signa, Árons ætt vil hann signa. Teir, ið Harran óttast, vil hann signa, øll, bæði smá og stór. Harrin vil lata tykkum vaksa, tykkum og tykkara børn. Av Harranum eru tit signað, ið skapaði himmal og jørð. Himmalin er himmal fyri Harranum, men jørðina hann menniskjum gav. Teir deyðu ei Harranum lova, og eingin teirra, sum í kvirr fóru niður. Men vit, vit vilja Harranum lova nú og um allar ævir. Halleluja!
Eg Harran elski, tí at hann hoyrir mína rødd, mítt bønliga róp; tí at hann vendir oyra sítt til mín; eg allar mínar dagar vil kalla á hann. Tá ið deyðans bond verða um meg spent, og heljarræðslur mær møta, tá ið eg eri staddur í trongd og neyð, tá kalli eg á Harrans navn: «Sál míni bjarga tú, Harri!» Mildur og rættvísur Harrin er, miskunnsamur er vár Guð. Harrin teir verndarleysu varðar, í hjálparloysi mínum hjálpir hann mær. Vend aftur, sál mín, til tína ró, tí Harrin ger væl móti tær! Ja, tú sál míni bjargar úr deyða, mínum eyga frá gráti, mínum fóti frá falli. Fyri Harrans ásjón eg gangi í lívsins landi. Eg eri glaður og reystur, um enn eg má siga: «Sára eymur eg eri.» Í míni angist eg segði: «Ber blekking eru menniskju øll!» Hvat skal eg Harranum geva aftur fyri allar vælgerðir hans móti mær? Frelsunnar bikar eg hevja vil hátt, og Harrans navn eg kalla vil á. Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki. Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans. Á, Harri! – eg eri tænari tín, tænari tín, sonur trælkonu tínar, tú loysir meg úr bondum mínum. Lovoffur vil eg tær bera, á Harrans navn vil eg kalla. Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki, í tempulforgørðum Harrans, í tínari miðju, Jerúsalem! Halleluja!
Harranum lovið, fólkasløg øll, lovsyngið honum, tjóðir allar! tí mikil er miskunn hans yvir okkum, trúskapur Harrans varir um ævir! Halleluja!
Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg. Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja, sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans. Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa. Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar! Tá skal eg ikki verða til skammar, tá ið eg líti at øllum tínum boðum. Av heilum hugu eg vil tær takka, tá ið eg læri tínar rættvísu dómar. Eg tínum ráðum vil geva gætur, so vilt tú aldri frá mær fara. Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum. Av øllum mínum hjarta eg havi teg søkt, lat meg ei villast frá boðum tínum burtur! Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær. Lovaður veri tú, Harri, kenn mær boðorð tíni! Við mínum vørrum rokni eg upp allar avgerðir av tínum munni. Eg gleðist um vegir vitnisburða tína alvæl meira enn um ríkdóm. Um tíni boðorð grunda eg vil og hyggja at vegum tínum. Um lógir tínar fegnist eg, og orð tíni ikki eg gloymi. Unna tænara tínum at liva, at eg kann orð tíni halda! Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg! Fremmandur eg eri í heimi, fjal ikki fyri mær ráðini tíni! Sál mín pínist av longsli á hvørji stund eftir avgerðum tínum. Tú hóttir teir freku, teir bannaðir eru, ið víkja frá tilskilan tíni. Tak burtur av mær skomm og spott, tí samtyktir tínar havi eg hildið! Um so høvdingar leggja móti mær ráð, hugsar um boð tíni tænari tín. Vitnisburðir tínir eru mín lyst, eru ráðamenn mínir. Sál mín við dusmið hongur, lívga meg eftir orðum tínum! Eg greiddi frá vegum mínum, tú meg bønhoyrdi, kenn mær boðorð tíni! Lat meg skilja vegin í boðum tínum, at eg kann grunda um undur tíni! Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum! Halt lygigøtu frá mær burtur, gev mær í náði tína lóg! Trúskapar gøtu havi eg valt, samtyktir tínar stundi eg á. Við viðtektir tínar hangi eg fastur. Harri, lat meg ei verða til skammar! Eg renni veg vitnisburða tína, tí hjarta mítt uggaði tú. Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda! Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta! Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka! Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning! Vend mínum eygum frá at hyggja at fáfongd, lívga meg við tínum orði! Staðfest fyri tænara tínum sagnir tínar, sum geva ótta til tín. Tak skomm mína burtur, sum eg stúri fyri, tí góðar eru ráðagerðir tínar! Sí, mær leingist eftir boðorðum tínum, lívga meg við rættvísi tíni! Lat góðsku tína verða mær fyri, Harri, frelsu tína eftir tínum orðum, at eg kann geva mínum spottarum svar, tí at orð títt líti eg á! Tak ikki sannleikans orð mær heilt úr munni, tí eftir avgerðum tínum eg bíði! Lat meg altíð lóg tína halda um aldur og allar ævir, so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki. Um vitnisburðir tínar eg fyri kongum vil tala, og ikki eg verða skal fyri skommum. Gleðast eg vil um boðorð tíni, sum eg eri góður við. At tínum elskaðu boðum eg hondina rætti og grundi um forskriftir tínar. Minst til orð títt fyri tænara tínum, tí at tú hevur latið meg vóna! Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað. Frekir meg háða í stórum, men eg lóg tíni ei víki frá. Eg minnist tínar dómar í forðum, Harri, og uggan eg fái. Eg brennandi vreiður um teir gudleysu eri, sum lóg tíni frá eru falnir. Til sangir vórðu mær boðorð tíni í útlegdar húsi mínum. Eg minnist, Harri, navn títt á nátt og gevi lóg tíni gætur. Hetta er mær fallið í lut at halda boðorð tíni. Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð. Eg teg bønliga bað av øllum mínum hjarta, náða meg eftir orðum tínum! Um mínar vegir eg hugsað havi og fót mín flutt aftur til viðtektir tínar. Eg skundaði mær og bíðaði ikki við at halda samtyktir tínar. Snerrur gudleysra manna um meg eru, men lóg tína eg ikki havi gloymt. Á miðjari nátt eg fari upp tær at prísa fyri tínar rættvísu reglur. Eg eri felagi teirra, ið óttast teg og halda avgerðir tínar. Miskunn tín, Harri, jørðina fyllir, kenn mær boðorð tíni! Væl hevur tú tínum tænara gjørt, Harri, eftir orðum tínum. Lær meg gott vit og skil, tí á boðorð tíni eg líti! Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni! Vándir meg dálka við lygnum, men av øllum hjarta eg haldi tíni boð. Feitt sum tálg er hjarta teirra, men eg um lóg tína glaður eri. Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar. Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali. Hendur tínar hava meg gjørt og meg skapað, kenn mær, at eg boð tíni læri! Lat tey, ið teg óttast, meg síggja og gleðast, tí eftir orðum tínum eg bíði! Harri, eg veit, at tíni ráð eru rættvís, og at tú í trúskapi hevur meg boygt. Lat góðsku tína verða mín uggan eftir orðum tínum til tænara tíns! Lat miskunn tína verða mær fyri, at eg liva má; lóg tín er mín lyst! Lat vándar skammast, tí við lygnum teir órætta meg, eg grundi um samtyktir tínar. Lat teir venda sær til mín, ið teg óttast, og teir, ið kenna avgerðir tínar! Lat hjarta mítt vera fullkomið í tínum boðum, at eg ikki má verða til skammar! Sál mín tráar eftir frelsu tíni, eftir tínum orði eg bíði. Eygu míni tráa eftir orðum frá tær, eg sigi: Nær vilt tú veita mær ugga? Tí eg eri eins og leðursekkur í royki, men boð tíni eg ikki havi gloymt. Hvussu mangir eru dagar tænara tíns. Nær vilt tú døma mínar øvundarmenn? Frekir hava gravað fyri mær gravir, menn, sum ikki lóg tína halda. Trúføst eru øll boðorð tíni, við lygnum teir eftir mær eru, mær hjálp! Tætt við teir hava oytt meg í landinum, men samtyktir tínar eg ikki havi svikið. Lívga tú meg eftir mildi tíni, at eg kann goyma vitnisburðin av tínum munni! Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni. Ætt eftir ætt varir trúskapur tín, tú jørðina grundaði, og hon stendur. Samtyktir tínar standa við, tað eru tær, ið hava hildið tínum tænara uppi. Hevði lóg tín ikki verið mín lyst, so var eg í eymd míni farin til grundar. Boðorð tíni eg onga tíð gloymi, tí við teimum tú hevur meg lívgað. Tú meg eigur, hjálp tú mær, tí boðorðum tínum eg spurt havi eftir! Vándir mær bíða, meg at týna, men vitnisburðum tínum gevi eg gætur. Fyri øllum fullkomnum síggi eg mark, men boð tíni hava ei mál. Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga. Boðorð tíni meg vísari gera um fíggindar mínar, tí altíð tey eru mær hjá. Eg klókari eri enn allir lærarar mínir, tí um vitnisburðir tínar eg grundi. Eg vitugari eri enn teir gomlu, tí um samtyktir tínar eg hugsi. Frá hvørjum illum vegi eg fóti mínum haldi aftur, fyri at halda mær á tínum vegi. Frá avgerðum tínum eg ei eri vikin, tí tú hevur givið mær kunnskap. Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn! Við boðorðum tínum eg klókskap havi fingið, tí eg hati hvørja lygigøtu. Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. Svorið eg havi og tað hildið, at halda tínar rættvísu reglur. Sára eg niðurboygdur eri, Harri, meg lívga eftir orði tínum! Lat ofrið av mínum munni tær dáma, og kenn mær, Harri, forskriftir tínar! Altíð eg gangi við lívinum í hondunum, men lóg tína ikki eg gloymi. Vándir seta fyri meg snerrur, men frá boðum tínum eg ikki eri vilstur. Vitnisburðir tínir eru ogn mín um ævir, tí mín hjartans gleði teir eru. Eg mínum hjarta havi vent at gera tíni boð um ævir og alt til enda. Eg teir tvísintu hati, men eg lóg tína elski. Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði. Víkið frá mær, vándir menn, eg Guðs míns boð vil halda! Styðja meg eftir tínum orði, at eg má liva, og lat í míni vón meg ikki verða til skammar! Halt mær uppi, at eg má verða frelstur og altíð við gleði at boðum tínum líta! Tú allar teir vrakar, ið havna tíni boð, tí ástundan teirra er lygn. Eins og berskaka tú metir allar vándar á jørð, harfyri eg elski vitnisburðir tínar. Tað ristir í mínum kjøti av ræðslu fyri tær, fyri ráðum tínum eg óttist. Eg rætt og skjal havi gjørt, gev meg ikki upp til kúgarar mínar! Gakk í veður fyri tænara tín, lat ikki frekar meg kúga! Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu. Ger við tænara tín eftir miskunn tíni og kenn mær boðorð tíni! Tænari tín eg eri; gev mær vit, at eg má kenna samtyktir tínar. Tíð er hjá Harranum okkurt at gera, teir hava lóg tína brotið. Tí eg elski boðorð tíni meira enn gull og gripir. Tí eg haldi mær eftir øllum tínum boðum, og hvørja lygigøtu eg hati. Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara. Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar. Eg munn mín opni og mungi, tí eg stundi á boðorð tíni. Vend tær til mín og náða meg, sum rætt er mót teimum, ið navn títt elska! Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda! Bjarga mær úr yvirgangi manna, at eg kann halda samtyktir tínar! Lat andlit títt lýsa yvir tænara tínum og kenn mær boðorð tíni! Áarløkir renna úr eygum mínum, tí teir ikki lóg tína halda. Rættvísur ert tú, Harri, og rættir eru dómar tínir. Samtyktir tínar tú í rættvísi gjørdi og í trúskapi miklum. Mítt yvri hevur meg etið, tí fíggindar mínir hava gloymt tíni orð. Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar. Lítil eg eri og lítið virdur, men boðorð tíni eg ikki havi gloymt. Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er. Neyð og trongd meg hava rakað, men boð tíni eru mín lyst. Samtyktir tínar eru rættur um ævir, gev mær skyn, at eg má liva! Eg rópi av øllum hjarta, svara mær, Harri, eg haldi tíni boð! Eg á teg kalli, hjálp tú mær, at eg kann fylgja samtyktum tínum! Árla í lýsing eg rópi og bíði eftir orðum tínum. Míni eygu eru undan vøkunum vakin fyri at grunda um tíni orð. Hoyr mína rødd eftir mildi tíni, lívga meg, Harri, eftir ráðum tínum! Nær eru teir, ið hugsa um illgerð, langt teir eru frá lóg tíni burtur. Tú, Harri, ert nær, og sannleikur eru øll tíni boð. Úr forðum veit eg av vitnisburðum tínum, at tú teir um ævir hevur grundað! Hygg til mína stóru neyð og mær hjálp, tí lóg tína eg ikki havi gloymt! Stríð fyri sak mína og loys meg út, lívga meg eftir orðum tínum! Fjart er frelsan frá vándum burtur, tí eftir boðum tínum ikki teir spyrja. Mikil er, Harri, miskunn tín, lívga meg eftir ráðum tínum! Mangir eru fíggindar og hatarar mínir, frá samtyktum tínum eg ikki eri vikin. Eg trúleysar havi sæð og fekk vaml, tí orð tíni ikki teir hildu. Sí, eg elski vitnisburðir tínar, Harri, lívga meg eftir tíni miskunn! Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð. Uttan grund at mær høvdingar søkja, men hjarta mítt orð tíni óttast. Glaður eg eri um talu tína sum maður, ið veiðir góðan fong. Lygn eg hati og skýggi, men lóg tína havi eg elskað. Sjey ferðir um dagin eg tær lovi fyri tínar rættvísu dómar. Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri. Eg frelsu tíni bíði, Harri, og boðorð tíni eg haldi. Vitnisburðir tínar sál mín goymir, og so sára eg teir elski. Eg samtyktir tínar og boð tíni haldi, tí allir mínir vegir eru tær fyri eygum. Lat neyðarróp mítt koma fyri títt andlit, gev, Harri, mær skyn eftir orðum tínum! Lat mína stynjan koma fyri ásjón tína, bjarga mær eftir orðum tínum! Varrar mínar skulu lov títt floyma, tí boð tíni tú mær kennir. Tunga mín syngur um tíni orð, tí rættvísi eru øll boðorð tíni. Hond tín mær komi til hjálpar, tí valt eg havi samtyktir tínar! Mær leingist, Harri, eftir frelsu tíni, og lóg tín er mín lyst. Lat sál mína liva, at eg kann tær lova, og ráð tíni mær verði til hjálpar! Villur eg fór, leita upp tænara tín sum ein burturvilstan seyð, tí samtyktir tínar eg ikki havi gloymt!
Á Harran eg kallaði í míni neyð, og hann mær svaraði aftur. Harri, sál míni bjarga frá lygivørrum, frá svikafullari tungu! Hvat skal teg ráma og aftur ráma, tú svikatunga! Ørvar valdsharrans hvestar eru í glóðum av gývilrunni. Eya meg, sum fremmandur eri hjá Meseki, og búgvi við Kedars tjøld! Ov leingi hevur sál mín dvølst hjá teimum, ið hata frið. Sjálvt um eg friðarorð mæli, eru teir til reiðar til kríggj.
Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. Hann vil ikki lata fót tín snáva, vaktari tín vil ikki sova. Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels. Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. Um dagin skal sólin ei stinga teg, ella um náttina mánin. Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.» Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem! Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman, hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har. Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids hús. Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennar tjaldbúðum fyri! Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum! Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið! Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku!
Til tín eg lyfti upp eygu míni, sum hátt á himni situr! Sí, sum eygu trælanna líta at húsbóndans hond, sum eygu trælkonunnar líta at húsfrúnnar hond, soleiðis líta upp eygu vár til Harrans, várs Guðs, inntil hann okkum miskunnar. Miskunna, Harri, miskunna okkum, tí ovurmett vit eru av háð! Ovurmett er vár sál av spotti frá teimum hástóru, av háð frá teimum hugmóðigu.
Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi! Um ikki Harrin hevði við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum, so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum, so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál; so høvdu teir brotið um vára sál, teir óføru sjógvar. Lov fái Harrin, ið ei gav okkum upp sum bráð fyri tonnum teirra! Sál vár rætt sum fuglurin slapp úr fuglamansins snerru. Snerran fór sundur, og sloppin vit vóru. Í Harrans navni er okkara hjálp, skapara himmals og jarðar.
Teir, ið á Harran líta, eru sum Zions fjall, ið ikki vikast um ævir; fastur hann stendur sum Jerúsalem, ið fjøll eru uttan um; og Harrin um fólk sítt er nú og um allar ævir. Tí ikki skal gudloysis kongsstavur hvíla á arvalutinum hjá teimum rættvísu, fyri at rættvísir ei skulu rætta hendur sínar at misgerð. Harri, ger væl ímót teimum góðu og teimum, ið hava eitt reiðuligt hjarta! Men teir, ið ganga sniðgøtur sínar, vil Harrin lata farast saman við illgerðarmonnum. Friður yvir Ísrael!
Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. Til einkis fara tit tíðliga upp og ganga síðla til hvíldar og eta møðisamt breyð; tað sama hann vini sínum gevur í svøvni. Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn. Sum ørvar í hond á kappa, so eru ungdóms synir. Sælur er maður, ið ørvahúsan fyltan hevur við teimum; teir verða ikki til skammar, tá teir í liðinum við fíggindar tingast.
Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur. Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við! Kona tín er sum eitt fruktagott víntræ inni í húsi tínum. Synir tínir sum oljukvistar rundan um borðið hjá tær. Ja, soleiðis verður signaður maður, ið ber fyri Harranum ótta. Harrin vil teg frá Zion vælsigna, glaður tú skoða skalt Jerúsalems eydnu allar dagar á ævi tíni. Og sonasynir tínar fært tú at síggja! Friður yvir Jerúsalem!
Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum – so sigi Ísrael – mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær. Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar; men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip! Við skommum skulu teir undan víkja allir fíggindar Zions, og verða sum grasið á tekjum, ið følnar, áðrenn tað er vaksið, so at sláttumaðurin ikki fær upp í nevan, og hoykonan ikki ein føvning, og tey, ið koma framvið, ikki siga: «Harrin signi tykkum!»
Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg, Harri, hoyr mína rødd! Oyru tíni lat lýða á mína bønligu reyst! Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við? Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg. Eg Harranum bíði, sál mín bíðar, orð hans líti eg á. Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn. Hann vil Ísrael loysa frá syndum tess øllum.
Harri, ikki er hástórt hjarta mítt, og ikki eru stolt eygu míni, ikki eg gangi við stórum tonkum, ið eru fyri meg ov høgir. Nei, eg sál mína havi fingið at vera stilla og kvirra, eins og avvant barn hjá móður síni, eins og avvant barn er sál mín hjá mær. Ísrael, Harranum bíða frá nú og um allar ævir!
Minst tú, Harri, Dávidi allar treytir hans, hvussu hann Harranum svór, gjørdi Jákups veldiga lyfti: «Eg vil ei ganga inn í tjaldhús mítt og ei fara upp í mína song, ei unna eygum mínum svøvn ella eygnalokum mínum blund, fyrr enn eg havi funnið fyri Harranum stað, ein bústað fyri Jákups veldiga!» «Sí, vit hava um hann hoyrt í Efrata, funnið hann á Jáars mørkum. Latum okkum fara at bústaði hans og níga niður fyri fótskør hans! Rís, Harri, og far á hvíldarstað tín, tú og ørk veldis tíns! Lat prestar tínar í rættlæti klæðast, og dýrkarar tínar fegnast! Fyri sakir Dávids, tænara tíns, vís ei tínum salvaða burtur!» Harrin hevur Dávidi trygdareið svorið, sum ei hann man ganga frá: «Av ávøksti lenda tína vil eg seta mann í hásæti títt. Um synir tínir halda sáttmála mín og boðorð tey, eg teimum kenni, skulu eisini synir teirra um ævir sita í hásæti tínum.» Tí Zion hevur Harrin valt sær út, kannað sær tað til bústað: «Hetta er hvíldarstaður mín um ævir, her vil eg búgva, tí eg havi hann mær kannað. Vistir hans vil eg vissuliga signa, og fátækar hans vil eg metta við breyði. Prestar hans vil eg klæða í frelsu, og gudsdýrkarar hans skulu rópa í fegni. Har lati eg vaksa fyri Dávidi horn, har búgvi eg mínum salvaða lampu til. Fíggindar hans eg klæði í skomm, men á honum skal krúna hans ljóma.»
Sí, hvussu gott og yndisligt tað er, tá ið brøður búgva saman. Eins og á høvdinum valaoljan, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, ið fellur niður á kyrtilfald hans. Eins og Hermons døgg, ið fellur niður á Zions fjøll, tí at har hevur Harrin boðið út signing, lív um aldur og ævir.
Ja, Harranum lovið allir tænarar Harrans, tit, ið standa um nætur í Harrans húsi! Hevjið hondum til halgidómsins og Harranum lovið! Harrin teg signi fra Zion, skapari himmals og jarðar!
Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans, ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs! Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er! Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals. Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn allir gudar. Harrin ger alt tað, ið honum tykir á himni og á jørð, í havinum og djúpunum øllum. Hann leiðir skýggini upp frá endamarkum jarðar, letur snarljós verða at regni og sleppir storminum út úr goymslum sínum. Hann, ið teir frumgitnu Egyptalands sló, bæði menn og djór, sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, móti Fárao og øllum hans sveinum. Hann, ið mangar tjóðir sló og feldi veldigar kongar. Sihon, Ámoritakongin, og Og, kongin í Básjan, og kongaríki øll í Kánáan, og gav teirra land til ognar, til ognar hjá Ísrael, fólki sínum. Harri, navn títt varir um ævir, áminning tín, Harri, ætt eftir ætt; tí Harrin rætt veitir fólki sínum og eymkast yvir tænarar sínar. Skurðgudar heidninganna eru silvur og gull, verk av manna hondum. Munn teir hava, men tala ikki, eygu, men kunnu ei síggja. Oyru teir hava, men hoyra ikki, og eingin er andadráttur í munni teirra. Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir teir, ið á teir troysta. Ísraels ætt, Harranum lovið! Árons ætt, Harranum lovið! Levi ætt, Harranum lovið! Tit, ið Harran óttast, Harranum lovið! Lovaður veri Harrin frá Zion, hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja!
Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir! Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið breiddi út jørðina á vøtnunum, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið skapaði tey stóru ljós, tí at miskunn hans varir um ævir! Sólina til tess at ráða fyri deginum, tí at miskunn hans varir um ævir! Mánan og stjørnurnar at ráða fyri náttini, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið sló Egyptar við drápi av frumgitnum teirra, tí at miskunn hans varir um ævir! Og leiddi Ísrael burtur frá teim, tí at miskunn hans varir um ævir! Við sterkari hond og útrættum armi, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið skifti Reyðahavið sundur, tí at miskunn hans varir um ævir! Og læt Ísrael ganga ígjøgnum tað, tí at miskunn hans varir um ævir! Og koyrdi Fárao og her hans í Reyðahavið út, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið fólk sítt í oyðimørkini leiddi, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið miklar kongar sló, tí at miskunn hans varir um ævir! Og feldi veldigar kongar, tí at miskunn hans varir um ævir! Sihon, Ámoritakongin, tí at miskunn hans varir um ævir! Og Og, kongin í Básjan, tí at miskunn hans varir um ævir! Og gav teirra land til ognar, tí at miskunn hans varir um ævir! Til ognar hjá Ísrael, tænara sínum, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið mintist okkum í vesældómi várum, tí at miskunn hans varir um ævir! Og bjargaði okkum frá fíggindum várum, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið gevur øllum livandi breyð, tí at miskunn hans varir um ævir! Takkið Guði himnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!
Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion; á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar. Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: «Syngið fyri okkum úr Zionssongum!» Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund? Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá visni mín høgra hond! Tunga mín hangi í gómanum føst, um ikki eg minnist til tín, um ikki eg seti Jerúsalem yvir mítt hægsta yndi! Muna, Harri, Edóms sonum Jerúsalems vanlukkudag! Tá ið teir rópaðu: «Rívið niður, rívið niður, líka niður í grund!» Bábels dóttir, tú sum oyðileggur! Sælur hann, ið tær lønar ta gerð, sum tú okkum gjørdi! Sælur hann, ið børn tíni tekur og slær tey í stein!
Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja. Eg vil níga niður fyri tínum heilaga templi, eg vil lova navni tínum fyri miskunn og trúfesti tína; tí dýrt hevur tú orð títt gjørt yvir alt títt navn. Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki. Lova tær, Harri, skulu allir kongar heimsins, tá ið teir hoyra orðini av tínum munni. Teir skulu syngja um vegir Harrans, tí at mikil er dýrd Harrans, tí at háur er Harrin og skoðar teir smáu, og tekkir teir hástóru langt burtur. Um eg í trongd eri staddur, tú letur meg halda lívi. Tú hond tína rættir út móti vreiði fígginda mína, og høgra hond tín mær hjálpir. Harrin vil gera alt mær fyri bestum. Harri, miskunn tín varir um ævir! Gev ikki upp verk handa tína!
Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur. Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda! Um eg sigi: «Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!» Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær. Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til. Hvør torskilnar eru, Guð, mær hugsanir tínar, hvør miklar tær allar tilsamans! Vil eg tær telja, eru tær fleiri enn sandur, eg man vakna og vera enn hjá tær. Gævi tú, Guð, vildi drepa teir gudleysu, og at blóðsekir menn mær viku ífrá, teir, ið tær standa ímóti við svikum, teir, ið navn títt hava í fáfongd. Man eg ikki hata, Harri, hatarar tínar, man mær ikki standast við fíggindar tínar! Við fullum hatri eg teir hati, teir eru vorðnir óvinir mínir. Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!
Til songmeistarans, ein sálmur, av Dávidi. Bjarga mær, Harri, frá vándum monnum, varða meg móti yvirgangsmonnum, ið hugsa ilt í hjarta sínum og yppa ófrið á hvørjum degi, sum gera tungur sínar hvassar sum slangur, og hava ormaeitur undir vørrum sínum. Sela. Varðveit meg, Harri, frá vándra manna hondum, varða meg móti yvirgangsmonnum, ið hugsa um at seta fót fyri meg! Frekir leggja fyri meg snerrur á loynum og spenna út reip eins og net, fram við veginum seta teir fyri meg fellur. Sela. Eg segði við Harran: Guð mín tú ert! Lýð, Harri, á mína bønligu reyst! Harri, mín drottin, mín frelsunnar máttur, tú høvdi mínum lívir á orrustudegi! Harri, lat ikki hin gudleysa fáa sítt ynski, lat ikki hans illu ráð fáa frama! Sela. Teir skulu ei hevja høvdið rundan um meg, svikið av teirra vørrum skal hylja teir sjálvar! Hann lati brandakol á teir rigna, hann teir rindi í eldin, í gryvjur, so at ikki teir upp aftur standa! Illmælis maður skal ei í landinum standast, yvirgangsmannin skal ólukkan elta upp í slag! Eg veit, at Harrin neyðstøddum hjálpir og veitir armingum rætt. Ja, rættvísir skulu lova navni tínum, og rættlátir búgva fyri ásjón tíni.
Harri, eg kalli á teg, skunda tær til mín! Lýð á mína reyst, tá ið eg kalli á teg! Bøn mín komi sum roykoffur fyri títt andlit, mínar upplyftu hendur sum matoffur á kvøldi! Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína! Lat ei hjarta mítt venda sær at nøkrum illum, til tess at útinna gudloysis verk saman við illgerðarmonnum, og lat meg ei eta krásir teirra! Um meg rættvísur slær av alski og meg agar, slíkum høvuðsmyrsli skal ei mítt høvur berast undan. Varir tað við, so er tó mín bøn móti ilsku teirra. Dómarar teirra verða rindaðir niður av kletti, og hoyra teir skulu, at orð míni yndislig eru. Sum tá ið jørðin verður pløgd og grivin, so liggja bein vár spjødd við heljarportur. Tí til tín, Harri, drottin mín, er eyga mítt vent, hjá tær eg søki skjól, lat ei lív mítt vera falt! Varðveit meg frá fellum teimum, ið teir hava fyri meg sett, og frá snerrum illgerðarmanna! Hinir gudleysu falli allir í net síni egnu, men eg sleppi undan!
Ein maskil; av Dávidi, tá ið hann var í hellinum, ein bøn. Hart eg rópi til Harrans, hart eg Harran bøni. Eg helli út mína sorg fyri ásjón hans, eg sigi fyri honum mína neyð. Tá ið ørmaktast í mær andi mín, tú tó kennir gøtu mína. Á tí vegi, sum ganga eg skal, teir snerrur hava fyri mær loynt. Eg líti til høgru og hyggi, men eingin kennist við meg; einki eg eigi mær høli, eingin leggur í meg. Til tín eg rópi, Harri; eg sigi: «Tú ert mítt skjól, mín lutur í landi teirra livandi.» Lýð á neyðarróp mítt, tí eg sára hjálparleysur eri! Bjarga mær frá fíggindum mínum, tí teir eru mær ov sterkir! Loys mína sál úr fangahúsi, at eg má lova navni tínum, tí rættvísir eftir mær bíða, at tú væl vilt móti mær gera!
Lovaður veri Harrin, klettur mín, sum hendur mínar venur til bardaga, fingrar mínar til orrustu, miskunn mín og virki, háborg mín og hjálpari, skjøldur mín og álit, sum leggur undir meg tjóðir! Harri, hvat er maður, at tú kennir hann, og mannabarn, at tú gevur tí gætur? Maðurin er sum eitt vindblak, hans dagar sum hvørvandi skuggi! Harri, lat himin tín síga niður og stíg oman, nem tú við fjøllini, so at tey rúka! Lat ljósini ganga, so at teir verða spjaddir. Send út tínar ørvar, so at teir verða ræddir! Rætt út hond tína frá tí høga, fría meg og frels meg úr hinum miklu vøtnum, úr fremmanda hondum, teirra, hvørs muður mælir fals, og hvørs høgra hond er lyginnar høgra hond! Guð, fyri tær vil eg syngja nýggjan song, fyri tær vil eg leika á tíggjustrengdari hørpu, tær, sum gevur kongunum sigur, sum bjargar Dávidi, tænara tínum, frá tí vánda svørði! Fría meg og frels meg úr fremmanda hondum, teirra, hvørs muður mælir fals, og hvørs høgra hond er lyginnar høgra hond, so at synir várir mega verða sum vøkstir, sum í ungdómi sínum vaksa stórir, døtur várar sum hornastólpar, úthøgdir sum til eina borg; løður várar mega fullar verða og geva av øllum sløgum, seyður vár má eiga av sær túsund, verða tíggjutúsund faldur í høgum várum, kýr várar mega kvidnar verða, og einki er óhapp, og eingin er missur, og eingin rópan á torgum várum! Sælt er tað fólk, sum tað soleiðis veit við! Sælt er tað fólk, sum hevur Harran til Guð!
Eg vil hálova tær, Guð mín, kongur, og navn títt prísa um aldur og ævir! Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir! Mikil er Harrin og væl verdur at lova, stórleiki hans órannsakiligur er! Ein ættin fyri aðrari verkum tínum lovar og boðar frá kraftargerðum tínum! Frá hátign tíni og miklu dýrd tær siga, um undur tíni eg syngja vil. Frá veldi ódnarverka tína tær greiða, um stórverk tíni eg røða vil. Á tína miklu góðsku tær minna og fegnast um rættvísi tína. Náðigur er Harrin og miskunnsamur, tolin og ríkur av góðsku. Harrin er góður við øll, miskunn hans fatar um øll hans verk. Øll verk tíni lova tær, Harri, og dýrkarar tínir teg prísa! Um dýrd kongadømis tíns teir tala, frá veldi tínum teir siga fyri at kunngera monnum veldi títt, hina dýru tign kongadømis tíns! Kongadømi títt er kongadømi um allar ævir, og ríki títt varir ætt eftir ætt! Harrin er trúfastur í øllum orðum sínum, og miskunnsamur í øllum verkum sínum. Harrin styðjar allar, ið fallkomnir eru, og reisir upp allar niðurboygdar. Øll venda eygum sínum vónandi til tín, og tú gevur teim føði teirra í rættum tíma. Tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing. Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum. Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. Hann uppfyllir ynski teirra, ið hann óttast, hann róp teirra hoyrir og teimum hjálpir. Harrin varðveitir allar teir, ið hann elska, men gudleysar allar hann oyðir. Lov Harrans skal muður mín mæla, alt kjøt prísi hans heilaga navn um aldur og ævir!
Halleluja! Sál mín, Harranum lova! Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Guði, meðan eg eri til! Lítið ei á høvdingar, á mann, ið onga hjálp kann veita! Út fer andi hans, hann fer aftur til moldar, á tí degi er fyri ongum hans ætlan. Sælur er tann, sum hevur Jákups Guð sær til hjálpar, sum vón sína setir á Harran, Guð sín, hann, sum skapað hevur himin og jørð, havið og alt, sum í teimum er; hann, sum varðveitir trúfesti sína um ævir, sum veitir teimum kúgaðu rætt og gevur teimum svongu breyð. Harrin teir bundnu loysir. Harrin opnar eyguni á teimum blindu, Harrin reisir upp teir niðurboygdu, Harrin elskar teir rættvísu, Harrin varðar teir fremmandu, syrgir fyri einkjum og faðirleysum, men villir fyri teimum gudleysu vegin. Harrin er kongur um allar ævir, Guð tín, Zion, ætt eftir ætt. Halleluja!
Halleluja! Gott tað er at leika fyri Guði várum, tí yndisligt tað er, og lovsongur væl høvir. Harrin byggir upp Jerúsalem og savnar saman tey sundurspjaddu av Ísrael. Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár. Hann talið á stjørnunum telur og kallar tær allar við navni. Mikil er drottin vár og stórur í veldi, einki er mark fyri vísdómi hans. Harrin heldur teim eyðmjúku uppi, men gudleysar nívir til jarðar hann niður. Fyri Harranum syngið við takkarsongi, leikið á saltri fyri Guði várum! Hann himmalin hylur við skýum, hann regn reiðir jørðini til, hann gras letur spretta á fjøllum. Hann djórunum gevur føðslu teirra og ravnsungunum, tá ið teir rópa. Hann hevur ei yndi til styrkleika hestsins, hevur ei tokka á beinum mansins. Harrin hevur tokka á teimum, ið hann óttast, teimum, ið bíða miskunnar hans. Harranum prísa, Jerúsalem, Guði tínum lova, Zion! Tí at hann hevur gjørt tínar portstengur sterkar, børn tíni signað, sum í tær eru. Hann gevur landi tínum frið og mettar teg við feitasta hveiti. Hann orð sítt sendir til jarðar, boð hans loypur við skundi. Hann gevur snjógv eins og ull, stroyir út rím eins og øsku. Hann sendir hegling sín sum breyðmolar, vatnið stirðnar fyri kulda hans. Hann orð sítt sendir og bræðir tað, letur vind sín blása, og aftur tað rennur. Hann kunnger Jákupi orð sítt, Ísrael boð og lógir sínar. So hann ei hevur gjørt við onnur fólk, teim kennir hann ikki lógir sínar. Halleluja!
Halleluja! Harranum lovið av himni, honum lovið í tí høga! Lovið honum, allir einglar hans, lovið honum, allir herar hans! Lovið honum, sól og máni, lovið honum, allar lýsandi stjørnur! Lovið honum, himnar himnanna, og vøtnini uppi yvir himnunum! Tey skulu lova Harrans navni, tí eftir boði hans vórðu tey skapað. Og hann tey festi um aldur og ævir, hann gav teimum lóg, sum ikki tey bróta. Harranum lovið av jørð, tit sjóskrímsl og allir streymar! Eldur og heglingur, kavi og roykur, stormurin, ið orð hans útrættar! Fjøllini og allir heyggjar, aldintrøini og sedristrø øll! Villdjórini og allur fenaður, skriðkykt og fljúgvandi fuglar! Kongar jarðarinnar og allar tjóðir, høvdingar og allir dómarar heimsins! Unglingar og moyggjar tillíka, oldingar og ungir sveinar! Teir skulu lova Harrans navni, tí at navn hans eina hátt er hevjað, dýrd hans er yvir jørð og himni. Hann fólki sínum reisir horn, lovsongur er hjá øllum dýrkarum hans, hjá Ísrael, tí fólki, ið honum er nær! Halleluja!
Halleluja! Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans! Ísrael gleðist yvir skapara sínum, synir Zions fegnist yvir kongi sínum! Teir skulu navni hans lova við gleðidansi, leika fyri honum á bumbu og hørpu! Tí at Harrin hevur tokka á fólki sínum, hann teir kúgaðu prýðir við sigri. Guðs dýrkararnir fegnist við æru, rópi fagnaðarróp á legum sínum! Teir havi lovsong til Guð á munni, og tvíeggjað svørð í hondum! Til tess at gera á heidningunum hevnd og revsing fólkanna millum, til tess at binda kongar teirra við fjøtrum, edilingar teirra við jarnbondum, og útinna yvir teir skrivaðan dóm; ein sómi er hetta øllum dýrkarum hans! Halleluja!
Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi! Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans! Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri! Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu! Lovið honum við ljómandi skálabumbum, lovið honum við hvøllum skálabumbum! Alt, ið andadrátt hevur, Harranum lovi! Halleluja!
Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs, til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð, til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð, til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil – hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar – til at skilja orðtøk og líknilsi, vísmanna orð og gátur teirra. Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. Lýð tú, sonur, mín, á áminning faðirs tíns og vraka ikki rættleiðing móður tínar; tí at tær eru yndisligur kransur á høvdi tínum, ein dýrabar keta um háls tín. Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki. Tá ið teir siga: «Kom tú við okkum! Lat okkum leggjast á loynum til manndráps, søkja at sakleysum manni uttan grund; vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar. Alskyns dýrar lutir skulu vit ognast, hús okkara fylla við ráni. Javnan lut skalt tú taka við okkum, ein posa skulu vit allir í felagi hava.» Sonur mín, tá gakk ikki teirra gøtur, halt fóti tínum burtur frá leiðum teirra. Tí at føtur teirra eru skjótir til tað illa, snarir til at úthella blóð. Tí at til einkis verður netið tant út, meðan allir veingjaðir fuglar tað síggja; teir søkja at sínum egna lívi, liggja á loynum eftir sær sjálvum. Soleiðis gongst øllum, ið eftir órættum vinningi tráa, hann drepur sín egna harra. Vísdómurin kallar hátt á gøtunum, letur rødd sína ljóða á torgunum; hann rópar á fjølgongdum vegamótum, við borgarliðini flytur hann talu sína: «Hvussu leingi ætla tit, fávitskutir, at elska fávitsku, og tit, spottarar, at hava yndi av spotti, og tit, dárar, at hata kunnskap? Vendið við til leiðbeining mína, sí, tá lati eg anda mín streyma yvir tykkum, tá kunngeri eg tykkum orð míni. Men av tí at tit førdust undan, tá ið eg kallaði, og eingin gav tí gætur, tó at eg rætti hondina út, heldur vanvirdu øll míni ráð og skoyttu ikki leiðbeining míni; tí man eg læa í ólukku tykkara, spotta, tá ið ræðslan tykkum rámar; tá ið ræðslan tykkum rámar sum torusláttur, og ólukka tykkara kemur sum ein hvirla, tá ið neyð og angist á tykkum koma. Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki. Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Guði, skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína; tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast. Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs. Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.»
Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna. Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil; hann goymir teimum rættsintu lukkuna, er skjøldur teirra, sum í sakloysi ganga, tí at hann vakir yvir stigum rættarins og varðveitir vegin hjá teim, ið hann óttast. Tá manst tú fata rættvísi og rættferð, rættlæti, hvønn ein góðan veg. Tí at vísdómurin man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur; umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg – fyri at frelsa teg frá einum illum vegi, frá teimum monnum, ið fara við falsi, frá teim, ið fara av rættferðar leiðum fyri at ganga á myrkursins vegum, ið hava gleði av tí at gera ilt og fegnast av ilskubrøgdum, ið vegir sínar krókutar gera og allar sniðgøtur ganga; fyri at frelsa teg frá annars mans konu, frá fremmandari konu við blíðmæltum orðum, ið ungdóms vin sín hevur svikið og gloymt hevur sáttmálan við Guð sín; tí at hús hennara horvir í deyðan, spor hennara leiða til deydninganna niður; teir, ið inn til hennara fara, koma ikki aftur, og aldri teir komast á lívsins vegir – fyri at tú kanst ganga á góða manna vegi og halda teg á leiðum teirra rættvísu. Tí at teir rættsintu munnu byggja landið, og teir sakleysu verða eftir í tí. Men teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí.
Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni. Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur. Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, grem teg ikki um revsing hans; tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við. Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana. Eitt langt lív er í hennara høgru hond, ríkidømi og æra í vinstru. Vegir hennara eru yndisligir vegir, og allar gøtur hennara vælferð. Hon er lívstræ fyri teimum, ið grípa hana, og sælur er hvør tann, ið heldur fast í hana. Harrin grundaði jørðina við vísdómi, festi himmalin við vitsku. Fyri kunnskapi hans skildust havdjúpini sundur, og drýpur døggin úr skýggjunum niður. Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti. Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur. Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur. Synja ikki honum nakað gott, ið tað tørvar, um tað er í tínum valdi at gera tað. Sig ikki við næsta tín: «Far og kom aftur, í morgin skal eg geva tær» – um tú eigur tað til. Hugsa ikki um ilt móti næsta tínum, meðan hann situr hjá tær tryggur. Deil ikki við nakran uttan orsøk, um hann ikki hevur gjørt tær nakað mein. Øvunda ikki yvirgerðarmannin, og vel tær ongan av øllum vegum hans. Tí at ein falsari er Harranum ein andstygd, men við teir rættsintu hann samfelag hevur. Banning Harrans er í húsi hins gudleysa, men bústað teirra rættvísu signar hann. Spottarar spottar hann, men eyðmjúkum gevur hann náði. Vísir munnu heiður vinna, men dárar fáa skomm til býtis.
Hoyrið, synir, áminning faðirs tykkara og gevið gætur, so at tit læra klókskap! Tí at góðan lærdóm gevi eg tykkum, vrakið ikki leiðbeining mína! Tí tá ið eg var sonur í faðirs míns húsi, lítið einkarbarn hjá móður míni, tá lærdi hann meg og segði við meg: «Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.» Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt. Kom tú ikki á gøtur teirra gudleysu, og gakk tú ikki tann vegin, ið vándir fara. Lat hann vera, gakk ikki eftir honum, halt teg frá honum, og slepp tær undan! Tí at teir fáa ikki sovið, uttan teir hava gjørt ilt, teir missa svøvnin, um teir ikki hava verið onkrum at meini. Tí at teir eta gudloysis breyð og drekka órættar vín. Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur. Vegir teirra gudleysu eru eins og niðamyrkur, teir vita ikki, hvat teir snáva um. Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!
Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni, fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap. Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara. Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð. Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar. Hon gongur ikki eftir lívsins vegi, men vinglar ymsar leiðir og veit ikki, hvar hon fer. Og nú, synir mínir, lýðið á meg, og víkið ikki frá tí, ið muður mín mælir! Halt leið tína langt frá henni, kom ikki nær at húsdurum hennara, at tú ikki mást geva øðrum æru tína, og ár tíni grimmum manni, at fremmandir ikki mega mettast av ognum tínum, og tað, ið tú við strevi hevur vunnið, koma í annars mans hús, og tú at endanum mást stynja, tá ið hold títt og likam er burturtært, og siga: «Hvussu kundi eg hata aga, og hjarta mítt vanvirða áminning! Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg! Eg tætt við var komin í størstu neyð mitt í mannfjøld, sum sat á tingi!» Drekk tú vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu! Eiga keldur tínar at renna út um gøtur, áarløkir tínir út um torg? Tær eina skulu tær tilhoyra, og ongum fremmandum við tær. Vælsignað veri kelda tín, og gleð teg um títt ungdóms vív, elskhugarhindina, yndisgaselluna. Barmur hennara altíð teg lívgi, og ást hennara altíð teg tøli! Hví skuldi tú, sonur mín, tølast av annars mans konu, og fevna barmin á fremmandari konu? Tí at fyri Harrans eygum eru hvørs mans vegir, og hann javnar allar hans gøtur. Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum. Hann doyr vegna trot á aga, forferst fyri sín stóra dárskap.
Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær; varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín. Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns. Sig við spektina: «Tú ert systir mín!» og vitskuna kalla tú vinkonu tína, so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, fyri fremmandari konu við blíðmæltum orðum. Tí at gjøgnum gluggan á húsi mínum, millum rimanna hugdi eg út, tá sá eg millum teirra óroyndu, varð millum teirra ungu varur við vitleysan unglinga, sum smeyg um geilarhorn og leiðini helt at hennara húsi, í skýmingarløtu, móti kvøldi, í svørtum náttarmyrkri. Tá kom móti honum kona, klædd eins og skøkja og svikafull í hjarta; hámikil er hon og óð, heima hon støðast ikki; so er hon á gøtum, so á torgum, á hvørjum horni hon lúrir; hon tekur um hann og kyssir hann og sigur við frekum lótum: «Eg eigi at lata eitt gildisoffur, og í dag eg haldi mítt lyfti. Tí fór eg út fyri at møta tær, fyri at leita teg upp, og nú fann eg teg. Eg havi song mína reitt við teppum, við egyptiskum, marglittum líni. Myrru, aloe og kanel havi eg koyrt á legu mína. Kom, lat okkum drekka elskhugarrús til í morgin, dusast í ástargamni! Tí at maður mín er ikki heima, hann er farin á langferð. Peningapungin tók hann við sær, tá ið full er sól, kemur hann aftur.» Hon lokkaði hann við sínum nógva tosi, tøldi hann við sínum hálu vørrum. Hann fer aftan á hana straks, sum oksi verður leiddur at verða dripin, sum hjørtur verður eltur í netið, til ørvin fer ígjøgnum hans livur, sum ein fuglur sær skundar í snerru og veit ikki, at lívið er í váða. – Og nú, synir mínir, hoyrið meg og lýðið á orðini, ið muður mín talar! Lat ikki hjarta títt leita inn á hennara vegir, vilst ikki inn á hennara gøtur. Tí at mangar hevur hon við ólívssári sært, og stórt er talið á teimum, sum hon hevur dripið. Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum.
Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða. Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur. Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt: Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn. Tit fákunnu, vinnið tykkum klókskap, tit dárar, lærið tykkum skil. Gevið ljóð, tí at eg tali tað, ið gott er; tað er beint, sum varrar mínar mæla. Tí at sannleika talar gómur mín, og gudloysi býður mínum vørrum ímóti. Rætt eru øll orðini av munni mínum, í teimum er einki fals ella svik. Øll eru tey sonn fyri teimum klóku og rætt fyri teimum, ið vunnið hava klókskap. Takið við áminning míni fram um silvur, og kunnskapi fram um útvalt gull. Tí at vísdómur er betri enn perlur, og eingir dýrgripir eru móti honum. Eg, vísdómurin, eri í felag við klókskapi, og kunnugleika um hyggjuráð eg havi. At óttast Harran er at hata hitt illa; hugmóð og dramblæti og illa atferð og falsorðaðan munn eg hati. Hjá mær eru ráð og dugur, eg eri vit, hjá mær er kraft. Við mær ráða kongar, døma høvdingar rættvísar dómar. Við mær stýra stjórnarmenn og furstar – allir dómarar á jørð. Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg. Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð. Ávøkstur mín er betri enn skærasta gull, og úrtøka mín betri enn útvalt silvur. Eg gangi á rættlætis vegi, á miðjum rættferðar leiðum fyri at veita teimum eyð, ið meg elska, og fylla goymslur teirra. Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað. Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til. Áðrenn havdjúpini vóru til, varð eg føddur, tá ið ongar vatnmiklar keldur vóru til. Áðrenn fjøllini vórðu søkt niður, undan heygunum varð eg føddur. Áðrenn hann skapaði jørð og mark og tann fyrsta moldbøkk á foldum. Tá ið hann skipaði himnunum, tá var eg har, tá ið hann setti hválvið yvir havdjúpið. Tá ið hann festi skýggini í erva, tá ið havdjúpsins keldur fossaðu fram. Tá ið hann setti mark fyri havinum, so at vatnið ikki fór longri, enn hann beyð, tá ið hann legði jarðarinnar grundvøll. Tá var eg sum verkstjóri honum hjá, og eg var yndi hans dag eftir dag, eg leikaði mær fyri ásjón hans alla tíð. Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum. Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum. Lýðið á aga, so at tit verða vísir, og koyrið hann ikki burtur frá tykkum. Sælur er maður, ið lýðir á meg, so at hann dag og dagliga vakir við mínar dyr og goymir durastavar mínar. Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing. Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.
Vitskan hevur bygt sær hús, hevur høgt til sínar stólpar sjey. Hon hevur dripið drápsfæ sítt, blandað vín sítt, og hartil borð sítt dúkað. Hon hevur sent út ternur sínar; hon kallar uppi á hæddunum inni í staðnum: «Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» Við tann, ið fákunnur er, hon sigur: «Komið og etið mat mín og drekkið vínið, sum eg havi blandað. Latið fávitsku fara, so at tit mega liva, og gangið á vitskunnar vegi!» Tann, ið spottara agar, fær sjálvur háð; tann, ið gudleysan áminnir, fær skomm. Áminn ikki spottaran, at hann ikki skal hata teg; áminn hin vísa, og hann skal elska teg. Gev hinum vísa, og hann verður enn vísari; lær hin rættvísa, og hann fer fram í lærdómi. Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska. Tí at við mær skulu dagar tínir verða mangir, og lívsins ár tíni verða økt. Ert tú vísur, tá gagnar tað tær sjálvum, ert tú ein spottari, tá svíður tað til tín sjálvs. Óvitskan er ein hámikil kvinna, uttan nakað skil, og einki hon veit. Hon situr úti fyri húsdurum sínum, á stóli uppi á hæddum í staðnum, fyri at kalla á teir, ið ganga eftir vegnum og halda beint fram sína leið: «Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» og við tann, ið fákunnur er, hon sigur: «Stolið vatn er søtt, og lystiligt er loynetið breyð.» Og hann veit ikki, at har halda deydningar til, at gestir hennara eru í helheims djúpum.
Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm. Órættar skattir gagna ikki, men rættvísi frelsir frá deyða. Harrin letur ikki rættvísan mann líða hungur, men girnd teirra gudleysu koyrir hann frá sær. Armur verður tann, sum við latari hond virkar, men íðin hond vinnur ríkidømi. Klókur sonur savnar á sumri, men ringur sonur svevur um heystið. Yvir høvur hins rættvísa kemur signing, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. Minnið um hin rættvísa verður vælsignað, men navn teirra gudleysu fúnar. Tann, sum er vísur í hjarta, tekur við boðum, men tann, sum er tápulingur í orðum, fer til grundar. Tann, ið sakleysur gongur, gongur tryggur, men tann, ið krókvegir fer, verður kunnur. Tann, ið blunkar við eyganum, veldur stríð, men tann, ið er tápulingur í orðum, fer til grundar. Muður hins rættvísa er ein lívsins kelda, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot. Á vørrum á vitrum manni er vísdómur at finna, men til bakið á hinum óvitskuta hóskar koyrilin væl. Vitrir menn goyma kunnskap sín, men muður tápulingsins er hóttandi vandi. Ríks mans ognir eru honum eitt virki, men armóðin er teimum fátæku til fals. Tað, ið rættvísur avrikar, verður til lívs, tað, ið gudleysur vinnur, fer í synd. Tann, ið varðveitir aga, er á lívsins leið, men tann, ið áminning havnar, fer skeivur. Tann, ið hatur dylur, hevur lygivarrar, og tann, ið baktal ber út, er óvitskutur. Har sum nógv eru orð, har vantar ikki synd, men hyggin er tann, ið varrar sínar varðar. Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjartað í teimum gudleysu er lítilsvert. Varrar hins rættvísa føða mangar, men tápulingarnir doyggja, tí teimum vantar vit. Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat. Illgerð er vitloysings gaman, men vitskan er gaman hjá vitrum manni. Tað, ið gudleysur óttast, kemur yvir hann, men tað, ið rættvísir ynskja, verður teimum givið. Tá ið stormurin er hildin í, er gudleysur horvin, men rættvísur stendur á ævigari grund. Sum edikur fyri tenninar og roykur fyri eyguni, so er letingin fyri tann, ið hann sendir. Ótti fyri Guði leingir um lívið, men árini hjá gudleysum verða stytt. Væntan hjá rættlátum endar í gleði, men vónin hjá gudleysum verður til einkis. Harrans vegur er hinum sakleysa ein vernd, men illgerðarmonnum ein undirgangur. Rættvísur skal um ævir ei vikast, men gudleysir skulu ei byggja landið. Muður hins rættvísa gevur vísdóm av sær, men hin falska tungan verður burturslitin. Varrar hins rættvísa søkja hugnað, men muður teirra gudleysu er bert fals.
Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar. Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur. Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum. Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða. Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt. Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd. Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis. Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað. Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað. Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur. Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin. Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir. Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir. Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl. Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur. Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi. Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold. Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn. At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða. Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl. Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað. Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt. Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði. Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni. Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður. Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað. Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí. Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið. Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra. Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir. Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?
Tann, ið elskar aga, elskar kunnskap, men tann, ið hatar revsing, er fákunnur. Hin góði fær hjá Harranum náði, men svikafullan mann hann dømir. Eingin maður verður støðufastur við gudloysi, men hjá rættvísum vikast ei rótin. Ein dugandi kona er manni sínum ein krúna, men ring kona er sum rot í beinum hans. Hugsanir hjá rættvísum eru hitt rætta, men ráðgerðir hjá gudleysum eru svik. Orðini hjá gudleysum eru um at ráða bana, men muðurin á rættvísum bjargar teimum. Gudleys verða kollvelt og eru so ikki longur til, men húsini hjá rættvísum standa. Eftir vitsku síni verður maður rósaður, men hin rangsinnaði verður fyri háð. Betri at vera lítil í metum og hava ein træl, enn at látast mikil og ikki eiga mat. Rættvísur hevur hjartalag fyri fenaði sínum, men gudleysur er harður í skapi. Tann, ið jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, ið gongur eftir fáfongd, hevur einki skil. Gudleysur hevur hug eftir illum fongi, men hjá rættvísum gevur rótin frukt. Varranna synd er ring snerra, men rættvísur sleppur út úr neyð. Av fruktum munsins fær maður góða mettu, og maður fær aftur tað, sum hendur hans gjørdu. Hin fákunni heldur sín veg vera rættan, men hin vísi lurtar eftir ráðum. Hin fákunni vísir straks gremju sína, men hin vitri vanvirðu dylur. Tann, ið sannførur er, mælir tað, ið rætt er, men falsvitni mælir svik. Tosið hjá mongum er sum svørðstingur, men tungan á vísum grøðir. Sannleiksvarrar standa við allar ævir, men lygitungur bert eina stund. Svik er í hjørtum teirra, sum ráðleggja ilt, men hjá teimum, sum elva frið, er gleði. Einki ilt hin rættvísa rámar, men gudleysir eru av vanlukkum fullir. Lygivarrar eru Harranum ein andstygd, men teir, sum við sannleika fara, væl honum líka. Vitur maður sín kunnleika loynir, men býttlinganna hjarta fer hátt við fákunni síni. Íðin hond kemur til ræði, men leti førir til trældóms. Harmur í hjarta á manni nívir tað niður, men eitt gott orð gleðir tað. Hin rættvísi velur sær haglendi sítt, men vegurin hjá gudleysum villir teir. Letingin fær onga villibráð, men ídnin er manni dýrt ríkidømi. Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða.
Vitur sonur aktar áminning faðirs síns, men spottarin ikki eftir átølum lurtar. Maður nýtur gott av fruktum munsins, men hugurin hjá svikarum stendur at órætti. Tann, sum munn sín gætir, varðveitir lív sítt, men vanlukka verður skræðugákinum fyri. Sálin í letinganum tráar og fær einki, men sálin í ídnum monnum verður ríkliga mettað. Lygiorð hin rættvísi hatar, men hin gudleysi fremur skemd og skomm. Rættvísi varðar tann, sum í sakloysi gongur, men gudloysi fellir tann, sum ger synd. Mangur letst ríkur og eigur einki, mangur letst fátækur og eigur nógv. Mansins ríkidømi er loysigjald fyri lív hans, men hin fátæki sleppur frá at hoyra hóttur. Ljósið hjá rættvísum skínur fagurliga, men lampan hjá gudleysum sloknar. Av hugmóði standast bert trætur, men hjá teimum, ið taka við ráðum, er vitska. Ódrúgt er skjótfingið ríkidømi, men tann, sum savnar smátt og smátt, verður ríkur. Longlig væntan ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er eitt lívstræ. Tann, sum vanvirðir orðið, týnir seg sjálvan, men tann, sum boðorðið óttast, fær løn. Vísmans læra er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. Góður fróðskapur gevur tokka, men vegurin hjá svikarum er teimum til undirgangs. Klókur maður ger alt við skynsemi, men býttlingurin breiðir út óvitsku. Gudleyst sendiboð fellur í ólukku, men trúgvur sendisveinur er heilsubót. Armóð og skomm fær tann, sum ikki áminning skoytir, men tann, ið tekur við revsing, fær heiður. Uppfylt ynski er søtt fyri sálina, men at víkja frá illum er býttlingunum ein andstygd. Halt teg at vísum, tá verður tú vísur, men illa gongst tí, sum er í hóslag við býttlingum. Ólukkan syndararnar eltir, men lukkan at hinum rættvísu nær. Góður maður leivir barnabørnum arv, men syndarans góðs er goymt hinum rættvísa. Nýlendi fátækra manna gevur ríka føði, men mangur verður týndur fyri órættferð sína. Tann, sum koyrilin sparir, son sín hatar, men tann, sum hann elskar, agar hann snimma. Hin rættvísi etur og verður mettur, men gudleysir fáa tóman maga.
Vitskan hjá konum byggir húsið, men fávitskan rívur tað niður við hondum sínum. Tann, sum rættiliga fer fram, óttast Harran, men tann, sum krókvegir gongur, vanvirðir hann. Í munni hins fákunna er hugmóðs koyril, men hjá vísum eru varrarnar ein vernd. Har sum eingi neyt eru, har er krubban tóm, men er oksin sterkur, verður inntøkan stór. Sannført vitni lýgur ikki, men svikaligt vitni fer við lygn. Spottarin søkir vísdóm, men til einkis, men hyggin maður lættliga kunnleika finnur. Far frá fávitskutum manni avstað, og ei tú fekst kunnskapar varrar at kenna. Vísdómurin hjá klókum manni er veg sín at skilja, men fákunnin hjá býttlingunum er svik. Skuldofrið dárarnar spottar, men hjá rættiligum er góður tokki. Hjartað kennir sína egnu sorg, og í gleði tess kann eingin annar seg blanda. Hjá gudleysum verða húsini løgd í oyði, men hjá rættiligum standa tjøldini í blóma. Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. Av atferð síni skal hin svikaligi mettast og góður maður av gerningum sínum. Hvørjum orði hin einfaldi trýr, men hin klóki varðar øll síni stig. Hin vísi óttast og víkur frá illum, men hin fákunni er bráður og óskoytin. Bráðræsin maður ger dáraverk, men svikafullur maður hataður verður. Einfaldir fávitsku arva, men vitrir verða av kunnskapi krýndir. Vándir skulu lúta fyri góðum, og gudleysir níga fyri durum hjá rættvísum. Enntá av næstingum sínum verður fátækur hataður, men mangir eru teir, sum ríkan elska. Tann, sum vanvirðir næsta sín, ger synd, men sælur er tann, sum armingum várkunnar. Munnu teir ikki villast, sum hugsa um ilt, og teir fáa miskunn og trúskap, sum hugsa um gott? Av øllum strevi vinningur fæst, men ber orð geva einki uttan tap. Ríkidømið er vísum ein krúna, men fávitskan hjá dárum er fávitska. Sannført vitni bjargar lívi, men tann, sum fer við lygn, er svikari. Tann, sum Harran óttast, eigur sterka vernd, og fyri børnum hans skal verða lívd. Ótti fyri Harranum er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. Fjøld av fólki er kongsins prýði, men trot av fólki er høvdingans fall. Spakførur maður hevur mikið skynsemi, men bráðlyntur maður fávitsku sýnir. Tolið hjarta er lív fyri likamið, men bráðræsi er rot í beinum. Tann, sum armingan kúgar, vanvirðir skapara hans, men tann, sum miskunnar fátækum, ærar hann. Hin gudleysi fellur fyri illskap sín, men hinum rættvísa er sakloysið ein lívd. Í hjartanum á vitrum heldur vísdómur seg kvirran, men hjá fávitskutum gerst hann kunnur. Rættvísi lyftir einum fólki, men syndin er fólkanna skomm. Hyggin tænari konginum væl líkar, men vreiði hans fær tann, sum illa ber seg at.
Blídligt andsvar stillar bræði, men hvast orð vekur vreiði. Vísmanna tunga fremur hollan kunnskap, men býttlinga muður goysir út fávitsku. Allar staðir eru eygu Harrans, tey hyggja eftir illum og góðum. Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein. Hin fákunni vanvirðir aga faðirs síns, men klókur verður tann, sum eftir áminning tekur. Í húsi hins rættvísa er vælferð, men á inntøkum hins gudleysa er óskil. Vísmanna varrar stroya út kunnskap, men býttlinga hjarta er rangt. Offur hjá gudleysum er Harranum ein andstygd, men bøn hjá rættiligum væl honum líkar. Vegur hins gudleysa er Harranum ein andstygd, men tann, sum stundar á rættvísi, hann elskar. Ring revsing væntar honum, ið gongur út av leið, og tann, sum áminning hatar, skal doyggja. Helheimur og avdýpið liggja opin fyri Harranum, hvørt heldur tá hjørtuni á menniskjunnar børnum! Spottaranum ikki dámar at verða funnin at, og til vísmenn fer hann ikki. Glatt hjarta ger bjart andlit, men av hjartasorg verður dapur hugur. Hjarta hins vitra søkir fróðskap, men býttlinga muður fer við fávitsku. Allir eru dagar armingans vándir, men hin hjartaglaði er altíð í veitslu. Betri er lítið við ótta fyri Harranum enn stórar ognir við óró afturat. Betri er ein verður av káli, har sum kærleiki er, enn ein feitur oksi við hatri afturvið. Bráðlyntur maður vekur klandur, men hin tolni stillar trætur. Vegur letingans er eins og ein tornagirðing, men gøtan hjá rættiligum er bein. Vísur sonur gleðir faðir sín, men ringur maður vanvirðir móður sína. Vitleysum manni er fákunnin ein gleði, men vitur maður gongur beint fram. Ráð verða til einkis, har sum eingin er ráðagerð, men har sum mangir ráðleggja, fáa tey frama. Maður hevur gleði av svari muns síns, og hvør gott er eitt orð í rættari tíð! Hin hygni gongur lívsins veg uppeftir til tess at sleppa frá deyðans ríki í neðra. Húsið hjá dramblátum rívur Harrin niður, men setir upp markaskjalið hjá einkjum. Ilskuráð eru Harranum ein andstygd, men vinsemdar orð eru rein. Tann, sum ránakendur er, fær hús sítt í ólag, men tann, sum mutur hatar, skal liva. Hjarta hins rættvísa hugsar um, hvat hann skal svara, men muðurin á gudleysum goysir út illskap. Langt er Harrin frá gudleysum burtur, men bønir hinna rættvísu hann hoyrir. Ljóst eygnabrá gleðir hjartað, góð tíðindi geva merg í beinini. Oyra, sum lýðir á lívsins áminningar, man halda seg aftur at teimum vísu. Tann, sum aga havnar, sál sína vanvirðir, men tann, sum lýðir á áminning, fer fram í vitsku. Ótti fyri Harranum er agi at vísdómi, og eyðmýkt gongur fram um æru.
Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar. Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar. Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama. Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin. Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður. Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum. Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann. Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti. Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum. Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak. Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini. At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt. Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru. Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana. Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið. Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur. At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína. Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli. Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum. Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran. Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm. Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum. Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans. Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann. Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur. Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina. Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg. Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt. Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi. Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg. Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.
Betri er berur breyðbiti í náðum enn fult hús av offurkjøti við klandri. Hyggin trælur skal ráða yvir ringum syni, og hann skal taka við arvi millum brøðra. Bráðpannan er fyri silvurið og ovnurin fyri gullið, men tann, ið hjørtuni roynir, er Harrin. Illmennið gevur falsvørrum gætur, lygnarin lýðir á skaðatungu. Tann, ið fátækan spottar, vanvirðir skapara hans, og tann, ið gleðist yvir ólukku, skal ikki sleppa órevsaður. Barnabørn er teimum gomlu ein krúna, og fedrarnir eru børnunum ein heiður. Tað hóskar ikki einum dára at tala stór orð, enn minni einum rættum manni at ljúgva. Mutur er ein gimsteinur hjá honum, ið tað gevur, hvar hann sær vendir, ber hjá honum í lag. Tann, ið breiðir yvir misgerð, søkir vinskap, men tann, ið rívur upp sak, veldur skilnað millum vina. Ábreiðsla rínur meira við skilamann enn hundrað høgg við býttling. Eina uppreist søkir hin vándi, men grimmur boðberi verður sendur móti honum. Heldur møta eini bjørn, sum mist hevur ungar sínar, enn einum býttlingi í fávitsku síni. Tann, sum lønir gott við illum, frá húsi hans skal ilt ikki víkja. At byrja klandur er sum at lata upp fyri vatni, lat tí av trætuni, áðrenn bitið verður á kampi. Tann, sum sekan fríkennir, og tann, sum sakleysan dómfellir, teir eru báðir Harranum ein andstygd. Hvat skulu peningar í hendi býttlingsins at keypa vísdóm fyri, tá ið vitskan trýtur? Ein vinur elskar altíð, og ein bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Óhyggin er maður, sum gevur handslag, og sum gongur í veður fyri næsta sín. Tann, sum elskar trætu, elskar misgerð, tann, sum høgar ger dyr sínar, søkir undirgang. Tann, sum rangt hevur hjarta, finnur onga lukku, og tann, sum falska hevur tungu, fellur í vanlukku. Tann, sum eigur av sær ein býttling, honum er tað sorg, og faðirin at einum dára er ikki glaður. Glatt hjarta gevur heilsubót góða, men dapur hugur fær beinini at visna. Hin gudleysi tekur við mutri í loynd fyri at snúgva vegir rættvísinnar. Hin hygni hevur vísdómin fyri framman seg, men eygu býttlingsins eru við heimsins endar. Fákunnur sonur er faðir sínum ein sorg og ein sárur harmur hjá henni, sum hann átti. At eisini rættvísir fáa sekt, er ikki gott, men at sláa rættar menn, tað ber tó av. Hyggin er fámæltur maður, og vitur maður er kaldur í huga. Hin fákunni verður hildin fyri vísur, tá ið hann tegir, og klókur, tá ið hann letur varrarnar aftur.
Serlyndur maður ger tað, honum sjálvum lystir, at øllum hyggjuráðum hann glepsar. Býttlingurin leggur ikki í vitsku, men vil heldur, at hugsan hans verður kunn. Har sum gudleysur kemur, har kemur vanvirðing við, og við skomm fylgir spott. Djúp vøtn eru orð av mans munni, rennandi løkur, vísdóms kelda. Tað er ikki beint at geva gudleysum viðhald og at týna rættin fyri sakleysum. Býttlingsins varrar koma upp í klandur, og muður hans rópar eftir høggum. Muður býttlingsins er honum ein ólukka, og varrar hans eru fyri sál hans ein snerra. Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. Tann, sum er órøkin í arbeiði sínum, er bróðir hans, sum er oyðslusamur. Harrans navn er eitt sterkt torn, hagar flýggjar hin rættvísi og er vardur. Ríkismans ognir eru hans fasta borg og ein óklívandi múrur í hans egnu hugsan. Hjartans hugmóð á manni gongur undan falli, og eyðmýkt gongur undan æru. Um einhvør svarar, áðrenn hann hoyrir, tá verður tað honum ein dárskapur og skomm. Mansins mót heldur honum uppi í sjúkdómi hans, men eitt fallið mót, hvør kann bera tað? Hjarta hins vitra vinnur sær kunnskap, og oyru hinna vísu søkja kunnskap. Gáva, sum maður gevur, rúmkar fyri honum og leiðir hann fram fyri stórmenn. Tann, sum fyrri ber fram trætumál sítt, hevur rætt, til mótpartur hansara kemur og rannsakar hann. Lutkastið ger enda á trætum og skilir sundur mætar menn. Bróðir, sum er svikin, er ringari at vinna enn sterk borg, og deilur við hann eru sum stengur fyri borgardurum. Av fruktum av mans munni verður búkur hans mettur, av ávøksti varranna mettast hann. Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar. Tann, sum hevur funnið konu, hevur funnið lukku og hevur fingið náðigávu frá Harranum. Fátækur talar við bønligum orðum, men ríkur svarar við hørðum. Illa gongst manni, sum hevur nógvar vinir, men til er alvinur, sum er hollari enn bróðir.
Betri er fátækur maður, sum í sakloysi gongur, enn maður við følskum vørrum og hartil ein dári. Har sum eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, hann misstígur seg. Fávitska mansins spillir veg hans, men hjarta hans ilskast við Harran. Ríkidømi savnar mangar vinir, men frá fátækum fer vinur hans burtur. Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal ikki sleppa undan. Mangir vilja vinna stórmans yndi, og allir eru vinir hans, sum gávumildur er. Fátæksmans brøður hata hann allir, enn meira halda vinir hans seg burtur frá honum. Tann, sum vinnur sær vitsku, sál sína elskar, tann, sum varðveitir skynsemi, skal finna lukku. Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal týnast. Tað hóskar ikki dára at hava góðar dagar, enn minni træli at ráða yvir høvdingum. Mansins klókskapur ger hann tolnan, og tað er æra hans at fyrigeva illgerð. Kongsvreiði er eins og ýl í leyvu, men blídni hans sum døgg á grasi. Fákunnur sonur er faðir sínum sonn vanlukka, og konuklandur er sum takdropin, ið ikki heldur í. Hús og góðs eru arvur frá fedrunum, men skilakona kemur frá Harranum. Leti leggur í tungan svøvn, og løt sál má svølta. Tann, sum varðveitir boðorðið, varðveitir sál sína, men tann, sum ikki varðar um vegir sínar, doyr. Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans. Aga tú son tín, tí at enn er vón, men hav ikki hug at drepa hann. Tann, sum illfúsur er, má bøta afturfyri, tí um tú vilt hjálpa, gert tú ilt verri. Lurta eftir ráðum og tak við aga, so at tú at enda má verða vísur. Mangar eru hugsanir í mansins hjarta, men tað er Harrans ráð, ið fær frama. Mansins hugur er miskunnarverk hans, og betri er fátækur maður enn lygnari. Ótti fyri Harranum førir til lívs; tá fer maður mettur til hvíldar, og einki ilt hann rámar. Latur maður drepur hondina í fatið, men tímir ikki at føra hana upp aftur til munnin. Slært tú spottaran, verður hin einfaldi klókur, og hin skynsami vinnur fróðskap av aga. Tann, sum fer illa við faðir sínum og koyrir burt móður sína, er ein ringur og skammiligur sonur. Halt uppat, sonur mín, at lýða á áminning, um tað bara er fyri at villast burtur frá kunnskapar orðum. Níðingsvitni spottar rættin, og muðurin á gudleysum gloypir órætti. Revsingardómar eru til reiðar fyri spottarunum og høgg fyri baki á býttlingunum.
Vínið er spottari, rúsdrykkur óljóð, hvør tann, sum drukkin vinglar, er óvitur. Kongsótti er eins og ýl í leyvu, tann, sum øsir hann móti sær, forkemur sínum lívi. Tað er manni ein sómi at halda sær frá klandri, men hvør ein býttlingur bítur á kampi. Letingin pløgir ikki um heystið, tí leitar hann í akurskurði, men til einkis. Eins og djúp vøtn eru ráð í mansins hjarta, men ein maður við viti kann oysa tey. Mangir hitta mann, sum teir elskar, men ein trygdarmann, hvør finnur hann? Hin rættvísi gongur í sakloysi sínum, sælir eru tí synir hans eftir hann. Kongur, sum situr í dómarasæti, skilir frá alt ilt við eygnabrái sínum. Hvør kann siga: «Eg havi hildið hjartað mítt reint, og eri reinur av synd míni?» Tvey sløg av vágum og tvey sløg av málum, tey eru bæði tvey Harranum ein andstygd. Drongurin sýnir longu við gerðum sínum, um fyritøkur hans verða reinar og rættar. Oyrað, sum hoyrir, og eygað, sum sær, bæði tvey hevur Harrin skapað. Elska ikki svøvn, so at tú ikki verður armur, lat eyguni upp, so skalt tú mettast av breyði. «Ringt, ringt!» sigur tann, ið keypir, men tá ið hann fer avstað, erpir hann sær. Til er gull og nøgd av perlum, men hitt dýrasta ílát eru kunnskapar varrar. Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmandar. Falsfingið breyð smakkar manni søtt, men síðan fyllist muðurin av smásteinum. Ráð fáa frama við ráðagerð, ráðlegg tí væl, tá ið tú fert í stríð. Sleyivætti ber loyndarmál út, hav tí einki felag við skræðugákar. Tann, sum bannar faðir og móður, lampa hans skal slokna í bølamyrkri. Arvur, sum ein í fyrstuni er ov tráfikin eftir, verður til endans uttan signing. Sig ikki: «Eg skal løna við illum!» Bíða tú Harranum, hann skal tær hjálpa. Tvey sløg av vágum eru Harranum andstygd, og følsk vágskál er einki gott. Frá Harranum koma mansins spor, hvussu kann maður veg sín skilja? Tað er manni ein snerra í gáloysi at siga: «Halgað!» og ikki hugsa seg um, fyrr enn lyftið er lovað. Vísur kongur skilir hinar gudleysu frá og letur hjólið yvir teir fara. Menniskjunnar andi er ein Harrans lampa, sum rannsakar øll rúm hjartans. Kærleiki og trúskapur varðveita kongin, og við kærleika styðjar hann hásæti sítt. Ungmanna prýði er máttur teirra, grá hár eru oldinganna heiður. Blóðigar skeinur reinsa hin vánda og høgg, sum níta at beini.
Kongsins hjarta er eins og áarløkir í Harrans hond, hann leiðir tað hagar, sum honum lystir. Maður heldur allar vegir sínar vera rættar, men Harrin metir hjørtuni. Rættvísi og rætt at inna, tað Harranum betur líkar enn offur. Dramblát eygu og hástórt hjarta – lampan hjá gudleysum er synd. Umhugsan hjá ídnum manni gevur bert vinning, men av øllum bráðræsi nýtst bert tap. Ognir, sum fingnar eru við lygitungu, eru sum farandi vindblak, deyðans snerrur. Óspekt vándra manna forkemur teimum sjálvum, tí at teir bórust undan at gera tað, sum rætt er. Skákvegir gongur syndasekur maður, men hin reini fer beina leið fram. Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu. Sál hins gudleysa stundar á ilt, næsti hans finnur onga miskunn hjá honum. Verður spottarin revsaður, gerst hin einfaldi klókur, og verður hin vitri lærdur, tekur hann við kunnskapi. Rættvísur gevur gætur eftir húsi hins gudleysa, hann gudleysar stoytir í vanlukku oman. Tann, sum oyruni tippir fyri armingans rópi, hann skal sjálvur rópa og ikki fáa bønhoyrslu. Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmi sterkan yvirhuga. Rættvísum manni er tað gleði at gera tað, sum rætt er, men illgerðarmonnum ein ræðsla. Maður, ið villist av klókskapar vegi, skal koma at hvíla í skugganna liði. Armur verður maður, ið teiti elskar, ei verður tann ríkur, ið elskar vín og olju. Hin gudleysi er loysigjald fyri hin rættvísa, og ótrúgvur kemur í stað hins trúgva. Betri at búgva í oyðimørk enn við klandursamari og illførari konu. Dýrar skattir og olju hevur vísur í heimbýli sínum, men býttlingurin oyðir tað alt. Tann, sum stundar á rættlæti og miskunn, hann skal finna lív og rættlæti og heiður. Ein stað av kappum vísmaður vinnur og brýtur borgina niður, sum var álit hans. Tann, sum varðveitir munn sín og tungu, hann varðveitir sál sína frá neyðum. Hin hástóri og drambláti – navn hans er spottari – hann fer fram við ræðuligum ovurmóði. Ynski letingans drepa hann sjálvan, tí at hendur hans vilja einki virka. Allan dagin verður biðið og biðið, men hin rættvísi gevur og er ikki pírin. Offur hjá gudleysum er ein andstygd, serliga tá ið teir lata tað fyri illgerð. Falsvitni til grundar skal fara, men maður, sum hoyrt hevur, skal altíð tala. Gudleysur maður hevur ljótan atburð, men rættiligur maður hyggur um veg sín. Eingin er vísdómur, og einki er hygni, og eingi eru ráð móti Harranum. Hesturin er búgvin til orrustudagin, men sigurin er í Harrans hond.
Gott navn er meira vert enn stórt ríkidømi, mannatokki er betri enn silvur og gull. Ríkur og fátækur hittast, Harrin hevur skapað teir báðar. Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. Lønin fyri eyðmýkt og Harrans ótta er ríkdómur, heiður og lív. Tornir og snerrur eru á vegi hins svikafulla, tann, sum lív sítt vil varða, heldur seg burtur frá teimum. Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. Ríkur yvir fátækum ræður, og tann, ið fær lán, verður trælur hans, sum gevur lán. Tann, sum órætt sáar, skal vanlukku heysta, og hugmóðs stavur hans verður fyri ongum. Góðhjartaður maður verður vælsignaður, tí at hann gevur arminganum av breyði sínum. Rek spottaran burt, so fer ósemjan burt, og tú fært frið fyri klandri og skomm. Tann, sum er hjartareinur, elskar Harrin, tann, sum er yndisorðaður, er kongsins vinur. Harrans eygu varða um kunnskap, men hann kollveltir svikarans orðum. Letingin sigur: «Ein leyva er fyri uttan, eg kann verða dripin mitt á gøtuni.» Ein djúp grøv er muðurin á fremmandum konum, tann, sum er fyri Harrans vreiði, fellur í hana. Fávitskan situr føst í hjartanum á hinum unga, men revsingarstavurin tekur hana burtur frá honum. At kúga hin fátæka økir um ognir hans, at geva hinum ríka veldur honum bert armóð. Boygg oyra títt og lýð á vísmanna orð og vend hjarta tínum at kunnleika mínum! Tí at tað er dámligt, at tú goymir tey tær í brósti, og at tey eru øll til reiðar á vørrum tínum! Fyri at tú skalt á Harranum hava álit títt, læri eg teg í dag, júst teg. Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við hyggjuráðum og vitsku fyri at kunngera tær sannleika, álítandi orð, so at tú við álítandi orðum kann svara teimum, ið teg senda? Ræn ikki hin vesæla, tí at hann er vesælur, og týn ikki hin forfjónaða á tingi; tí at Harrin skal føra teirra sak og taka lív teirra, sum taka frá teimum. Far ikki í hóslag við illføran mann, og hav ikki við at gera tann, sum bráðsintur er, at tú ikki skalt venjast til atburð hans og fáa tær snerru fyri lív títt. Ver ikki millum teirra, sum handslag geva, millum teirra, sum ganga í veður fyri skuld; tí tá ið tú einki hevur at gjalda við, vilt tú tá lata teir taka seingina undan tær? Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett. Sært tú dugandi mann í verki sínum, hann man kom at tæna hjá kongum, ikki man hann vilja smámonnum tæna.
Tá ið tú hjá høvdinga situr til borðs, tá gev tí væl gætur, hvønn tú hevur fyri tær, og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur. Stunda ikki eftir góðgæti hans, tí at tað er svikaligur kostur. Stríðst ikki við at vera ríkur, lat slíkan klókskap tín fara. Skulu eygu tíni fljúgva at ríkdómi, sum hvørvur? Tí at vist er tað, at hann ger sær veingir eins og ørnin, ið flýgur móti himni. Et ikki breyð hjá manni, ið misunnir tær, og stunda ikki eftir krásum hans. Tí at sum hann roknar eftir í sál síni, soleiðis er hann. «Et og drekk!» hann sigur við teg, men hjarta hans er ikki hjá tær. Bitan, sum tú hevur etið, mást tú spýggja upp aftur, og tú hevur spilt tíni føgru orð. Tala ikki fyri oyrunum á dára, tí at hann vanvirðir vísdómin í orðum tínum. Flyt ikki markaskjal hjá einkjum og far ikki inn á jørðina hjá faðirleysum. Tí at málsmaður teirra er sterkur, hann skal føra sak teirra móti tær. Vend hjarta tínum at aga og oyrum tínum at kunnskapar orðum. Spar ikki dreingin fyri aga; um tú slært hann við koyrlinum, doyr hann ikki. Tú slært hann við koyrlinum, og sál hans tú bjargar frá deyðaheimi. Sonur mín, verður hjarta títt viturt, tá gleðist eisini hjarta mítt; og nýru míni fegnast, tá ið varrar tínar mæla tað, sum rætt er. Lat ikki hjarta títt øvunda syndarum, men heldur hvønn dag fyri gudsótta vera hugað; tá skalt tú vissuliga eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis. Hoyr tú, sonur mín, og ver tú vitur og stýr tínum hjarta beina leið. Ver ikki við millum teirra, ið drekka vín, millum teirra, ið oveta seg í kjøti. Tí at drykkjumenn og átarar koma í armóð, og svøvnur klæðir í spjarrar. Lýð tú á faðir tín, sum hevur teg gitið, og vanvirð ikki móður tína, tá ið hon er vorðin gomul. Keyp tú sannleika, og sel hann ikki, vísdóm og aga og skil. Faðirin at einum rættvísum stórliga fegnast, og tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum. Lat faðir tín og móður tína gleðast, og hana, sum føddi teg, fegnast. Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum. Tí at skøkjan er ein djúp grøv, og hin fremmanda konan ein trongur brunnur. Ja, hon liggur á loynum eins og ránsmaður, og hon økir um talið á ótrúgvum millum manna. Hvør gevur seg? Hvør gremur seg? Hvør hevur klandur? Hvør hevur klagur? Hvør hevur sjálvvoldar skeinur? Hvør hevur døpur eygu? Teir, sum sita leingi uppi við víni, teir, sum koma og smakka á virtin. Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu tað glógvar í steypinum og væl rennur niður! At endanum tað bítur sum ein slanga og spýr eitur sum ein ormur. Eygu tíni síggja undarligar sjónir, og hjarta títt í ørviti talar. Og tú verður sum tann, ið liggur á víðum havi, og sum tann, ið liggur ovast í siglutræi. «Teir hava sligið meg, men eg havi ikki ilt, teir hava bukað meg, men eg føli tað ikki. Nær man eg vakna? Aftur vil eg sóknast eftir tí!»
Øvunda ikki vándar menn og hav ikki hug at vera millum teirra; tí at hjarta teirra hugsar um illverk, og varrar teirra mæla um vanlukku. Við vísdómi verða hús bygd, og við vitsku verða tey grundfest; við kunnskapi verða búrini full av alskyns dýrum og góðum ognum. Vísur maður er betri enn sterkur, og vitur maður er betri enn kraftamikil; tí at tú mást ráðleggja væl, tá ið tú ert í hernaði, har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl. Vísdómurin er dáranum ov høgur; í staðarliðinum letur hann ikki munnin upp. Tann, ið hugsar um at gera ilt, hann tey svikara kalla. Syndin er fávitsku ráð, og spottarin er monnum ein andstygd. Bilar tær hugur á neyðardegi, tá er máttur tín lítil. Bjarga teimum, sum leidd verða til deyða, og halt teimum aftur, sum fara vinglandi á rættarstaðin. Um tú sigur: «Vit vistu tað ikki!» – man tá ikki tann, sum vegur hjørtuni, verða varur við tað, og tann, sum gevur sál tíni gætur, vita um tað? Og hann lønir manninum eftir verkum hans. Et hunang, sonur mín, tí at hann er góður, og hunangskøka er søt fyri góm tín. Lær á sama hátt vísdóm fyri sál tína; finnur tú hann, tá skalt tú eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis. Lúr ikki, tú hin gudleysi, eftir bústaði hins rættvísa, og oyðilegg ikki heimbýli hans! Tí at sjey ferðir hin rættvísi fellur og reisist aftur, men gudleysir fara til grundar. Gleð teg ikki, tá ið fíggindi tín fellur, og lat ikki hjarta títt fegnast, tá ið hann snávar, fyri at Harrin tað ikki skal síggja og tað honum mislíka, og hann venda vreiði síni frá honum. Ilskast ikki av illgerðarmonnum og øvunda ikki teir gudleysu. Tí at vándur maður eigur onga framtíð, lampan hjá gudleysum sloknar. Sonur mín, óttast tú Harran og kongin, ver ikki í felagi við ófriðarkroppum; tí at óvart rámar vanlukkan teir, og ár teirra fáa enda, áðrenn nakar veit. Eisini hesi orðtøk eru eftir vísar menn. At gera mannamun í dómi er ikki gott. Honum, sum sigur við hin seka: «Tú hevur rætt!» honum banna fólk fyri, og biðja ættir ilt fyri. Men teimum, sum revsa hann, gongst tað væl, og signing og lukka kemur yvir teir. Tann gevur koss á varrar, sum svarar við nýtum orðum. Ger arbeiði títt liðugt úti, og fá tær tað til rættis á markini; síðan kanst tú byggja tær hús. Ver ikki vitni móti næsta tínum av ongari grund; ella eigur tú at gera svik við vørrum tínum? Sig ikki: «Eins og hann gjørdi mær, skal eg gera honum, eg skal løna manninum eftir verkum hans!» Mær var gangandi fram við markini hjá letinga og fram við víngarði hjá óvitigum manni; og sí, har var alt avvaksið av tistlum, alt avtakið av notum, og grótgarðurin uttanum niðurdottin. Eg var tess varur og legði mær tað í geyma, eg gav tí gætur og tók mær lærdóm av tí: «Sova eitt sindur enn, blunda eitt sindur enn, halda saman hendur eitt sindur enn fyri at hvílast. Tá kemur armóðin yvir teg eins og ferðamaður, og neyðin eins og maður við skildi.»
Eisini hetta eru orðtøk Sálomons, tey sum menn Hizkia Júdakongs hava savnað. Tað er Guðs heiður at dylja eitt mál, tað er konga heiður at rannsaka eitt mál. Himnahædd og jarðardýpd og kongahjarta kann eingin útgrunda. Verða sindrini tikin burtur úr silvurinum, tá fær smiðurin eina skál úr tí. Verða gudleysir tiknir burtur frá konginum, tá verður hásæti hans við rættvísi fest. Erpa tær ikki inni fyri kongi, og stilla teg ikki á stórmanna stað. Tí at betri er, at menn siga við teg: «Førka teg higar upp!» enn at teir flyta teg niður um frægan mann, sum tó eygu tíni hava sæð. Ver ikki snarur at birta sak; tí at hvat ætlar tú síðan at gera, tá ið næsti tín ger teg til skammar? Før tú sak tína móti næsta tínum, men ber ikki annars mans loyndarmál út, fyri at tann, sum hoyrir tað, ikki skal teg lasta, og tú altíð hava eitt ringt orð á tær. Eins og gullepli í prýðiligum silvurskálum, so eru orð, sum í rættum tíma eru talað. Eins og gullringur í oyra og gyltur sproti, so er ein vísur, sum áminnir hoyrandi oyra. Eins og svalandi kavi á heystdegi, so er ein trúgvur sendisveinur hjá honum, sum hann sendir; hann lívgar upp sál húsbónda síns. Skýggj og vindur, og tó einki regn, so er maður, sum reypar av gávumildi, men tó einki gevur. Við tolmóði verður dómarin vunnin, og mjúk tunga brýtur sundur bein. Finnur tú hunang, tá et tað, tær tørvar, so at tú ikki verður ovmettur og spýrt hann upp aftur. Stíg sjáldan fót tín inn í hús næsta tíns, so at hann ikki verður leiður av tær og hatar teg. Hamar og svørð og hvøss ørv, so er maður, sum vitnar fals móti næsta sínum. Moyrkin tonn og skinklutur fótur, so er álit á svikara neyðardagin. Eins og tann, sum letur seg úr klæðunum ein kuldadag, eins og edikur á nátron, so er tann, sum syngur sangir fyri sorgarbundnum hjarta. Er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat, er hann tystur, tá gev honum drekka; tí at tá bert tú saman eldgløður á høvur hans, og Harrin skal løna tær tað aftur. Norðanvindurin føðir regn, og sley í loyndum illfrýnt andlit. Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu. Eins og kalt vatn fyri deyðmødda sál, so eru góð tíðindi úr fjarskotnum landi. Eins og gruggut kelda og spiltur brunnur, so er rættvísur maður, sum fjáltrar, so at gudleysur sær. At oveta seg av hunangi er ikki gott, men at granska hitt torførasta er ein heiður. Eins og staður, sum múrarnir eru niðurbrotnir uttanum, so er maður, sum ikki kann skapi sínum ráða.
Eins og kavi um summarið og regn um heystið, so hóskar ikki æra fyri dára. Eins og spurvin, ið flagsar burt, og svalan, ið fer á flog, so er grundaleys illbøn – hon rínur ikki á. Koyril til hestin og teymur til ásinið og stavur til bakið á dárum. Svara ikki dáranum eftir fávitsku hans, so at tú ikki sjálvur verður honum líkur. Svara dáranum eftir fávitsku hans, so at hann ikki skal halda seg sjálvan vera vísan. Tann høggur føturnar av sær og fær sút at drekka, sum sendir boð við einum dára. Visin hanga beinini á vanførum manni, so eru orðtøk í munni á dárum. Sum at binda stein í sleingiband, so er tað at veita einum dára æru. Eins og tornagrein í hondini á druknum manni, so eru orðtøk í munni á dárum. Eins og skotmaður, sum særir alt, so er tann, sum leigar ein dára og hvønn, sum fer framvið. Eins og hundur, sum vendir aftur til spýggju sína, so er ein dári, sum tekur upp aftur fávitsku sína. Sært tú mann, sum heldur seg sjálvan vísan, tá er størri vón um dáran enn um hann. Letingin sigur: «Tað er eitt villdjór á veginum, ein leyva úti á torgunum.» Hurðin snarar sær á leikindunum, og letingin snarar sær á legu síni. Latur maður drepur hondina í fatið, men tað er honum strævið at føra hana upp aftur til munnin. Latur maður heldur seg vísari vera enn sjey, sum geva vitug andsvør. Eins og tann, sum tekur um oyruni á hundi, sum fer rennandi framvið, so er tann, sum fýkur upp í øði um trætu, sum honum ikki kemur við. Eins og óður maður, sum skjýtur við brennandi ørvum – við banaskotum – so er tann maður, sum næsta sín svíkur og sigur: «Eg gjørdi tað bara til stuttleika.» Tá ið brennið er uppi, sloknar eldurin, tá ið eingin baktalari er, heldur klandrið uppat. Eins og kol skal til gløður og viður til eld, so skal illførur maður til at birta klandur. Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. Eins og silvurskón uttan á pottabroti, so eru brennandi varrar og ilt hjarta. Við vørrum sínum letist óvinurin vinaliga, men svik ber hann í hjarta. Tá ið hann blíðmæltur talar, tá trúgv honum ikki, tí at sjey andstygdir eru í hjarta hans. Tó at hatrið seg dylur í sviki, so kemur tó tess illskapur upp á fundi. Tann, sum grevur eina grøv, fellur í hana sjálvur, og steinurin dettur aftur á tann, sum rullar hann. Lygitungan hatar tey, sum hon hevur kúgað, og falsmuðurin førir til undirgangs.
Rósa tær ikki av morgindeginum, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. Lat ein annan tær rósa og ikki tín egna munn, ein fremmandan og ikki tínar egnu varrar. Steinur er tungur, og sandur vegur nógv, men dáragremja er tyngri enn bæði. Yvrin leikar óð, og vreiðin skolar, men hvør kann standast móti øvund? Betri er opinber atfinning enn kærleiki, sum heldur seg fjaldan. Væl meint eru sløg av vinahond, og mangir eru óvinar kossir. Mettur maður havnar hunangi, men svongum manni tykir alt beiskt søtt. Eins og fuglur, sum er rýmdur av reiðri sínum, so er maður, sum er farin av húsum sínum. Olja og roykilsi gleða hjartað, so eru vinarorð sæl frá ráðvísari sál. Slepp ikki vini tínum ella vini faðirs tíns, og far ikki inn í hús bróður tíns á neyðardegi tínum; betri er ein granni í nánd enn ein bróðir í fjarlegd. Ver tú vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so at eg kann svara honum, sum háðar meg. Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmanda konu. Honum, sum harðmæltur vælsignar næsta sín snimma á morgni, honum skal tað verða roknað sum ein banning. Takdropin, sum ein regndag dryppar uttan íhald, og klandursom kona – tey líkjast hvørt øðrum. Tann, sum steðgar henni, kundi steðgað vindinum og hildið olju í síni høgru hond. Jarn brýnir jarn, og maður brýnir mann. Tann, sum røktar eitt fikutræ, fær fruktina av tí at eta, tann, sum røkir harra sín, skal fáa heiður. Eins og andlit horvir móti andliti í vatni, soleiðis mannahjarta móti mannahjarta. Helheimur og avgrundin mettast ikki, og mannaeygu mettast ikki. Bráðpannan er til silvurið og ovnurin til gullið, og maður verður dømdur eftir ágiti sínum. Um tú stoytti dáran í einum mortara við einum stoytara saman við grýnum, so mundi tó ikki fávitskan vikið frá honum. Hav tú góða greiðu á, hvussu seyðir tínir eru littir, og ber umsorgan fyri búskapi tínum. Tí at ríkdómur varar ikki allar ævir, og heldur ikki ein krúna ætt eftir ætt. Er hoyggið undangingið, og gróðurin sprettur, og fjallagrasið er samanborið, tá hevur tú lomb til klæði og havrar til at keypa tær jørð fyri og nóg nógva geitarmjólk til føðslu hjá tær, til føðslu hjá húsi tínum, til lívsuppihalds hjá ternum tínum.
Gudleysir flýggja, um eingin teir eltir, rættvísir eru sum ein ung leyva tryggir. Tá ið eitt land fer í spillu, gerast har mangir høvdingar, men við einum hygnum og skilagóðum manni varar rætturin leingi. Fátækur maður, sum kúgar neyðarfólk, er eins og skolandi regn, sum ikki gevur breyð. Teir, sum fara frá lógini, prísa hinum gudleysu, men teir, sum halda lógina, stríðast móti teimum. Illmenni skilja ikki, hvat ið rætt er, men teir, sum søkja Harran, skilja alt. Betri er fátækur maður, sum gongur í sakloysi sínum, enn tann, sum gongur tvinnanda gøtur, um hann er ríkur. Tann, sum varðveitir lógina, er hyggin sonur, men tann, sum fer í hóslag við óhógvsmenn, ger faðir sínum skomm. Tann, sum økir um ogn sína við rentu og okri, hann savnar til hansara, sum er góður móti fátækum fólki. Tann, sum vendir oyra sínum burtur, at hann ikki hoyrir lógina, – sjálvt bøn hans er ein andstygd. Tann, sum villir rættiligar menn út á vándan veg, hann fellur sjálvur í sína egnu grøv; men sakleysir skulu fáa gott í arv. Ríkur maður heldur seg vísan, men vitugur, fátækur maður granskar hann út. Tá ið rættvísir fegnast, er dýrdin stór, men tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg burtur. Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn. Sælur er maður, sum altíð er varur, men tann, sum herðir hjarta sítt, fellur í ólukku. Eins og ýlandi leyva og ránfús bjørn, so er gudleysur høvdingi yvir einum fátækum fólki. Høvdingi, sum lítið hevur vit, men nógv hevur vald! Tann, sum hatar órættan vinning, skal fáa langa ævi. Maður, sum blóðsøk hevur á sær, flýggjar líka á gravarbakkan, eingin skal steðga honum. Tann, sum í sakloysi gongur, verður frelstur, men tann, sum gongur tvinnanda gøtur, fellur á aðrari. Tann, sum jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, sum fer eftir fáfongd, verður mettur av armóð. Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður, men tann, sum í bræði vil verða ríkur, sleppur ikki órevsaður. At gera mannamun er einki gott, men mangur maður verður brotsmaður fyri ein breyðbita. Hin avundsjúki skundar sær eftir ríkidømi, hann veit ikki, at trot kemur at vera hjá honum. Tann, sum revsar ein mann, vinnur síðan tøkk heldur enn tann, sum tungumjúkur talar. Tann, sum rænir faðir sín og móður sína og sigur: «Tað er eingin synd;» hann er lagsbróðir við tann, sum forkemur øllum. Hin vinnusjúki veldur trætur, men tann, sum lítur á Harran, fær signing. Tann, sum lítur á sítt egna vit, er ein dári, men tann, sum í vísdómi gongur, verður frelstur. Tann, sum gevur fátækum, skal onga neyð líða, men tann, sum letur eyguni aftur, fær nógvar illbønir. Tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg, tá ið teir fara til grundar, nørast rættvísir.
Tann maður, sum ofta hevur fingið revsing, og tó er andbráður, hann man brádliga verða sundurbrotin, og einki er hann at grøða. Tá ið rættvísir nørast, gleðist fólkið, men tá ið gudleysir koma til ræðið, stynjar fólkið. Tann, sum elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, sum fer í hóslag við skøkjur, oyðir ognir sínar. Ein kongur heldur landi sínum uppi við rætti, men tann, sum tekur mutur, leggur tað í oyði. Tann maður, sum søtorðaður er móti næsta sínum, hann leggur net fyri føtur hans. Í ilsmans misgerð er ein snerra, men rættvísur maður fegnast og gleðist. Rættvísur maður veit um viðurskifti arminganna, hin gudleysi leggur ikki í at vita um nakað. Spottarar loypa øsing í ein stað, men vísir menn stilla vreiðina. Tá ið vísur maður hevur sak við ein dára, tá leikar hann í og flennir, so har verður eingin friður. Drápsfúsir menn hata hin sakleysa, og hinum rættiligu liggja teir eftir lívinum. Øllum illsinni sínum sleppir dárin út, men hin vísi doyvir tað til endans. Tá ið høvdingi lýðir á lygnarorð, tá verða allir tænarar hans níðingar. Hin fátæki og ríkiskroppurin hittast, eyguni í báðum letur Harrin lýsa. Tann kongur, sum dømir armingar við rættvísi, hásæti hans skal standa trygt allar ævir. Koyril og agi veita speki, men ein agaleysur drongur ger móður síni skomm. Tá ið gudleysir taka til, tekur syndin til, men rættvísir skulu síggja fall teirra. Aga tú son tín, tá skal hann geva tær ró og veita sál tíni sælu. Við ongum hugsjónum villist fólkið, men sælur er tann, sum varðveitir lógina. Ein trælur verður ikki agaður við orðum, tí at hann skilir tey væl, men leggur ikki í tey. Sært tú ein mann, sum er skjótur við orðum, tá er størri vón um dáran enn um hann. Gevur maður træli sínum eftirlæti frá ungdómi, tá vil hann vanvirða hann til endans. Illførur maður veldur klandur, og bráðlyndur maður ger manga misgerð. Mansins hugmóð førir til fals, men hin eyðmjúki skal fáa æru. Tann, sum er í parti við tjóvinum, hatar sál sína, hann hoyrir bannanina, men sigur tó ikki frá. Mannaótti leiðir í snerrur, men tann, sum lítur á Harran, verður bjargaður. Mangir royna at fáa høvdingans yndi, men frá Harranum fær hvør maður sín rætt. Ein andstygd fyri rættvísum er ein órættvísur maður, og ein andstygd fyri gudleysum er tann, sum fer rættiliga at.
Orð Lemuels kongs, profetorð, sum móðir hans lærdi hann: Hvat skal eg siga, sonur mín, ja, hvat, sonur móðurlívs míns, ja, hvat, sonur heitstreingis míns? Gev ikki konum kraft tína, ella elskhug tín til teirra, sum spilla kongar. Tað sømir ikki kongum, Lemuel, tað sømir ikki kongum at drekka vín ella høvdingum at spyrja eftir sterkum drykki. Tí at drekkur hann, vil hann gloyma, hvat ið lóg er, og snúgva rættinum hjá øllum neyðarfólkum. Gevið tí sterkan drykk, sum er komin til trota, og gevið tí vín, sum sorg ber í hjarta, at hann kann drekka og gloyma fátækt sína og ikki longur minnast møði sína. Lat upp munn tín fyri hin málleysa, fyri sak alra teirra, sum neyðstødd eru. Lat upp munn tín og døm við rættvísi, lat armingan og hin fátæka fáa sín rætt! Eina dugandi konu, hvør finnur hana? Hon hevur nógv hægri virði enn perlur. Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur vantar honum ikki. Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. Hon syrgir fyri ull og líni, og hugaliga arbeiða hennara hendur. Hon er eins og keypmansins farmaskip, heimtar føðsluna langvegis frá. Hon fer upp fyri dag, matskaffar húsfólki sínum og gevur arbeiðskonum sínum setning teirra. Hon fær hug á jørð og keypir hana, fyri tað, hon avrikar við hondunum, plantar hon víngarð. Hon gyrðir lendar sínar við kraft og ger armar sínar sterkar. Hon kennir, at starv hennara eydnast væl, ikki sloknar á lampu hennara um nætur. Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, og fingrar hennara taka um snælduna. Hon letur upp lógvan fyri arminganum og rættir út hendurnar móti hinum fátæka. Hon óttast ikki fyri húsi sínum í kava, tí at alt hús hennara er klætt í skarlak. Hon virkar sær áklæði og klæðir seg í fínasta lín og purpur. Maður hennara er nógv mettur í staðarliðunum, har sum hann situr á tingi saman við mætastu monnum landsins. Hon virkar línskjúrtur og selur tær, og til keypmansins avreiðir hon belti. Kraft og sómi eru klæði hennara, og hon lær at komandi degi. Hon letur upp munnin við vísdómi, og mild leiðbeining er á tungu hennara. Hon ansar eftir, hvussu til gongur í húsi hennara, og ikki etur hon breyð í leti. Synir hennara stíga fram og prísa hana sæla, og húsbóndi hennara syngur hennara lov: «Mangar hava konur sýnt dugnaskap, men tú bert av teimum øllum!» Yndi er svikaligt, og vakurleiki fer, men kona, sum óttast Harran, skal verða prísað. Gevið henni av tí, sum hon avrikaði við hondum sínum, og latið verk hennara í liðunum hana prísa.